Tað ræður um at villleiða fólk og rura tey í blund

12 November 2007
Skrivað hevur
Høgni Hoydal

Hvat skulu fólk halda, tá landsins hægstu siga eitt og andstøðan eitt annað? Og hevur tað yvirhøvur nakran týdning?

Bæði løgmaður og formenn fólkafloksins og sambandsfloksins royna nú at siga fólki, at føroyski sjálvsavgerðarætturin er fráboðaður ST.

Hetta er so skeivt sum tað kann vera og rættiliga álvarsligt, at slík uppáhald kunnu varpast út til fólk, uttan at tað fær avleiðingar fyri løgmann.

Men hetta er sama søgan umaftur: Tað ræður um at villleiða fólk og rura tey í blund, so tey skulu missa áhugan fyri okkara framtíðarstøðu – tí tá kunnu sitandi flokkar varðveita verandi støðu og halda fram at taka avgerðir uttan nakra uppíblanding frá fólkinum.

Hvat er sjálvsavgerðarættur?
Søgan um sjálvsavgerðarættin er hendan – og hetta kann sjálvandi skjalprógvast:

Føroyingar hava ongantíð staðið á listanum hjá Sameindu Tjóðum yvir fólk, ið enn ikki hava útint sín sjálvsavgerðarætt. Hetta tí, at Danmark ikki hevur viljað fráboðað hetta til ST. Grønland varð upprunaliga sett á listan, men síðani strikað, tá tað varð lagt undir donsku grundlógina í 1953 (uttan nakra fólkaatkvøðu og uttan at vita, hvørji rættindi tað harvið misti).

Tey lond, ið fáa viðurkent sín sjálvsavgerðarætt í ST við fráboðan frá tí landi, ið hevur sagt seg hava fullveldi yvir tí, hava greið rættindi:

Tey hava sambært samtyktini rætt at samráðast eftir greiðum reglum um hesar møguleikar:

1. Fulla sjálvstøðu
2. Frælsan felagsskap (sjálvstøðug lond við ávísum samstarvi)
3. Innliman í tað ríkið, ið sigur seg hava havt fullveldi yvir landinum.

Eisini er ásett, at fyrrverandi hjálandaveldið skal virkið stuðla avgerðini, sum fólkið velur, uttan at leggja búskaparligar ella umsitingarligar forðingar.

Tí hevði ein fráboðan til ST um sjálvsavgerðarætt føroyinga givið okkum rætt til veruligar samráðingar eftir altjóða rætti.

Eitt nú kann nevnast, at Stóra Bretland hevur boðað frá sjálvsavgerðarættinum hjá Falklandsoyggjunum, so at tey (ið eru bretskir tilflytarar uttan egið mál og søgu) hava hesi rættindi í mun til okkum.

Hví verða okkara rættindi ikki fráboðað?
Og vit kunnu spyrja: Hví vil Danmark ikki fráboða, at Føroya fólk hevur hesi rættindi? Danskir forsætisráðharrar hava í 70 ár sagt, at teir vilja virða eina avgerð frá føroyska fólkinum um fullveldi – men hví kann tað so ikki fráboðast ST?

Orsøkin er, at tá verður talan um eina skipaða gongd eftir greiðum reglum. Samráðingar, har ikki annar parturin kann ræða og hótta og royna at forða fyri einum skilvísum úrsliti, ið gevur eitt reelt val hjá fólki.

Hví bluffar løgmaður?
Løgmaður saman við ABC-flokkunum hevur nú sagt Føroya fólki, at sjálvsavgerðarætturin er fráboðaður ST.

Hetta er sjálvandi ikki so. Og tað ber til at spyrja ST, um Føroyar nú eru komnar uppá listan hjá ST yvir fólk, ið enn ikki hava útint sín sjálvsavgerðarætt við teimum rættindum, tað gevur.

Sannleikin er tann øvuti. Danmark sendi á heysti 2005 eina fráboðan – eitt beinleiðis bræv – til øll ST-lond um:

- at føroyingar nú høvdu gjørt av at vera ein partur av Danmark,
- at vit eru ikki ein tjóð,
- og at vit bara kundu samskifta við umheimin vegna Danmark undir heitinum “Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne”.

Løgmaður segði eisini tá – enntá í nýggjárrøðu síni – at nú varð okkara sjálvavsgerðarrættur fráboðaður ST.

Men tá vit gjørdu vart við, at tað var beint øvut, kom panikkur í landsstýrið.

Úrslitið varð, at teir sendu eitt bræv til danska uttanríkismálaráðið, har teir royndu at greiða frá, at vit síggja okkum sum eitt fólk við sjálvsavgerðarætti.

Hetta bræv varð so lagt við sum skjal í eini frágreiðing, sum Danmark annaðhvørt ár skal senda til ST um støðuna hjá minnilutabólkum í danska samfelagnum.

Danmark viðurkennir ikki sjálvsavgerðarrættin við hesum, men vísir bara til, at hetta er ein frágreiðing frá landsstýrinum – eitt slag av minnilutaviðmerking. Eins og tá eitt fakfelag sendir viðmerkingar til uppskot frá landsstýrinum.

Her er altso ikki talan um nakra fráboðan til ST, og onki er sent til ST-limalondini.

Her er hinvegin talan um ein minnilutaviðmerking til eina frágreiðing, sum saman við 207 øðrum frá øllum ST-limum liggja á deildini hjá ST fyri minnilutar.

Men tann fráboðan, sum stendur eftir, er tann hjá donsku stjórnini um, at vit ikki eru tjóð, men “Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne”. Hon liggur úti hjá øllum ST-limalondum uttan nakað mótmæli úr Føroyum.

Ikki upplýsa, men villleiða
Hví royna so løgmaður og samgonguflokkarnir at siga nakað annað?

Ja, eg skilji væl, at teir vilja dylja, at tað sum hendi í 2005 var brot á allar fólkaræðisligar grundreglur: Fólkið í Føroyum varð ikki spurt, men kortini hevur Danmark boðað frá, at vit hava góðtikið at vera danskur landslutur uttan rættindi.

Og so er tað sama søgan umaftur: Tað ræður ikki um at upplýsa. Tað ræður um at villleiða fólk og rura tey í blund.

Tí so kunnu vit duffa víðari í ongamannalandinum, har ongin hevur ábyrgd ella vit kunnu halda nakran til svars fyri nakað.