Túsund røddir kvøða

2 August 2011
Skrivað hevur
Høgni Hoydal

Fagra, fjølbroytta fjøld, ið her er savnað ólavsøkudag til fólkafundar. Unga Tjóðveldinum enn einaferð fyri at takka – nú á tíggjunda ári, hugsi eg.

Hesar dagarnar og vikurnar er vit øll norðmenn.

Vit eru øll mammur og pápar.
Ommur og abbar.
Beiggi og systir.
Systkinabarn.
Vinir.

Ja, menniskju, ið samkenna. Ítøkiliga og beinleiðis við næstan og frændan.

Feigdardagurin í Noregi hevur í sínum markleysa meiningsloysi og sínum óskiljandi óndskapi, frá degi til dags brotið niður garðar. Tikið burtur gyrðingar, skott og minkað frástøður, sum vit óltilvitað byggja upp og halda við líka í okkara fatanum av medmenniskjum, umheiminum, grannum okkara, og okkara egnu støðu í heiminum.

Tað fer at taka ár og áratíggju at viðgera og handfara sorgina, skelkin og teir óteljandi spurningarnar, ið taka seg upp í kjalarvørrinum á hesum sorgarleiki.

Men undir øllum umstøðum eigur tað at elva til umhugsni og djúphugsni.

Og týdningarmest er, at ræðuleikin ikki elvir til nýggj skammlop – eins og tey, ið longu eru lopin og eiga sín stóra lut í illgerðini.

Vit hava á føroyskum so frágera góð orð og hugtøk sum at ”skilja” og ”at duga á at skynja”. At skilja sundur, at greina og síggja munir til tess at fata og síggja samanhangir. Ikki at skera yvir ein kamb, gera lættar niðurstøður og koyra alt í ein pott – ja, at gera skammlop.

Slík skammlop sóu vit beinanvegin, tá fyrstu tíðindini bórust úr Noregi: Tær so sterku fíggindamyndirnar, ið eru bygdar upp so drúgt og leingi móti ávísum samfelagsbólkum, gjørdust beinanvegin virknar. Og nýggj álop og hevndaratgerðir vórðu kunngjørd í almenna rúminum móti óskyldugum fólki.

Norska fólkið og norska politiska skipanin hava tíbetur staðið saman um umhugsnið og skilið og skynsemið.

Tað kundi jú lættliga elvt til kensluna, sum Janus skald lýsir hjá Turið Megineinkjuni:

Túsund røddir kvøða:
Brátt er hevndarstund!
Meðan sárin’ bløða,
Klekir ørnabøga
Svørð til svangan fund.

Ístaðin hava túsund røddir kvøðið um samkenslu og fólkaræði. Túsund hjørtu hava latið seg upp. Túsund eygu grátið. Túsund hendur tikið hvør í aðra. – Ja, tíggjutúsund. Hundraðtúsund. Milliónir.

Vit kunnu ikki seta beinleiðis samband millum illgerðirnar og skammlopini í høvdunum hjá einstaklingum – og so politiskt stríð og ósemjur, sum fara fram á fólkaræðisligari grund.

Men vit eiga kortini at nýta skelkin til at fordøma allan harðskap. Allan yvirgang. Alla týning og alla haturstalu – uttan mun til í hvørjum navni, tey verða framd.

Søgan og nútíðin hava lært okkum aftur og aftur, at allir teir størstu mannaskaptu ræðuleikarnir, hópdrápini og sorgarleikirnir í heiminum, hava havt ein felagsnevnara: At frammanundan eru fólk, tjóðir, samfelagsbólkar og politisk mótstøðufólk vorðin ”demoniserað” og fíggindamarkað. Samfelagsbólkar eru í orðum, lógum og gerðum miðvíst settir í støður, har grundleggjandi menniskjaligir eginleikar og rættindi eru ript av teimum – til tey ikki eru næstar og javnlíkar, men fíggindar og kollektivar hóttanir. Sum so sjálvútnevndir leikarar seta seg fram at verja okkum ímóti. Við harðskapi og myrkum morðum.

Gævi vit kunnu nýta tað, at garðar og gyrðingar millum mennisku og hjørtu eru sett til viks – í hvussu er eina stund – til eisini at skilja og samkenna tær sorgir, tað meiningsloysið og teir ræðuleikar, ið støðugt fara fram um allan heim. Í kríggi, hópdrápum og yvirgangi. Og í teirri hungursneyð og sorg, sum í dag rakar landnyrðingshornið á afrikanska meginlandinum – og sum heimurin sjálvandi kann gera nakað við.

----

Tann týski heimsspekingurin, Ernst Bloch, ið sjálvur hevði upplivað týningarlegurnar undir seinna heimsbardaga, menti eina filosfiska meginreglu, sum hann kallaði “Prinzip Hoffnung”: Meginreglan Vón.

