Uppskot til broyting í Tingskipanini

17 March 2011
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Løgtingsmál nr. 103/2010: Uppskot til broyting í Tingskipanini


Uppskot til broyting í Tingskipanini


§ 1
1) § 53, stk. 5 verður strikað.


2) § 69, stk. 5 verður orðað soleiðis:
“Stk. 5. Løgmaður og landsstýrismenn
hava rætt at koma til orðanna á
fundum.”


3) § 81 verður orðað soleiðis: “§ 81. Á
Løgtingi kann eingin fáa orðið uttan
løgtingsmaður, løgmaður og
landsstýrismaður.


Stk. 2. Løgtingsformaður kann loyva
ríkisovastum ella øðrum tignarligum
umboðum at halda røðu fyri
løgtingsmonnum á løgtingsfundi.”


§ 2
Broytingin kemur í gildi ólavsøkudag
2011.


Viðmerkingar
Uppskotið ger tingskipanina ruddiligari. Vanliga er ikki góður siður at endurtaka
hægri reglur í lægri, tí er ongin orsøk, at tingskipanin endurtekur stýrisskipanina.
Hartil kemur, at komandi stjórnarskipan helst fer at taka av ex officio umboðan fyri
fremmant vald í parlamenti, tjóðartingi føroyinga.


Á Løgtingi, 1. mars 2011
Tórbjørn Jacobsen