Stundin komin at skipa fólkaræði í Føroyum

23 September 2010
Skrivað hevur
Høgni Hoydal

“Og tíðin hon blásti við gandandi ond,
á lív, ið var livað á bø og við strond.
Ein óskrivað søga, ein orðaleys røða,
um fólkið her livdi, skapaði tjóð.”

Soleiðis yrkir Christian Matras í dýrgripayrkingini “Her leikti tær lendi løg inn í sál”.

Hann lýsir tað magnið og tað ófatiliga dagliga bragd, at meira enn 40 ættarlið hava skapað tjóð í hesum landi. Beint her – og beint ímóti øllum forsagnum – hevur eitt fólk ment egið mál, egna mentan og hevur skipað sínar egnu politisku og løgligu stovnar.

Tað er í stóran mun ein óskrivað søga og ein orðaleys røða – um fólkið, her hevur livað og skapað tjóð. Og hevur skapt rættindi og lóg og rætt fyri okkum sum í dag liva.

Og tað er ein ótrúligur framíhjárættur okkum er givin. Hetta fólkið – henda tjóðin – hevur ongantíð givið rættin frá sær til at gera av, hvussu valdið skal skipast, og rættindi og skyldur ásetast.

Føroyska tjóðin hevur ongantíð tilvitað ella við fólkaræðisligari avgerð lagt seg undir aðra grund ella undir aðra lóg enn hana, ið vit sjálv hava bygt á og hava ræðið á. Bara einaferð er tjóðin spurd – og tá valdi hon sjálvræði og stóð fast við síni egnu rættindi.

Tíbetur, tí annars høvdu øll hesi uppáhaldini um, at onnur hava rætt til at áseta okkara framtíð og seta treytirnar fyri, hvussu vit vilja skipa okkum, og fyri tí, ið galda skal, havt nakað at víst til og bygt á.

Men so er ikki: Tann óskrivaða søgan og tann orðaleysa røðan snýr seg um rættindini hjá fólkinum her í landinum.

Tað snýr seg um at skipa fólkaræði í Føroyum. Tað snýr seg um at fara burtur frá teirri følsku myndini, ið roynt hevur verið at trútta inn í okkum í øldir, og sum enn í dag verður endurtikin og endurtikin: At tað eru myndugleikar í øðrum landi, ið vit ikki sjálv hava valt. At tað eru embætisfólk og løgfrøðingar ella politiskir flokkar við neyðsemjum og rossahandlum, sum hava evsta valdið í Føroyum. At teirra útleggingar ganga fram um fólkaræði og avgerðir, sum fólkið sjálvt hevur tikið á rættan hátt.

Stjórnarskipan staðfestir rættindi og skyldur
Stjórnarskipanaruppskotið setir orð á ein part av teirri óskrivaðu søguni og teirri orðaleysu røðuni – og leggur fyri fyrstu ferð avgerðina út til fólkið at taka støðu til um sítt egna stjórnargurndarlag.

Stjórnarskipanaruppskotið staðfestir einfalt, at vit hava bygt land og tjóð og hildið ting í hesum landi í meira enn 1100 ár. At vit ongantíð hava latið sjálvræðið frá okkum. At Føroya fólk sjálvandi hevur evsta valdið í Føroyum. At ongin kann taka avgerðir og seta lógir í gildi her, uttan at taka støði í eini skipan, ið fólkið sjálvt hevur samtykt ella uttan at standa til svars fyri fólkinum, ið skal liva undir avgerðunum.

Stjórnarskipanin ásetur grundleggjandi valdsbýti millum lóggávuvald, fyristingarvald og dómasvald. Ásetur persónlig rættindi og mannarættindi hjá hvørjum einstøkum, sum her býr. Ásetir reglur um, at tilfeingið í landinum er fólksins ogn og kann ikki bara gevast burtur til einstaklingar ella einstakar stættir.

Og uppskotið ásetir greiðar reglur um, hvussu farast skal fram, um vald verður lagt burtur frá fólkinum til aðrar myndugleikar, og hvussu farast skal fram, tá vit skipa okkum sum sjálvstøðuga tjóð. At tað skal gerast við fólkaatkvøðu. Og at tann stjórnarskipan, ið fólkið samtykkir, eisini bara kann broytast við fólkatkvøðu.

