Sirið spyr um bíðitíðirnar í barnapsykiatriini

26 April 2021
Skrivað hevur
Sirið Stenberg

Spyrjari: Sirið StenbergSvarari: Kaj Leo Holm JohannesenEvni: Langar bíðitíðir í barnapsykiatriini Spurningar:

  1. Hvussu langar eru bíðitíðirnar í barnaspykiatriini ?
  2. Eru bíðitíðirnar ymiskar fyri ymisku bólkarnar av børnum ?
  3. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin ítøkiliga at fáa bíðitíðina niður ?
  4. Og hvussu nógv væntar landsstýrismaðurin, at bíðitíðin kann minka í ár ?
  5. Er tað í kørmunum fyri 2020 lagt upp fyri raðfesting av barnapsykiatriini ?

Viðmerkingar:Langar bíðitíðir

Í seinastu samgongu bleiv barnapsykiatriin raðfest munandi. Tað eydnaðist í stóran mun at fáa bíðilistarnar langt niður, og í ávísan mun so gott sum burtur.

Nú frættist, at bíðitíðin aftur er longd til langt yvir eitt ár, og at talið av ávísingum veksur alsamt.

Skjót hjálp er góð hjálp

Tað er sera álvarsamt við bíðilistum í barnapsykiatriini. Barnalívið er stutt, og ein bíðitíð, sum kann koma upp móti tveimum árum, kann gera, at støður, sum møguliga kundu verið hjálptar, um hjálpin kom í góðari tíð, kunnu elva til álvarsama sjúku, sum kann blíva varandi. Tí má alt setast til fyri at fáa bíðitíðina niður. Barnalívið má ikki brúkast til at vera á bíðlista. Tað skapar líðing har tíðin skuldi fari til trivnað og menning.

Meira um sama evni

No items found.