Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum (barnaískoyti til einsamallar uppihaldarar)

12 September 2007
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

20 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum (barnaískoyti til einsamallar uppihaldarar)

Ár 2007, 12. september, løgdu tingmenninir Heidi Petersen, Annita á Fríðriksmørk, Finnur Helmsdal, Høgni Hoydal, Tórbjørn Jacobsen, Hergeir Nielsen og Páll á Reynatúgvu, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum (barnaískoyti til einsamallar uppihaldarar)

Í løgtingslóg nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 4. apríl 2002, verður gjørd henda broyting:

§ 1.

1) Í § 3 verður “Upphæddir fyri ár 2002” broytt til: “Burtursæð frá barnaískoytinum, eru upphæddirnar fyri ár 2002”.

2) Sum síðsta pkt. verður sett:

Barnaískoyti sbrt. § 19a

5.500 (2008)

§ 2.

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2008.

Kap. 1. Almennar viðmerkingar:

Endamálið við lógaruppskotinum er at veita einsamøllum uppihaldarum eitt árligt barnaískoyti fyri hvørt barnið, sum er undir 18 ár.

Sambært løgtingsmáli 19/2007 verður skotið upp at rinda gjaldið hvønn ársfjórðing, soleiðis at gjaldið í 2008 er kr. 1.375 hvønn ársfjórðing.

Víst verður annars til viðmerkingarnar í løgtingsmáli 19/2007.

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

Fíggjarligar avleiðingar fyri landskassan

Eingi hagtøl eru um, hvussu nógvir einsamallir uppihaldarar eru, og hvussu nógv børn teir eiga. Tí ber ikki til neyvt at siga, hvør samlaði kostnaðurin er av uppskotinum. Fyri at fáa eina ábending kann hyggjast eftir, hvussu nógvir persónar fáa útgoldið barnapening í forskoti frá Almannastovuni. Barnapeningur í forskoti verður, sambært avgerð hjá Ríkisumboðnum, rindaður teimum, sum ikki búgva saman við pápanum/mammuni at barninum. Sambært fíggjarlógini fyri 2007 rindar Almannastovan 822 persónum barnapening í forskoti. Tað ber tó ikki til at gera ta niðurstøðu, at tað eru uml. 822 einsamallir uppihaldarar, tí barnapeningur í forskoti er ikki at treytaður av, at móttakarin er einsamallur uppihaldari.

Kap. 3. Serligar viðmerkingar til einstøku ásetingarnar:

Til § 1

Barnaískoyti í 2008 er íalt kr. 5.500, sum sambært lógini um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl. verður útgoldið við kr. 1.375 hvønn ársfjórðing.

Til § 2

Gildiskomuáseting

1. viðgerð 18. september 2007. Tingmálini nr. 19 og 20 vórðu viðgjørd undir einum og beind í trivnaðarnevndina