Lætt er at lata seg draga niður í ta búskaparliga myrkrið, sum politiska leiðslan í Føroyum í løtuni manar fram hvønn dag.
Men megna vit at leggja um og taka nakrar slóðbrótandi avgerðir, ið byggja á hugsjónarvirðini: frælsi, javnrættindi, samhaldsfesti og burðardygd, so hava vit í veruleikanum góðar møguleikar at menna okkum sum ein grøn vakstrarlund í miðjum Norðuratlantshavi og leggja rásina til ein sjálvberandi búskap.
Tí í mun til onnur lond, ið hava tengt sín búskap á fiktiv spekulasjónsvirði, hava vit við bara eini umlegging í okkara tilfeingisumsiting, har vit lutfalsliga liggja í einum av heimsins ríkastu og mest áhugaverdu økjum, møguleikan at fáa ein sterka búskaparliga vend.
Heimurin skríggjar eftir burðardyggari vinnu – og altjóða trýst liggur á okkum um at liva upp til hesi krøv, um vit skulu vera kappingarfør. Samstundis eru allir partar í Føroyum eftirhondini greiðir um, at okkara botnfiskaveiða og floti má ígjøgnum broytingar, um talan skal vera um fíggjarliga og búskaparliga burðardygd fyri vinnuna sjálva. Bara politiska skipanin blokkerar harðliga fyri broytingum.
Ítøkiliga hava vit í Tjóðveldi okkara greiða boð uppá hesa umlegging við uppskotinum um fiskivinnureform og tilfeingisbúð.
Tað er byrjanin til eisini eina búskaparliga vend.
Studningsbúskapur ella sjálvberandi búskapur
Vit kunnu av røttum spyrja: Hvør er munurin á tí sannroynd, at lond og fyritøkur hava blást eina fíggjarbløðru upp, har tey lán og tann peningur, ið varð sprændur inn, ikki hevði veruliga framleiðslu og virðisskapan aftanfyri seg – og so tann blokkstuðulsbúskapin, sum mong tvíhalda um í Føroyum. Har vit skulu hava fígging til at seta virksemi í gongd, ið ikki hevur nakra veruliga virðisskapan aftanfyri seg í okkara egna samfelag, og sum ikki verður partur av einum reellum politiskum stríði um at býta samfelagsskaptu virðini og skapa burðardyggar sosialar loysnir?
Og vit kunnu av røttum spyrja, um ikki ein samanhangur er millum tann heimastýrisbúskapin, vit hava bygt upp við sonevndu ríkisveitingini, og so tann vinnupolitikk, ið hevur stýrt okkara høvuðsvinnu og tilfeingisumsiting?
Og kann ein broyting í hesi fastlæsingini – hesum politiska búskapi – skapa okkum nýggjar møguleikar.
Nýggja búskaparkanningin hjá Norðuratlantsbólkinum
Hendan spurningin hava vit fingið eitt sera gott og kvalifiserað svar uppá við teirri búskaparkanning, sum Jóannes Jacobsen, Ph.d í búskaparfrøði og Stefan í Skorini, samfelagsfrøðingur, hava gjørt fyri Norðuratlantsbólkin.á Fólkatingi, og sum varð givin út og løgd fram í hesum mánaðinum: "Á veg móti einum sjálvberandi búskapi". Kanningin lýsir serliga vinnupolitikkin, fiskivinnupolitikkin og ríkisveitingina í føroyskum búskapi og politikki.
Niðurstøðurnar eru rættiliga greiðar:
- Ein samanrenning millum politiskar bólkar, arbeiðsgevarar og verkafólk í fiskivinnuni hava hildið bygnaðinum í fiskivinnuni føstum við serskipanum og serligum stuðli, ið hevur forðað fyri nógv størri avkasti í fiskivinnuni, og hevur forðað fyri burðardyggari veiði, umframt at aðrar vinnur ikki hava kunnað kappast við serskipanirnar í fiskivinnuni.
