Svar uppá fyrispurning um krabbameinsviðgerðir

11 September 2009
Skrivað hevur
Høgni Hoydal

Spurningurin var soljóðandi:

1. Hvat ger landsstýrismaðurin til tess at tryggja, at øll hava somu rættindi til viðgerð fyri ávís sløg av krabbameini í Kina ella øðrum londum, ið bjóða fram øðrvísi viðgerðarhættir enn okkara vanliga nýttu sjúkrahús?


2. Hevur landsstýrismaðurin dømir um, at fólk, ið hava søkt somu viðgerð, hava fingið ymiska visitasjón, har summi eru noktaði fíggjaða viðgerð frá tí almenna, meðan onnur hava fingið játtað?


3. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, um kærur eru komnar hesum viðvíkjandi – og hvat gjørt verður við hesar?

Ad. 1
Landsstýrismaðurin hevur eina løgtingslóg at arbeiða eftir. Løgtingslóg nr. 64. frá 17. mai 2005 um sjúkrahúsverkið er ramman um sjúklingarættindini hjá føroyskum borgarum/sjúklingum. Lógin hevur ásetingar um, hvørjir persónar hava rætt til ókeypis viðgerð Í føroyska sjúkrahúsverkinum, og at rætturin eisini fevnir um ...

”viðgerð í Danmark ella í einum øðrum landi, tá ávísingin er gjørd í samsvari við tær av visitatiónsnevndini givnu leiðregluar”. (§ 5 stk. 1.)

Landsstýrismaðurin hevur sambært ásetingum í sjúkrahúslógini § 10, stk. 1- 4 sett eina visitatiónsnevnd, ið arbeiðir eftir kunngerð nr. 84. frá 17. august 2006 um visitasjónsnevnd í sjúkrahúsverkinum. Kunngerðin hevur heimild í sjúkrahúslógini, § 10, stk. 4. Kunngerðin regulerar virksemið hjá visitasjónsnvendini og hevur millum annað áseting um, hvørjar uppgávur visitasjónsnevndin hevur, og hvussu mannagongdin er í mun til at visitasjónsnevndin gevur loyvi til, at yvirlæknar senda sjúklingar til viðgerðarstøð uttanlands.

Tað framgongur somuleiðis av § 11 í lógini, “at ávísingar og kanningar og viðgerðir uttanlands kunnu bert verða til viðgerðarstøð, ið landsstýrismaðurin hevur gjørt avtalu við um at taka ímóti føroyskum sjúklingum, ella til viðgerðarstøð, ið visitasjónsnevndin hevur givið loyvi til í serstøkum førum”.


Ad. 2:
Landsstýrismaðurin viðgerð ikki persónsmál og hevur tí heldur ikki møguleika at viðgera einstøk mál. Tað er sum áður nevnt visitasjónsnevndin, ið hevur heimild at avgera, hvørt ein yvirlækni fær heimild at senda sjúklingar til ávís viðgerðarstøð uttanlands. Verður ein sjúklingur noktað viðgerð, hevur sjúklingurin, sambært § 15 í sjúkrahúslógini, rætt til at kæra avgerðina. Sambært § 16 í sjúkrahúslógini, kann landsstýrismaðurin taka avgerð um at leggja heimildina hjá landsstýrismanninum til at taka avgerðir í kærumálum til eina kærunevnd. Hetta gjørdi landsstýrismaðurin við løgtingslóg nr. 150 frá 20. desember 2005, og er tað tískil kærunevndin í almanna- og heilsumálum, sum sambært lógini um kærunevndina í almanna og heilsmálum, § 1, stk. 3, ið tekur avgerð í tílikum málum. Endamálið við at leggja heimildina hjá landsstýrismanninum til eina kærunevnd er júst fyri at tryggja, at persónar verða viðgjørdir líka fyri lógini.


Ad. 3:
Landsstýrismaðurin verður kunnaður um virksemið hjá visitasjónsnevndini. Sambært kunngerðini grein 6, fær landsstýrismaðurin frágreiðingar frá visitasjónsnevndarfundum. Frágreiðingar í ítøkiligum persónsmálum verða endurgivnar navnleysar, og er hetta beinleiðis orðað í kunngerð nr. 84 frá 17. august um visitatiósnevndina § 6. Á henda hátt er landsstýrismaðurin kunnaður um, tá kærur koma um avgerðir hjá visitasjónsnevndini og um gongdina. Sum áður nevnt, verða hesar kærur viðgjørdar av kærunevndini í almanna- og heilsumálum.


Heilsumálaráðið, 8. september 2009


Aksel Johannesen
landsstýrismaður