Um lygn, latín og lágan tíðindaflutning

31 August 2011
Skrivað hevur
Høgni Hoydal

“Sic transit gloria mundi” – ella leysliga umsett: “Soleiðis ferst heimsins herligheit”.

Hetta latínska orðatakið rennur mær til hugs, nú grovar ákærur halda fram at flúgva í miðlum og á alnótini um stjórnarskipanarmálið – um lygnir og manipulasjón.

Seinast heldur hetta fram, tí eg í samrøðu við Norðlýsið havi eftirlýst ábyrgd hjá fjølmiðlum. Mín viðmerking til Norðlýsið snýr seg um, at tá fjølmiðlar bera grovar persónsákærur fram sum tíðindi, ið blinka afturvendandi á portalum sum tíðindi, so má minsta krav vera, at tíðindamiðilin kannar uppáhaldini og setir partarnar til svars.

Tað skuldi ikki tikið langa tíð at kanna, hvat veruliga er sagt og hent og gjørt í málinum – og síðani at gera eina sakliga meting um, hvørt talan er um lygnir, manipulasjón - ella bara ymiskar politiskar fatanir og ymiskar metingar av einari politiskari gongd og av politiskum málsetningum og arbeiðshátti.

Og kemur ein saklig greining og staðfesting til, at undirritaði er lygnari, so vóni eg sanniliga, at fjølmiðlar og almenningur krevja greiðar avleiðingar og atgerðir frá mær og flokki mínum.

Kemur ein saklig greining til, at talan er um spjaldur, ið verða sett fram í einum politiskum stríði, so vóni eg sanniliga, at svar og avleiðingar krevjast frá teimum, ið hava sett tey fram.

Gera fjølmiðlar ikki hetta, tá teir velja at gera persónsálop til tíðindi, so verður politiska viðgerðin í fjølmiðlunum eins og ein boksiringur, ið verður settur upp til fría nýtslu hjá politikarum at berjast í. - Og vilt tú ikki fara upp í ringin, ert tú prísgivin. Uppáhald verða sett fram og slongd út. Orð verða løgd øðrum í munnin og síðani skírd ósonn – og ongin kannar eftir, hvat vendir upp ella niður.

Til dømis hevur verið sagt um stjórnarskipanarmálið:

- At undirritaði fleiri ferðir skal hava lagt ein navngivnan fyrrverandi floksfelaga undir ”at lata seg stýra av hóttanum frá Lars Løkke”. (Hvar og nær er tað gjørt?)

- Tað hevur verið skírt ósatt, at hvøssu viðmerkingarnar og uppíblandingin hjá donsku stjórnini í føroysku stjórnarskipanina hava elvt til grundleggjandi broytingar í stjórnarskipanaruppskotinum og hevur spjatt ta semju, ið var. Hetta hava annars bæði løgmaður og onnur sambandsfólk kravt alment. Og tískil hevur tað sjálvsagt eisini havt stóra ávirkan á tey broytingaruppskot, sum sambandsflokkurin kundi taka undir við í stjórnarskipanarmálinum og sum ein meiriluti legði fram.

- Afturvendandi uppáhald eru førd fram um, at Tjóðveldi ikki vil hava semjur (hóast vit hava gjørt tíggjutals broytingaruppskot, sum okkum ikki líkar, og at vit at enda t.d. skutu upp at strika formælið, sum var ein av størstu snávingarsteinunum).

- Útsagnir um, at tingfólk hjá Tjóðveldi hava tikið støðu eftir einum formanni, ið ikki vil semjur og hevur kryptiskar grundgevingar (hóast málið hevur verið viðgjørt óteljandi ferðir í tingmanning og aðalstjórn hjá Tjóðveldi og niðurstøður um at finna semjur eru gjørdar).

- Uppáhald um, at Tjóðveldi hevur ynskt stríð og ósemju – hóast vit mæltu til ikki at fara fram við einum uppskoti uttan breiða semju, har ørgrynna av ymiskum broytingar- og minnilutauppskotum vórðu sett fram. Og at vit tískil halda, at roynt hevur verið at forcera eina ósemju fram, ið var óneyðug at leggja á blik.

- Uppáhald um, at vit hava ”forkomið stjórnarskipanini”, sum vit annars hava byrjað og stríðst fyri í 11 ár við óteljandi kompromisum og broytingum. Og sum kann leggjast fram og gerast liðug, um nakar vilji er til tað. Ja, tað er enntá sagt, at undirritaði, Kaj Leo Johannesen og Lars Løkke Rasmussen (!) hava verið samdir um at forkomið stjórnarskipanini.

Her eru sostatt upp í leypar av útsagnum og uppáhaldum, sum ein kann gerast reiðiliga óður um og hava hug at leypa framav fyri og skíra bæði eitt og annað. Men hvørjum skal tað tæna?

Fólk og fjølmiðlar eiga sjálv at kunna meta um, hvørt politikarar royna at polarisera, skapa ósemju og seta kílar millum flokkar og samstarvsfelagar. Men um ongin roynir at eftirkanna, hvat tað faktuella er í málinum, so fara bert vanligir fórdómar og spjaldur at stýra viðgerðini.

Tað er ein erlig søk at vera ósamd um grundleggjandi spurningar. Tað er ein erlig søk at vera meira samdur við sjónarmiðini hjá øðrum flokkum um ríkisrættarligu støðuna, hvørji mál skulu røkkast og hvussu vit røkka teimum, enn við Tjóðveldi.

Men so má greinast, hvar politisku munirnir liggja og sjónarmiðini hjá hvørjum øðrum mugu virðast. Og út frá hesum kann semja fáast um eina framferð ella eina felagsmongd, har flokkarnir ikki skulu sleppa sínum grundarlagi og hugsjónum. Tað tykist lítið semjusøkjandi at skíra tey, tú ert ósamdur við fyri ómøgulig og óvikandi, um tey ikki eru samd við júst tí, sum tú sigur og heldur.

Og annars finst alt, sum sagt er alment um málið til skjals í teksti ella á bandi.

Fyri tey, sum hava áhuga í, hvat politiska málið snýr seg um, vísi eg til álitið frá §25-nevndini um stjórnarskipan, ið varð lagt fram í summar. Hetta kann lesast á niðanfyristandandi leinkju. Mínar viðmerkingar vegna Tjóðveldi eru at lesa frá síðu 11. Tað skuldi borið væl til hjá fjølmiðlum og fólki annars at gjørt sínar niðurstøður um, hvørt talan er um lygnir, politiskt innihald ella vantandi vilja til semjur í hesum máli.

http://www.logting.fo/files/casestate/10301/011.10%20alit%20um%20stjornarskipan%20(1).pdf

Uppskotið og viðmerkingarnar frá fyrru nevndini í 2010, har sagt hevur verið, at talan ikki var um semju millum flokkarnar, kann lesast á hesi leinkju (viðmerkingar frá nevndini á aftastu síðunum):

http://www.logting.fo/files/casestate/9955/140.09%20Stjornarskipan%20(1).pdf

Høgni Hoydal