- Tað er ein mýta, at fiskivinnan ber øllum og er tann einasta vinnan, ið skapar virðir í Føroyum. Hon ber nógvum og er størsta útflutningsvinna, men vit hava vitanarvinnur og tænastuvinnur og almennar tænastur, sum skapa virðir og vøkstur.
- Alivinnan er dømi um eina vinnu, ið er farin frá politiskari stýring og serskipanum, og ístaðin hevur kravt politiskar karmar og alment regluverk, ið gera hana kappingarføra og góðkenda á heimsmarknaðinum.
- Ríkisveitingin hevur havt – og hevur enn stóra ávirkan á føroyska búskapin. Hon hevur óbeinleiðis skapt grundarlag fyri, at serskipanir og studningar hava kunnað verið givnir til fiskivinnuna og at politiska skipanin heldur enn at leggja skattir á ella finna aðrar fíggingarmøguleikar, hevur kunnað nýtt ríkisveitingina sum fríholtur fyri at taka skilagóðar avgerðir.
- Ríkisveitingin gevur møguleika fyri øktari nýtslu á heimamarknaðinum uttan at gjaldast skal við útflutningi – og tískil elvir ríkisveitingin búskaparliga til minni ein minni útflutningsvinnu.
- Øll lond, sum eftir 1960 hava tikið loysing og frásagt sær ríkisveitingar, hava havt fall í samlaða búskapinum í styttri ella longri skiftistíð, men so við og við fáa tey størri búskaparvøkstur og vinna tað innaftur í mun til onnur lond.
- Tað ber ikki til at "bíða til vit fáa ein sjálvberandi búskap" og síðani siga ríkisveiting frá sær. Skal samfelag, vinna og útflutningur tillaga seg og sjálvberandi búskapur skapast, so noyðist avgerðin at takast um at verða ríkisveiting fyriuttan til tess at bygnaðirnir kunnu broytast í samfelagnum – í eini skiftistíð.
Bráðvøkstur og bráðstøðgur
Hetta mugu sigast at vera serstakliga áhugaverdar niðurstøður. Í fjølmiðlunum varð mest fokuserað uppá, at "tað kostar í 25 ár at loysa", tí hetta var miðaltalið fyri tillagingartíð, tá kanningin tekur øll lond úr triðja heiminum við, sum hava verið løgd í sor av kríggi, borgarakríggi og náttúruvanlukkum o.s.fr.
Kanningin sigur í veruleikanum ta øvuta: Eftir eina skiftistíð aftaná loysing, koma sjálvt tey londini, ið hava sera ringt útgangsstøði á sama støði sum onnur ella hægri búskaparliga.
Men vit mugu spyrja okkum sjálv: Hvussu nógvar niðurgongdir og tillagingartíðir hava vit gingið ígjøgnum við tí búskapi og búskaparpolitikki, sum vit hava havt undir heimastýrinum, har vit hava havt bráðvøkstur og brástøðg so ofta í búskapinum? Bara kreppan í 80’unum kostaði 13 millardir út gjøgnum vindeygað – og nú standa vit aftur í eini støðu, har vit brendu alt av í einum óstýrdum bráðvøkstri og nú skulu fíggja hall omanfyri 800 mió. kr.
Vit mugu sum Tjóðveldi brúka kanningarnar til at siga erliga: Ja, vit skulu rokna við einum falli í búskapinum, tá vit gera okkum leys av av ríkisveitingini og taka nýggjar ábyrgdir og útreiðslur á okkum. Men vit kunnu við skilagóðum búskaparpolitikki, vinnupolitikki og sosialpolitikki í eini skiftistíð og frameftir, so hinvegin stýra undan teimum stóru sveiggjunum, har vit spola uppa á aldukambar og síðani dumsa niður í aldudalar búskaparliga. Vit kunnu skapa ein sjálvberandi búskap.
