Eg vóni ikki at hetta er so, nú fólkavaldu umboðini úr Suðuroynni eru so kyrr viðvíkajdi uppskotinum um bygnaðarbroytingar í Føroyska Sjúkrahúsverkinum.
Tað synist sum ongin hevur skilt at hav er millum suðuroynna og miðstaðarøki ??
Sum so ofta, so er tað til okkara fyrimun at smáu sjúkrahúsini vera viðgjørd undir einum, sjálvt um hetta í verðuleikanum als ikki átti at verið so.
So skjótt smáu sjúkrahúsini vera viðgjørd síggja vit hvussu skjótir norðingar eru at verja borg, meðan okkara fólk í alt ov stóran mun tigur. Tó so, onkur er sum roynir, og takk fyri tað.
Nú uppskot er frammi um eina felags sjúkrahúsleiðsu so eru suðringar sjálvsagt ræddir fyri at hetta er ein niðurlaging av Suðuroyar Sjúkrahúsið. Og man hetta ikki vera av røttum ??
Í uppskotinum verður nevnt at ” Sjúkrahúsverkið fevnir um Sjúkrahús Føroya umframt serligar stóvnar eftir landsstýrismansins avgerð” Ongin útgreining er av hvat ”serligir stóvnur” er. Uppskotið fevnir so víða at lógargrundarlagið undir Suðuroyar Sjúkrahúsið hvørvur, og tað verður upp til tað landsstýrisfólk sum umsitir heilsumál at avgera hvat hesin ”serligi stóvnur” til einhvørja tíð kemur at innihalda.
Føroyar er enn eitt oyggjasamfelag, men verður tíverri stýrt sum ein central eind.
Tað kann ikki yvirmetast hvønn tydning Suðuroyar Sjúkrahús hevur fyri trygdina í oynni. So leingi vit ikki hava vælvirkandi læknafagliga tyrlutænastu ella kunnu koyra til eitt sjúkrahús innan ávíst tíðarskeið, mugu vit hava eitt vælvirkandi sjúkrahús í oynni.
Eitt annað sera umráðandi argument fyri at hava eitt sjúkrahús á høgum støðið í oynni er tað, at í tí løtu so at siga allir akuttir sjúklingar skulu av oynni so hvørvur førleikin innan hetta øki úr oynni. Somuleiðis koma tey sum starvast eftir, at vera tey sum koma at móttaka sjúklingunum, og tá ið kompitancan er farin úr økinum tí starvsfólkið ikki fær nakrar arbeiðsroyndir á akutta økinum, ja, so er trygdin – so góð hon enn kann vera á pappírinum – horvin
So suðringar, standi saman um Suðuroyar Sjúkrahús !
