Gott fundarfólk!
Unga Tjóðveldið eigur rós uppiborið fyri so trúliga at boða til fólkafundar ólavsøkudag.
Heiður skulu tit eiga fyri at skipa so fyri, at frælsishugað fólk kunnu fylkjast. Tvørturum floksmørk. Tvørturum oyggja-, bygdamørk og tjóðarmørk. Tvørturum trúarmørk, aldursmørk, stættarmørk, kynsmørk.
Á henda hátt speglar hesin fundur – eins og ólavsøkan øll – fremstu dygdir og virðir í tjóð okkara: Tað ótrúliga margfeldnið og fjølbroytnið, ið kemur saman, hittist og mennist. Hesar dagar renna allar áir og løkir saman uttan at forða hvør øðrum: Politikkur, religión, list, kovboyhattar, føroysk klæði, kvæði, rokkur, gleði og vónbrot, ást, bygd og býur, fortíð, nútíð og framtíð.
Og tað er júst hetta, sum føroyska frælsisstríðið altíð hevur snúð seg um og eigur at snúgva seg um: Um at loysa upp fyri skapan og fjølbroytni og tí margfalda. At savnast og samskifta tvørturum mørk og ymiskleika. At vit skulu hyggja kring alla havsbrúnna og ikki bert í ávísa ætt. At geva øllum sama rætt og frælsi at virka, virðast og liva uttan at gera seg inn á onnur og á tað, vit eiga í felag. Á hesa grund skal okkara felags samleiki styrkjast virðini skapast.
Kortini hevur verið sett spjaldur á føroyska frælsis- og tjóðskaparstríðið sum “nationalistiskt” og “avmarkandi” – og ja, nú eisini sum “misskilt nationalisma”. Boðskapurin frá afturhaldinum hevur verið, at vit eiga ikki sama rætt og frælsi sum onnur fólk. Og bert við at leggja ábyrgdina frá okkum, fjala okkum burtur og lata onnur taka avgerðirnar um rætt og rangt og framtíðarinnar innihald, kann lív lagast. Ja, tað er sanniliga tann veruliga misskilta nationalisman – nalvaskoðandi og undirbrotlig mótvegis aðrari tjóð og móti heiminum øllum.
“Vit mugu fyrihalda okkum til veruleikan og tí fáa vit onki broytt”, hevur ljóðað aftur og aftur. Og tað ljóðar so tølandi.
Men tað snýr seg um at broyta veruleikan og skapa virðini í framtíðini.
Um verkafólkið bara hevði góðtikið veruleikan, vóru tey enn uttan rættindi, kor og løn.
Um føroyingar høvdu fyrihildið seg til veruleikan og fylgt afturhaldshugsjónini, var onki føroyskt mál.
Onki føroyskt vinnulív. Ongin vegur. Onki fiskimark. Ongin vegur. Onki flagg. Onki flogfelag.
Onki samband við umheimin.
Onki av tí, sum vit í dag dýrmeta, hevði verðið veruleiki, tóku vit ikki stigini og stríddu stríðini.
Og tað sum skilti okkum tá, tað savnar okkum mest í dag.
Allar royndir prógva, at har vit hava tikið frælsið, har verða skapanarevni loyst úr hafti, og tað spríkir undan hvørjum kletti og undan hvørjari væðing.
Hyggið bert at føroyskum mentanarlívi í dag. Sjálvt vit mest bjartskygdu gerast dag um dag ovfarin, bilsin og errin av tí yðjandi mentanarlívi og teirri dygd í tónleiki, sjónleiki, list og øðrum tiltøkum sum bjóðast kring alt landið. Tað dunar í dølunum. Trummar á tindunum og tað bassar í briminum.
Føroysk mentanarfólk hava brotið mørk og hava traðkað út í heimin uttan undirbrotligheit ella undir øðrum samleika. Henda sama mentanin, ið bara fyri hálvari øld síðani, varð skírd at vera ov primitiv og ov fáment til at bera veruligari upplýsing, skapan og menning, er í dag kelda til størstu nýskapan og virðir.
Á sama hátt kunnu vit vera ótrúliga errin av, at vit tóku stigið at gera okkum leys av stórum parti av gjaldinum fyri okkara vantandi sjálvræði, og at vit rindaðu skuldina fyri niðurbræðingina í 90’unum og spardu pening upp. Hetta ódnartak er orsøkin til, at vit í dag hava møguleikan at taka stig burtur úr teirri sjálvskaptu kreppu, sum vit dragast við í dag. Høvdu vit gjørt sum vit plagdu og sent allan sonevnda blokkstuðulin í umfar í hesi øldini, so vóru vit langt síðani farin á heysin aftur og sett undir umsiting.
Tað kann ljóða øvut. Men kreppurnar í Føroyum eru ongantíð íkomnar av ov fáum pengum. Men altíð av ov nógvum peningi, sum er nýttur og býttur skeivt, og ikki hevur varðandi virðir aftanfyri seg. Og har vit ikki hava dugað at umsitið tey felags virðir og tað tilfeingið, sum eisini eru ogn hjá komandi ættarliðum.
