Spurningur um krabbameinsviðgerð

27 August 2009
Skrivað hevur
Høgni Hoydal

§52a-fyrispurningur til Aksel V. Johannesen, landsstýrismann

um visitatión og gjald fyri krabbameinsviðgerð í Kina ella øðrum londum við øðrvísi viðgerðarhættum


1. Hvat ger landsstýrismaðurin til tess at tryggja, at øll hava somu rættindi til viðgerð fyri ávís sløg av krabbameini í Kina ella øðrum londum, ið bjóða fram øðrvísi viðgerðarhættir enn okkara vanliga nýttu sjúkrahús?

2. Hevur landsstýrismaðurin dømir um, at fólk, ið hava søkt somu viðgerð, hava fingið ymiska visitatión, har summi eru noktaði fíggjaða viðgerð frá tí almenna, meðan onnur hava fingið játtað?

3. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, um kærur eru komnar hesum viðvíkjandi – og hvat gjørt verður við hesar?

Viðmerkingar:
Ávís undangongufólk hava fingið lagað tað so, at fólk við ávísum slagi av krabbameini, hava fingið játtan og visitasjón til viðgerð í eitt nú Kina, ið bjóðar øðrvísi viðgerðarhættir.

Síðani hava verið greinar í fjølmiðlunum og frætt hevur verið frá fleiri føroyingum, ið hava leitað sær hesa heilsubót.

Hetta er sera stórt stig hjá sjúklingi og familju, sum frammanundan eru í sera harðari støðu.

Tí er sjálvandi neyðugt – og tað var hugmyndin hjá undangongufólkunum – at greiðar og líkar mannagongdir eru fyri visitasjónini – og at fólk ikki verða sett í fíggjarligan ótryggleika og skulu berjast við eitt skrivstovuveldi í slíkari støðu.

Tískil verður spurt, hvussu gongdin hevur verið, og um fólk hava fingið somu rættindi – eins og spurt verður um kærur eru komnar. Og landsstýrismaðurin verður biðin at greina, hvussu hann tryggjar øllum somur rættindi.

Á Løgtingi 27. august 2009

Høgni Hoydal