Í valstríðnum hoyrdu vit nógv um “tey gomlu” og alt sum teimum bleiv lovað. Nú atkvøðan er fingin til høldar kunnu vit so eftirmeta hvørjar ætlanir ABDH samgongan hevur til batar fyri okkara eldra ættarlið, afturfyri atkvøðuna.
Teir fáu dagar samgongan hevur sitið við valdið eru løgd fram fleiri uppskot, sum í stóran mun ávirka tey eldru.
Eitt stórt mál er uppskotið um at fastfrysta almannaveitingarnar. Hetta merkir at ætlaða hækkingin uppá 1 % fellur burtur. Størsti bólkurin ið kemur at merkja hetta eru fólkapensionistarnir. Fólkapensiónin kemur at standa í stað.
Somuleiðis er ætlanin at hækka gjaldið til Heilsutrygd og afturat tí at minka um tann stuðul sum Heilsutrygd kann veita, eitt nú heilivág.
Egingjaldið uppá 2000 kr til hvørt hoyrtól, sum eftir ætlan skulu takast burtur aftur í 2012 verður nú eftir ætlan helst ein varandi loysn.
Í heyst vísti Hagstovan á at 14 % av fólkapensionistnum liva í fátæktavága. Næst eftir hesi koma støku uppihaldarirnir. Og júst hendan bólkin rakar man nú við hækkandi gjøldum, og minni pensión, somuleiðis sum vit vita at SEV ynskir at hækka prísin, at oljan er dyr og at tað er dyrt at liva. Hvørjum væntar man at tey eldru skulu liva av ? Tað verður nokk ikki av skattalættanum !
Tað gevur í mínari verð onga meining at skava nakrar fáar milliónir av hjá pensionistunum alt meðan man arbeiðir við hond og fót fyri at geva skattalætta uppá hundraðtals milliónir til tey vælbjargaðu. Var tað hetta “tey gomlu” fingu fyri atkvøðuna ?
Beint áðrenn val bleiv útskrivað samtykti Løgtingið eitt uppskot um at hjúnarfelagar nú kundu forvinna eina ávísa upphædd frá jan 2012 uttan at hetta bleiv mótroknað í fólkapensiónini hjá hjúnarfelaganum. Hetta hava nógvir pensionistar sæð fram til, men nú er ætlanin at taka hesa broyting aftur, áðrenn hon nakrantíð bleiv sett ígildið. Segði nakar valagn ?
Men vit skulu ikki taka tað so tungt siga tey, tí kanska pensiónirnar hækka hóast alt. Um lønarsamráðingarnar á arbeiðsmarknaðinum føra til lønarhækkan skulu pensiónirnar hækka samsvarandi. So er tað tað, at samsvarandi ikki merkir sama %-tal, men procentvís av viðbótini. Smart.
Og eg sum helt at Løgtingið hevði ábyrgdina av pensiónsveitingunum, og ikki fagfeløgini.
Sirið Stenberg løgtingskvinna
