1. Munnligur fyrispurningur til løgmann um avleiðingar av, at uppskot til játtanarkarm verður munandi broytt ella als ikki samtykt
- Hvørjar avleiðingar ætlar løgmaður at taka, um uppskotið til játtanarkarm verður munandi broytt í fíggjarnevndini og í Løgtinginum?
- Hvørjar avleiðingar ætlar løgmaður at taka um uppskotið til játtanarkarm ikki kemur aftur úr Fíggarnevndini ella als ikki verður samtykt?
2. Munnligur fyrispurningur til løgmann um ógreinaðar sparingar á uppskoti til fíggjarkarm fyri 2011
- Hvat merkir tað, at Mentamálaráðið í 2011 skal spara knappar 10 mió. kr. á ymsum kontum "runt umkring"?
- Hvat merkir tað, at Innlendismálaráðið og Fiskimálaráðið skulu spara upphæddir "runt umkring"?
- Hvat merkir tað, at Nærverkið skal spara 13 mió. kr.?
- Heldur løgmaður, at tað er í samsvari við ætlanirnar í lógini um játtanarskipan, at ásett verður eitt hugtak fyri tíggjutals mió. í sparingum: "runt umkring" - og er hetta professionelt og greitt arbeiði, sum løgting, fyrisiting og almenningur kunnu fyrihalda seg til?
Viðmerkingar
Á uppskotinum til fíggjarkarm fyri 2011 eru settar 30 mió. krónur í ógreinaðum sparingum á ymsum greinum.
Nærverkið verður sett til at spara 13 mió. kr.
Og í Mentamálaráðnum eru settar sparingar fyri knappar 10 mió. kr. undir heitinum "runt umkring". Tað sama stendur hjá Fiskimálaráðnum og hjá Innlendismálaráðnum - "runt umkring".
Ilt er at síggja nakað endamál við slíkum teksti, tá hugsað verður um endamálið við játtanarlógini. Hetta kann bert skapa ørkymlan og at uppskot til játtanarkarm ikki verður tikið í álvara.
Tveir fyrispurningar til løgmann
6 April 2010
