Eftirhondini er tað sum við 90 ára føðingardegnum ”Same procedure as last year”
Nú skulu oyggjafólk aftur út at stríðast fyri sínum rættindum. Rættindi at vera partur av einum samfelag, sum veitir nøktandi tænastu til øll fólk, og sum tryggjar at liviligt er allastaðni í landinum.
Hetta havi eg altíð mett sum eina sjálvfylgju og sum nakað, sum sjálvsagt átti at verið eitt aðalmál hjá einhvørjum stýrið. Tíverri er tað ikki so.
Vit fáa nú at vita í uppskotinum til fíggjarlóg at rokna verður við einum tali, har man frammanundan veit, at gott 3 milliónir koma at mangla í hjá Strandferðsluni vegna høga oljuprísin.
Tað tykist sum taktiskt spæl. Hetta at planleggja við ov lítlari játtan. So verður málið um at koma upp á verandi játtan mett sum ein siður, tá ið samgongan allarnådigst møguliga kemur ásamt um at leggja hesar 3 milliónurnar afturat. So hava oyggjafólk fingið tað tey bóðu um. Veruleikin er tó ein helt annar enn, at tað er nakað bragd. Veruleikin er at tænastan sum í dag er, er alt ov skerd, og tað einasta rætta hevði verið at økt um hesa.
Hví skulu vit t.d finna okkum í at oyggjaleiðir ikki sigla allar dagar ?
Hví skulu vit finna okkum í at hava 2 túrar dagliga ? O.s fr
Nei, hetta er bert ein áminning um hvat vit eru uppi ímóti. Einari samgongu, sum hevur sum aðalmál at ríka nøkur fólk í landinum, hví skuldu hon hugsað øðrvísi um økir í landinum ??
Vinnulívið í útjaðarinum er viðbrekið, og tolir als ikki hóttanir um skerjingar. Fólkið í útjaðarinum finnur seg heldur íkki í slíkum hóttanum meira !
Ongin onnur samgonga hevur sum hendan tiltuskað sær so nógvar milliónir meira í inntøku, við at skatta pensjónirnar við inngjald. Við at skatta pensjónir við inngjald hevur samgongan tikið sær ræði á 265 milliónum meira enn aðrar samgongur hava, so tað átti at verið nakað at tikið av. Men nei, aðalmálið er at ”tann sum hevur honum skal vera givið”
Nú er tolið uppi í útjaðarinum !
Sirið Stenberg
Tjóðveldi
