Sirið spyr um broytingar í pensjónsskipanini

20 November 2019
Skrivað hevur
Sirið Stenberg

Á tingfundinum í dag, setir Sirið Stenberg munnligan fyrispurning til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismann í almannamálum

Viðvíkjandi broytingum í pensjónsskipanini

Munnligur fyrispurningur til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismann í almannamálum Viðvíkjandi broytingum í pensjónsskipanini

  1. Hvussu nógv kann ein fólkapensjonistur forvinna við síðuna av pensjónini við nýggja pensjónsuppskotinum, sammett við verandi skipan, áðrenn mótroknað verður ?
  2. Fara ætlaðu broytingarnar í pensjónsskipanini at økja um sosiala ójavnan millum fólkapensjónistar ?

Viðmerkingar:

Fyri framman er lagt upp til stórar broytingar í pensjónsskipanini. Uppskotini hava ikki verið til hoyringar og trupult er at meta um, hvørja ávirkan uppskotini hava á fleiri mótum. Við hesum spurningum er ætlanin at fáa greiðu á, um broytingarnar fara at økja um sosiala ójavnan. Og at fáa lýst, hvussu nógv folkapensjonistar frameftir kunnu forvinna, uttan at verða mótroknað, sammett við verandi skipan.

Á Løgtingi, 20. november 2019

Sirið Stenberg

Meira um sama evni

No items found.