Tí atkvøddi eg fyri einum valdømi

29 October 2007
Skrivað hevur
Høgni Hoydal


Tí vil eg fegin grundgeva fyri, á hvørjum grundarlagi eg tók mína støðu.

Vit skuldu sum tingfólk taka støðu fyri og ímóti. Øll tjóðveldisumboð stóðu við ta fráboðan, vit høvdu gjørt fyri trimum mánaðum síðani. Og tá málið kom so langt í øllum ruðulleikanum mátti tað eftir mínum tykki eisini avgreiðast. Tí annars høvdu mánaðir og ár gingið, har føroyskur politikkur bert hevði snúð seg um stríð millum økini í landinum. Har ógjørligt hevði verið at onnur mál á skránna um framtíðina hjá landi og tjóð. Sundurlyndið hevði fingið enn betri dagar enn nakrantíð.

Vit høvdu langt síðani gjørt av, at hvør stóð frítt at atkvøða eftir egnari sannføring

Mín sannføring er, at tað var rætt at skipa Føroyar í eitt valdømi. Tí tá noyðast flokkarnir og øll teirra umboð at umboða og virka fyri øllum pørtunum av landinum. Bæði landspolitiskt og lokalpolitiskt. Tað vil siga, at økini verða umboðað av teimum tingfólkum, ið búgva har og hava fingurin á pulsinum, men eisini av øllum hinum tingfólkunum og flokkinum.

Í nógv størri mun enn nú, har vit hava havt lyndi til at latið sokallaða lokalpolitikkin verða umboðaðan í einum stríði millum økini og tingfólkini.

Fyri Tjóðveldi merkir tað, at vit sum flokkur í einum valdømi hava skyldu at hava ein nógv greiðari økismenningar- og langtíðarpolitikk, ið fevnir um øll økini í landinum og útjaðaran – og at tað ikki bert verður latið upp í hendurnar á teimum umboðum, ið hava heimstað í ymsu oyggjunum og plássunum, at berjast fyri áhugamálunum hjá sínum øki.

Eg síggi somueliðis hetta málið beinleiðis tengt saman við at, at vit skulu fáa 7 kommunur, ið taka væl størri uppgávur á seg, og at vit fáa eina útjavningarskipan, ið gevur økjunum í landinum somu møguleikar at mennast.

Okkara politikkur og okkara mál eru, at fólk skulu hava somu møguleikar – uttan mun til, hvar vit búgva í landinum, og at økini í Føroyum skulu kunna mennast í rímiligari javnvág. Hetta skulu øll umboð okkara virka fyri í felag – og saman við økisfeløgunum, sum nú fáa enn størri uppgávur at ávirka politikkin hjá øllum flokkinum beinleiðis

Sjálvur havi eg stríðst fyri uppskotum um ferjur, undirsjóartunlar, skúlar, ellis- og røktarheim og aðrar landsíløgur kring alt landið – uttan mun til, um eg havi verið valdur í Suðurstreymi ella ikki. Tí eg eri sannførdur um, at vit skulu hava einar størri Føroyar, sum eru samanbundnar. Og har tað ber til at liva eitt nútímans lív kring landið, uttan at savnast í fáum býum.

Kortini verði eg mangan skírdur av øðrum løgtingsfólki at vera miðstaðarpolitikari og at vilja leggja alt í Havn. Hesin hugburður er oyðileggjandi fyri samstarv og fyri eitt virkandi fólkaræði, tá vit seta alt upp sum eitt stríð millum hendan og handan, ella hesa ella hasa – alt eftir, hvar vit búgva í landinum.

Hetta noyðast allir flokkar og øll løgtingsumboð at sleppa sær burturúr við einum valdømi. Lokalpolitikkurin verður ikki minni, og tað er onki ringt í lokalpolitikki. Hann verður bert øðrvísi. Lokalpolitikkur og landspolitkkur skulu nú fáast at sampakka á ein øðrvísi hátt – fyri samlaðu flokkarnar, feløg og tingbólkar.

Tí skilji eg heldur ikki, hví fólk, ið taka undir við einum valdømi royna at grundgeva við at sleppast skal av við lokalpolitikkin. Eisini var grundgevingin hjá John Johannesen um at at gera allar Føroyar til ein bý, millum avgjørt ringastu argumentini fyri einum valdømi.

Føroyar skulu framvegis mennast við fjøltáttaðari búseting og lokalsamfeløgum.

Og tað liggur ein ótrúlig ábyrgd á okkum sum flokki at prógva, at hetta ikki bara er tos ella uttanumtos, men skal vísast í verki.

Eg síggi eisini nógv størri møguleikar fyri at savna okkum um hugsjónirnar og felags stev fyri alt landið. Tað eigur at geva Tjóðveldinum enn betri møguleikar.

Men tað hendir ikki av sær sjálvum. Tað krevur, at vit vilja stríðast fyri hesum máli. Annars kunnu nógvir av vansunum, sum vísti hevur verið á, gerast veruleiki.

Høgni Hoydal