Tjóðveldi sum ræðumynd

13 November 2007
Skrivað hevur
Høgni Hoydal

Ein gongd, sum er kend um allan heim – og sum tíverri oftani fær týdning fyri politisk val.

Valstríðið higartil til fólkatingsvalið hevur verið tamt og lítið áleypandi. Men hesar seinastu dagarnar koma ræðusøgurnar bóltandi í torvum.

Sumt er álvarsligt, annað meira pínligt ella rættiliga skemtiligt.

Álvarsligu ræðumyndirnar pína

Millum tað álvarsliga eru royndirnar hjá Miðflokkinum at tekna ræðumyndina av Tjóðveldinum. Leggur okkum undir at vilja avtaka hjúnabandið, at formaðurin vil útseta loysingina orsakað av skrásettum parlagi og øðrum, sum koma skal, at vera hóttan móti kristindóminum og so framvegis.

Onki av hesum hevur sjálvsagt hald í veruleikanum, men kortini verður tað endurtikið og sent runt millum fólk.

Havi lovað mær sjálvum, at eg skal ikki leypa á mín fyrrverandi partamann og samstarvsfelaga, sum er farin í Miðflokkin. Og skal tí bert siga, at eg eri málleysur og ikki sørt vónsvikin av at fáa slíkar ósannar ræðusøgur oman yvir meg sjálvan, flokkin og floksfelagar. Og tað hevði verið minsta krav at fingið nøkur prógv ella bara sannlíkar grundgevingar á borðið, tá slíkt verður sett fram.

Tær pínligu ræðumyndirnar undra

Síðani til tær meira pínligu ræðumyndirnar:

Bjarni Djurholm, varaløgmaður, hevur á heimasíðu Fólkafloksins eitt videobrot, har hann skírir kanningina av føroyingum í Danmark, sum Tjóðveldið hevur fingið gjørt, at vera bluff og fupp.

Hóast kanningin er gjørd av Danmarks Statistik eftir fakligum krøvum og mannagongdum og uttan nakra politisk uppíblanding, so sigur Bjarni Djurholm, at hetta kann ikki brúkast til nakað sum helst.

Og tann hartsláandi grundgevingin hjá Djurholm er hendan: Høgni Hoydal er føddur í Danmark! Onnur omma hansara var donsk! Og hin omman flutti niður fyri kríggið! Og so er næstformaðurin í Tjóðveldi eisini føddur í Danmark!

Sanniliga eitt høgt støði hjá varaløgmanni í Føroyum. Bert at undrast á, at sjálvt ein kanning, sum leggur allar fortreytir greitt fram og átti at verið funnin fressur hjá landsins stýri at brúkt til nakað skilagott, eisini skal nýtast sum ræðumynd.

Sjón fæst fyri søgn á www.folkaflokkurin.fo

Tær skemtiligu ræðumyndirnar

Og lat okkum so eisini nema við tær meira skemtiligu ræðumyndirnar av Tjóðveldi, ið nú verða varpaðar út.

Virgar Dalsgaard hevur aftur megnað at fingið meg at sita í skellilátri við sínum skrivaðu keipumyndum av Tjóðveldinum og undirritaða, har m.a. eg skal hava býtt danskar karamellir út á gøtum og strætum í Føroyum, og annars ikki standi nógv aftan fyri heimsins bølmenni – og nú enntá havi ábyrgdina av politisku gerðunum og framferðini hjá politikarum í bróðurflokki javnaðarfloksins í Grønlandi, sum Virgar vanliga hálovar fyri sítt tætta samstarv við føroysku javnaðarformenninar.

Veit ikki, hvør hevur billað Virgari hesar søgur inn, men eg takki fyri frálíkt undirhald.

Upp aftur stuttligari gerst tað, tá karamellusøgurnar eisini verða brúktar í orðaskifti millum floksformenn í sjónvarpinum til tess at seta niður á Tjóðveldið. Onki kann yvirhøvur gera meg bilsnan longur í føroysku politikki.

Og tey, sum hoyrdu sendingina á Rás2 hjá Javnaðarflokkinum mánakvøldið millum 21 og 22, fingu so ta sera skemtiligu ræðumyndina av Tjóðveldinum frá mínum góða vini, Dan Reinert Petersen.

Her vóru øll tjóðveldisfólk og loysingarfólk skírd fanatikarar, sum vildu kvetta, oyðileggja, bróta niður, vóru óálítandi og støðuleys. Kommunistar og høgravend alt í einum.

Tað var sum at lesa Dagblaðið í 70’unum.

Takk fyri Dan. Hatta minti okkum øll á gamlar dagar. Og ikki minni skemtiligt gjørdist tað, tá hini javnaðarumboðini í útvarpsstovuni hoyrdust harka og hosta og royndu at steðga Dan.

Sanniliga nakrir dagar, har tosið um eitt tamt valstríð hevur fingið skot fyri bógvin.

Og har vit nú hvør í sínum lagi kunnu eygleiða, hvussu ræðumyndirnar og royndirnar at skapa ótta, hava sína sterku grundfesting í Føroyum.

Høgni Hoydal