Og hetta er eisini læran av teirri heimskreppu, sum herjar. Tann stuttskygda jagstranin eftir løtuvinningi og prædikan um, at eins deyð er annans breyð, er avdúkað sum vanlukkulig fyri fólk, fæ og náttúru. Blindar kreftir hava troðið ein dans, har tann ríkari lítli parturin av mannaætinni hevur tránýtt og trároynt alt felags tilfeingi út um tey mørk, har tað ikki kann endurskapa seg sjálvt.
Og her liggja vit mitt í sjónum. Við einum ovurstórum og ríkum náttúrutilfeingi, og við eini mentan, ið hevur prógvað, at hon kann skapa varðandi virðir og støðugt endurskapa seg.
Allur heimurin noyðist at ganga aðrar og nýggjar leiðir. Og vit eiga nú at skipa okkum frælst og ganga á odda fyri at skapa eitt samfelag og ein búskap, ið er bygdur á varðandi virðir. Á samhaldsfesti og felagsskap og fjølbroytni.
Á burðardygd, náttúruvernd og varðandi orkukeldur og eina grundleggjandi broyting í fiskivinnuni. Og vit skulu nú dubba okkum miðvíst við stórum íløgur í útbúgving, gransking og mentan. Tí tey eru fortreytin fyri, at vit støðugt kunnu skapa og endurskapa varðandi virðir.
Men forðingin liggur í okkara heimstýrispolitisku skipan. Meðan mentanarlívið prógvar, at tað kann virka frælst og menna seg í heiminum, so er okkara politiska og fíggjarliga skipan at sammeta við eitt akvarium. Har vit ikki kunnu fara út um glasveggirnar at leita upp føði og sambond, men har fóðrið verður sent gjøgnum eitt hol omanfyri og nakrir ávísir fiskar taka tað mesta. Støðugt verður so fóðrað so nógv, at onki kann vaksa – og so verður farið í hina grøvina og fóðrað ov lítið, tá veruligur tørvur er á tí.
Ì 19.øld kundu fólk á marknaðarplássum sleppa til undirhalds at hyggja í eitt sonevnt “Camera Obscura”. Hetta var eitt myndatól, ið vendi øllum við, sum tú hugdi at og fekk lutir at sýnast avskeplaðar og øvutar. Og føroyskur partapolitikkur tykist sum at hann altíð fer gjøgnum eitt slíkt Camera Obscura. Flokkarnir gera tað øvuta av tí, sum teirra heitið sigur. Teir sum hava sjálvstýri í sínum skjøldri eru sambandsflokkar. Teir sum skuldu verið samhaldsfastir geva felags ogn burtur. Og teir sum skulu eitast at vera liberalir, eru akkurát tað øvuta.
Politiskt orðaskifti merkir í dagsins samfelag, at nakrir mans sita handa stongdar dyr og finna sonevndar semjur í samgonguni sum vit so skulu fáa serveraðar.
Og ein pakki, sum plagdi at vera nakað, sum børnini fingu og foreldrini rindaðu fyri, tað er nú vorðið til nakað sum nøkur fá foreldur skulu fáa og børnini gjalda fyri.
Meðan nýskapandi mentafólk og ungdómur skipa fyri sonevndum “Livandi Bókasavni” við tí endamáli at bróta niður fordómar og mýtur millum okkum. So er okkara politiska skipan eitt livandi fornminnissavn, sum byggir upp fordómar og framleiðir mýtur um okkum sjálv og teir møguleikar vit hava.
Vit eru ikki smá og fá. Okkara landa- og sjóøki er millum heimsins størstu í mun til fólkatalið. Og vit eru ikki bara 50.000 føroyingar. Vit eru helst 90.000 – øll hava bara ikki bústað her beint í løtuni, men tað kunnu tey fáa. Bæði tey og onnur av heimsins mongu íbúgvum eru møguligir grannar hjá okkum í framtíðini í styttri ella longri tíðarskeið og kunnu skapa varðandi virðir her.
Nú snýr alt seg um pakkar. Men tað einasta, ið eg at enda havi hug at siga um at pakka, tað er: Nú er stundin komin at leiðslan í landinum pakkar saman. At vit pakka undirbrotligheitina saman og krevja frælsisstríðið aftur á beint.
Og vit eiga at hava gott áræði. Tí eitt fólk, ið megnar at koma so mikið væl burturúr tí politisku vanstýring, vit hava havt seinastu árini, er eitt sera sterkt fólk sum kann megna alt. Hugsið tykkum, hvat vit so kunnu gera, tá vit aftur fara at seta mál.
Símun av Skarði:
Vit tveita nú burtur alt smáligt kjak
og fylkjast við treysti í barmi,
tí væl er tað vert nú eitt ódnartak
at bjarga tær, land várt, úr harmi.
Um máttur tykist tær lítil um stund,
minst til at vit finnast fleiri á fund.