Mótmælini móti fólkaræði
Hvussu kann eitt uppskot um einfalt fólkaræði í 2010 skapa so nógv mótmæli og ósemjur – bæði frá donskum myndugleikum, okkara egnu løgfrøðingum og frá løgmanni, Edmundi Joensen og øðrum?

Tí vit hava sjálvandi ikki fólkaræði, um fólkið ikki hevur samtykt sítt egna stjórnargrundarlag, og um tað eru danska stjórnin, løgfrøðingar í danska løgmálaráðnum, ella einstøk tingfólk og embætisfólk, ið gera av, havt føroyska tjóðin hevur rætt til ella ikki.

So einfalt er tað.

Men vit síggja eitt nú Bjørn á Heygum, løgfrøðing, Lars Løkke Rasmussen, Kaj leo Johannesen, Edmund Joensen og løgfrøðingar í danska løgmálaráðnum royna av øllum alvi at steðga føroyska fólkinum at velja sína egnu stjórnarskipan.

Tey siga, at stjórnarskipanarmálið er “farið heilt av sporinum”, sum Bjørn á Heygum málbar seg.

Stjórnarskipanin er lopin av lunnum
Fullkomiliga rætt! Stjórnarskipanarmálið er farið av av tí sporinum – ella eg vildi hevur sagt: er lopið av teimum lunnum – har tað eru embætisfólk, danskir politikarar og skiftandi samgongumeirilutar í Føroyum, sum gera av, á hvørjum grundarlag Føroyar skulu stjórnast.

Vit eru farin av tí sporinum – av teimum lunnum – ið ikki eru lagdir á fólkaræði og egnar avgerðir hjá fólkinum í Føroyum. Vit eru farin á fólkaræðisligar lunnar í staðin.

Vit skulu á tey spor ella teir lunnar, ið fólkið sjálvt hevur tikið avgerð um at leggja.

Vit skulu frá embætisvaldi og valdi, ið ikki stendur til svars móti fólkinum, og yvir á fólkaræðisliga grund.

Vit skulu frá anarkii og frumskógarlóg – har tann sterkasti vinnur og tekur sær vald – til demokrati og egna grundlóg, har tað er fólkið sjálvt sum hevur valt, hvussu valdið verður skipað og avmarkað.

Stundin er komin at skipa fólkaræði í Føroyum.

Kopernikansk vending
Í veruleikanum svarar hetta til eina “kopernikanska vending”. Hetta hugtakið hevur upprunan í, tá Kopernikus vísti á, at sólin ikki mól um jørðina, men at jørðin hinvegin mól um sólina. Og tað skapti jú mótmæli frá øllum tí valdinum, ið tá sat.

Hví? Tí tey sóu jú, at um kopernikanska vendingin vann frama, so mistu teir stovnar og tann læra, ið hevði verið galdandi, sítt vald. So vunnu aðrir møguleikar fram og sjálvútnevndir valdsstovnar kundu ikki bara boða fólki frá, hvat tey skuldu halda og meina, uttan nakra haldgóða grund og samtykki.

Um vit ikki byggja á, at okkara egna stjórnarskipan skal verða samtykt beinleiðis av fólkinum, so hava vit í veruleikanum minni fólkaræði enn eitt ítróttarfelag ella áhugafelag.

Í sjálvt teimum minstu feløgunum, kann bara ein aðalfundur – altso limirnir í felagnum – broyta ella samtykkja lógir felagsins. Nevndin, ið limirnir hava valt, kann ikki bara samtykkja at soleiðis skulu reglurnar verða og leggja ræðið yvir felagnum til eitt annað felag, uttan at aðalfundurin hevur samtykt tað.

Men tað – fáa vit at vita – skal galda í Føroyum. Løgtingið skal leggja avgerðir og fólkaræði burtur frá fólkinum og samtykkja sína egnu stýrisskipan – uttan at limirnir (fólkið) hava samtykt tað ella hava avgerðarrættin.

Allar tær atfinningar, ið nú verða førdar fram móti føroysku stýrisskipanini, byggja jú á eina skipan uttan fólkaræði.

Føroyska stjórnarskipanin stríðir móti donsku grundlógini, stýrisskipanarlógini, heimastýrislógini, tingskipanini og yvirtøkulógum og annað, verður sagt.

