Í Degi og Viku í kvøld kunnaði løgmaður okkum um at hann framvegis ætlar sær at berjast fyri at ríkisveitingin hækkar framyvir.
Vit fingu eisini at vita at í 2040 er ríkisveitingin hækkað við 600 milliónum, og at hesin peningur kemur at mangla í á pensiónsøkinum í 2040. Somuleiðis staðfesti løgmaður at í 2040 fór 1,4 milliard tilsamans at mangla á pensións og eldraøkinum.
Surprise – surprise man ikki tað var tí, at spurningar um t.d framtíðar fígging av eldraøkinum blivu settir í samband við at samgongan ynskti at skatta pensiónsgjøldini við inngjald. Tá fingu vit at vita at framtíðina kundu vit ikki spáa um, og at tað mátti vera upp til tey, sum komu tá at finna útav. Vit skuldu hugsað um okkum, hini um rest. Og í sama viðfangi bleiv eisini nevnt at vælferðarsamfelagið var ein farin tíð. So blivu vit tað klókari !
Nú vita vit so okkurt um 2040, men vit vita lítið og onki um hvat hendir komandi viku tá ið fyrsta lønarútgjaldið verður eftir nyggju skipanini.
At skula hoyra uppá at tær 8,4 milliónirnar nú skulu bjarga 40 arbeiðsplássum er púra burturvið. Kanska onkur kann upplysa okkum um hvat tær 265 milliónirnar sum vera givnar í skattalætta til tey háløntu høvdu munað, um hetta er logikkurin ?
Ótrúligt at vera vitni til tað skomm vit eru komin í við at fara soleiðis av landinum og bidda pening til skattalætta.
Má bara staðfesta orðatakið um at ”tað nyttar ikki at leiða ein, ið ikki vil seta føturnar undir seg”
Sirið Stenberg