Hann greinaði seg fram til, at vónin er sjálvur grundvøllurin, ið ger okkum til menniskju. At vit sjálvt í ringasta meiningsloysi, hava vónina um at betra mannalívið her á jørð og at broyta okkara umstøður beint har, sum vit eru og saman við øðrum. At um vit vit sleppa vónini og dreymunum um at kunna broyta okkara støðu og skapa ein betri heim, so reiða vit í veruleikanum ból fyri ræðuleikunum. Um vit halda órættvísi og óndskap vera óbroytiligar treytir í heiminum, so elvir hetta til tað máttloysið og til tað forfall í fólkaræði og samhaldsfesti, sum hevur myndað nýggjaru heimssøguna.

“Meginreglan Vón” er eitt skilagott grundarlag og hugtak fyri øllum visjónum og dreymum um fólkaræði og samhaldsfesti. Og fyri at hava veruliga ávirkan á sínar egnu umstøður – á heimin og á sítt egna samfelag.
---

Og her í miðjum Norðuratlantshavi standa vit og kunnu eisini skapa eitt veruligt fólkaræði. Við samhaldsfesti, ávirkan hjá øllum og frælsi at virka í heiminum.

Tað er ikki eitt stríð ímóti nøkrum øðrum ella ímóti rættindunum hjá øðrum. Tað er eitt stríð fyri javnrættindum og ábyrgd millum fólk.

Tað verður ofta skírt romantiskt dreymatos og veruleikafjart at skipa Føroyar sum eitt veruligt og nútímans fólkaræði.

Ja, eg vil fegin skírast droymari. Tað eru dreymar og vónir, sum broyta veruleikan og skapa tað, sum mennir okkum, og sum vit dýrmeta, tá tey eru framd.

Tað eru dreymar og vónir og hugsjónir, sum hava skapt okkara mál og mentan. Okkara skúlar. Okkara vinnu. Okkara sosialu skipanir. Okkara samstarv við restina av heiminum.

Tað er ikki at vera áskoðarar til okkara samfelag, og siga “best man vera sum er”. Ella: “Vit vita, hvat vit hava.” Ella: “Vit fáa ikki broytt veruleikan”.

Politikkur snýr seg um at broyta veruleikar. Vit standa alt ov ofta sum ein kráka í vátaslettingi – og kroka heldur enn at ganga út í vindin.

Heldur skulu vit siga: Vit vita, hvat vit hava – og tí kunnu vit eisini droyma um og velja nakað annað.

Um vit hugsa ov leingi um næsta stig, verða vit standandi á einum beini alt lívið.

Og tað er als ongin andsøgn millum at hava hugsjónir, dreymar og vónir og so at fremja praktiskar broytingar og ítøkilig stig. Tvørturímóti treyta dreymar og praktiskur politikkur hvørt annað.

Føroyskur politikkur er tíverri í alt ov langa tíð farin fram, sum ein løgin útgáva av Paradise Hotel. Har tað tykist sum vit politikarar eru settir inn á eitt afturlatið pláss uttan samband við umheimin. Og har so tað ræður um at gera skiftandi alliansur, sáa søgur um hvønn annan, rýmar úr einum kamari í annað og at atkvøða ymisk fólk út og heim. Har meginreglan er: Eins deyð - annans breyð.

Soleiðis nýtist tað ikki at vera. Tað ber væl til at broyta og fremja okkara dreymar og visjónir uttan at venda aftur til gomul stríð og enurtøkur.

Okkum vantar í veruleikanum ikki nógv í at standa á egnum beinum búskaparliga. Okkara egna framleiðsla er 95% av øllum virðum vit skapa.

Og bara við broytingum í okkara fiskivinnu og orkuframleiðslu, kunnu vit leggja afturat dreyminum um Føroyar sum ein grønan miðdepil í Norðuratlantshavi.

- Vit kunnu útbyggja okkara útbúgvingarskipan og draga nógv fleiri fólk til okkara.
- Vit kunnu fremja sosialt rættvísar skipanir. Vit kunnu geva øllum pláss.
- Vit kunnu broyta blinda valdið hjá fíggjarheiminum og seta krøv.
- Vit kunnu útbyggja land okkara í javnvág millum økini í landinum.

Og vit kunnu sjálvandi loysa. Okkum vantar í veruleikanum ikki nógv í, um vit leggja væl til rættis og arbeiða miðvíst.

Men tað krevur sjálvandi, at túsund røddir eisini her kvøða um frælsi og samhaldsfesti. At túsund høvd og hendur vilja finna saman um at fremja vónir og dreymar.

Lat Janus Djurhuus eisini eiga seinastu orðini, tá hann yrkir um vónina tvørtur um landamørk:

Sólin doyr í vesturroða,
ristir enn við ríkri hond
kærleiksrúnir yvir lond —
tær, ið gyrða gleði gilt,
tær, ið minka meinið milt —
savnist øll á jarðar kringi...

Góða ólavsøku.