Ja, sjálvandi stríðir hon móti hesum lógum á tann hátt, at hesar lógir eru ongantíð samtyktar av fólkinum. Og tá vit áseta, at Føroya fólk hevur evsta valdið í landinum – og ikki danskir myndugleikar ella løgfrøðingar ella tilvildarligar samgongur í Føroyum – so koma mótmælini. Tí tað er har og júst har, ósemjan liggur.

Stjórnarskipanin skal til fólkaatkvøðu – og í henni er ásett, at samstundis fer stýrisskipanin úr gildi. Sambært mótmælunum skal hetta ikki bera til. Tí tvey ting skulu standa yvir eini fólkaatkvøðu.

Tað hevur onki við fólkaræði at gera.

Um ein nevnd í einum felag hevði samtykt, at onki kann broytast uttan at tvær nevndir samtykkja tað – uttan at limirnir í felagnum vórðu spurdir – høvdu vit so hildið tað verið demokratiskt?

Tí er tað eisini so ótrúligt at hoyra løgmann og Lars Løkke Rasmussen ganga og hótta við avleiðingum, um Føroya fólk samtykkir eina skipan, sum rætt og slætt ásetir, at Føroya fólk sjálvt ger av, havt skal galda í Føroyum og at okkara skipan má byggja á fólkaræði.

Júmen, tað stríðir ímóti grundlógini siga teir: Ja, um teir harvið vilja siga, at alt valdið liggur hjá donskum myndugleikum og at Føroya fólk ikki hevur evsta vald, so stríðir tað sjálvandi móti hesi fatan av grundlógini. Og so eiga teir at siga tað beinleiðis.

Men ístaðin verður tað pakkað inn í bluff og sonevnd “løgfrøðislig notat”. Tað er í veruleikanum valdspolitikkur fjaldur sum løgfrøði.

Og tað, sum stendur í hesum notatum frá danska løgmálaráðnum, er: At Føroya fólk hevur ikki evsta valdið í Føroyum, Vit hava bara ta rúmd til at taka avgerðir, sum danskir myndugleikar geva okkum.

Próvbyrðan vendast við
Men próvbyrðan skal vendast við. Lars Løkke Rasmussen, Kaj Leo Johannesen, Edmund Joensen og onnur, sum mótmæla, eiga at kunna geva okkum svar uppá:

- Hvar stendur tað, at vit ikki hava rætt at samtykkja egna stjórnarskipan?


- Nær hevur Føroya fólk við egnari fólkaatkvøðu samtykt, at danska grundlógin er evsta vald í Føroyum og at vit tískil ikki hava rættindi sum fólk?


- Hvar stendur tað, at føroyska tjóðin ikki við fólkaatkvøðu kann gera av, hvussu fólkaræðið skal skipast í landinum?

Sambandsflokkurin, og onnur við honum, vilja nú siga, at Føroya fólk skal samtykkja eina sonevnda “stýrisskipan”, har tað stendur, at Føroyar eru danskur landslutur og at danska grundlógin er ovasta lóg í Føroyum.

Verður tað gjørt – og fólkið í Føroyum atkvøður fyri tí – so hava føroyingar fyri fyrstu ferð givið evsta valdið í landinum frá sær og lagt síni rættindi í hendurnar á donskum myndugleikum. Og tá liggur allur avgerðarrætturin endaliga uttanfyri føroyskt fólkaræði.

Tjóðveldi fer ongantíð at ganga við til nakað uppskot og nakra ógreiða gøtu, sum kann leggja valdið og fólkaræðið burtur frá føroyska fólkinum.

Hinvegin skulu vit við við føroysku grundlógini leggja tað framtíðar fólkaræðisliga samferðslu- og samskiftiskervið fyri Føroyar.

Og meðan tunnils- og vegagerðir hava myndað føroyskan politikk, skal tað verða mín vón at vit eisini finna drívmegi til at prosjektera, grava, spreingja og sambinda tær koyribreytirnar, sum skulu tryggja fólkaræðið í Føroyum frameftir.

Vit hava ein framíhjárætt at kunna byggja egna grund og skipa fólkaræði í Føroyum. Lat okkum nýta hann vísiliga.

Høgni Hoydal