Vit hildu at markið var nátt, tá ið seinasta uppsagnarrundan var fyri áleið einum ári síðani. Men sum man sigur ”her ein skriðan er lopin er onnur væntandi” Nú standa uml 15 fólk (9 ársverk) fyri tørni. Hesi skulu nú sigast upp sum liður í sparingunum og í samband við at øll búfólk skulu hava einakømur. Tey 30 búplássini skulu niður á 22
Vænti at flestøll eru samd um at einakømur er ein mannarættur. Tó eigur altíð at vera pláss fyri hjúnum.
Fyrra sparirundan blev framd samstundis sum Hamragarður í Vági lat upp, og tá bleiv beinleiðis víst á at Hamragarður var ein av beinleiðis orsøkunum tí stóvnspláss og arbeiðspláss komu til oynna tá. Hamragarður, sum er til 24 búfólk, hevur ikki tikið seinastu lonina í nýtslu vegna sparingar, so tað vil siga at 6 pláss enn ikki eru tikin í nýtslu. Beint nú húsast fólkini á sambýlinum á Tvøroyri, sum fór í storminum har, men hetta er einans ein fyribilsloysn fram til 1 februar, tá Hamragarður vónandi letur seinastu 6 plássini upp.
Stýrið fyri Suðuroyar Ellis og Røktarheim hevur ynskt at fáa gjørt nøkur av búplássunum um til búpláss til dement fólk. Um henda umsókn verður gingin á møti skulu færri fólk sigast upp,tí at fólk við demens tørva hægri starvsfólkanormering í mun til onnur búfólk. Havi roynt at virka fyri hesum í Trivnaðarnevndini, og Trivnaðarnevndin hevur eisini viðmælt ætlanini. So er spennandi hvørja víðari viðgerð málið fær ?
Suðuroyggin hevur í dag ongi pláss til dement fólk og tí er ætlanin um at útvega hesi eisini skilagóð, og kann vera við til at betra um tænastuna, samstundis sum arbeiðspláss kunnu varðveitast. Vónandi eru fólk so mikið at sær komin at tey síggja álvaran í hesum og taka undir við ætlanini.
Tað tykist sum málið um røktarheimspláss í Suðuroynni ongantíð hevur verið fløktari enn tað sama. Alt byrjaði við tí famøsu ætlanini um at sunnara helvt skuldi fáa eitt røktarheim í býti fyri miðnámsskúlan. Trøðini vuksu inn í himmalin tá, og tøl sum 60 arbeiðspláss og uppeftir blivu nevnd. Og vit sum dittaðu okkum at seta nakrar kvalificeraðir spurningar, ja tíverri fingu vit so sára rætt. Vit fingu ongantíð øll tey plássini vit vóru lovað, og tað skal vera einum hvørjum frítt at telja hvussu nógv fleiri størv vit hava fingið innan eldrarøktina í Suðuroynni. Eitt stendur so eftir – vit fingu rokningina !
Sirið Stenberg
