Suðuroyggin skuldið ”fáa”áleið 60 størv í samband við at nýtt ellisheim skuldi byggjast í Vági. Tað var eins og lovaða landið var fyri stavn, ongin endi var á hvussu gott alt skuldi blíva. Arbeiði skuldi vera til allar hendur, og sjálvt barnagarður bleiv nevndur sum ein møguligur ”vinningur” av tí heila, nú kommununar komu at fáa so nógvan skatt inn ! Á jú, vit skuldu sjálvi gjalda heimið, og so líka flyta ein skúla, men tað var onkið í mun til hvat vit komu at ”fáa”
Alt hetta mál hevur elvt til stórar ósemjur, serliga í Vági. Nú ellisheimið hjá kommununum í sunnaru helvt er um at vera liðugt, og skúla-ellisheimsruðuleikin tíbetur er um at leggja seg, so spælir ABC-samgongan enn ein jokara út í spælið. Nú er knappliga neyðugt at niðurleggja fleiri røktarheimspláss á Suðuroyar Ellis og Røktarheimið í samband við sparingar, og omaná hetta hevur verið frammi at nýggja ellisheimið hjá kommununum í sunnaru helvt møguliga ikki opnar við fullum kapasiteti ?
Somu løgtingslimir sum ”lótu” okkum eitt ellisheim, hava nú tikið undir við skerjingum á eldraøkinum í suðuroynni, grundað á at størvini nokk koma aftur á nýggja heiminum í Vági. Spennandi verður at gera upp hvussu høgt starvsfólkatalið í eldrarøktini verður tá ið alt kemur til alt....
So jú, gávur skulu betalast aftur. Fyrsta rokningin er nú komin. 14 starvsfólk vera nú so ella so rakt av sparingunum á Suðuroyar Ellis og Røktarheimið. Framferðarhátturin í samband við tilgongdina fram móti uppsøgnunum hevur verið alt annað enn mjúku, hetta er lýst fleiri ferðir í fjølmiðlunum, t.d hevur sálarfrøðingur sammett hendan við tortur, í eini grein á Suðurrás, umframt at starvsfólkini hava gjørt vart við seg. Tað talar fyri seg.
Nú fara øll í frustratión at leita eftir onkrum at ábyrgda fyri hetta. Ábyrgdina eigur bert tann politiski myndugleikin, minnist til tað ! Hvar eru tit nú sum lovaðu okkum øll hesi arbeiðsplássini ?? Tit sum vóru so góð við Suðuroynna, og hildu ABC-loysnina vera einasta ABC´ suðringum tørvaði
Veljarin dugir sítt ABC, so eg vóni veljarin betalir tykkum gávurna aftur !
