Sildarok og rukkulív – kostnaðurin av at vera hjáland

18 June 2013
Skrivað hevur
Høgni Hoydal

”Sildarok í Singapore, rukkulív í London Town”, syngja Vestmenn í einum av teirra frálíku og skemtiligu løgum.

Skal ikki meira rukkulív spyrjast burturúr teirri álvarsligu støðu, sum silda- og makrelmálið prógva, so er alneyðugt at leggja heimastýrishamin og hjálandahugsanina av.

Strategisk samáhugamál
Tjóðveldi mælti longu á heysti í 2008 til at krevja munandi størri makrelkvotu. Hetta varð bygt á, at Árni M. Dam á Norðskála av sínum eintingum hevði savnað inn nýggj prógv og tilfar um munandi øktan makrel í føroyskum sjógvi. Og saman við Framsókn og Javnaðarflokkinum hava vit síðani 2010 lagt trýst á landsstýrið til tess at krevja nýggja sildaavtalu og størri part til Føroya.

Strategiin, sum Tjóðveldið støðugt hevur mælt til, er greið:

1. Vit skulu vinna okkum støðu sum sjálvstøðugt land og umboða okkum sjálv í og mótvegis teimum altjóða felagsskapum, sum hava týdning fyri okkara støðu og rættindi: Tildømis ST, WTO og EFTA. Hetta hevði styrkt øll okkara krøv og samráðingarstøðu umgangandi – og hevði gjørt tað munin truplari hjá ES ella øðrum at hótt við stongsli og tiltøkum.

2. Vit skulu byggja á okkara sentralu støðu sum miðdepil í Norðuratlantshavi, har vit hava sera góð og greið krøv.viðvíkjandi øllum teimum týdningarmestu ferðandi fiskatovnunum: Sild, makreli og svartkjafti.

3. Vit skulu byggja upp okkara strategisku samáhugamál (strategisku alliansur) við onnur lond kring Norðuratlantshav. Ikki tí, at tey vilja ”geva” okkum nakað, tí tey stríðast sjálvsagt fyri sínum áhugamálum. Men tí, at vit hava samáhugamál við tey í málinum um at umsita og býta bæði sild, makrel og svartkjaft. Og tey londini, vit skulu royna at byggja upp strategisk samáhugamál við eru: Ísland, Grønland og Russland. Noreg átti sjálvsagt at verið ein partur av hesum, men tíverri hevur Noreg av politiskum orsøkum valt at kasta saman við ES í øllum málum um ferðandi fiskastovnarnar í Norðuratlantshavi.

4. Føroyar skulu ganga fremstar at gera havrannsóknir og savna inn øll vísindalig prógv um støðuna og broytingarnar í fiskastovnunum. Tí hava vit ár undan ári skotið upp at játta 2 mió. krónur afturat árliga til Havstovuna til rannsóknir í uppsjóvarstovnunum. Og tí fekk Tjóðveldi við bit og slit eina undirskrivaða avtalu við táverandi minnilutastjórn í 2011 um at byggja nýggja Havrannsóknarskipið, sum varð gjørt klárt undir CHE-samgonguni. Hendan avtalan er tíverri brotin.

5. Vit skulu miðvíst út í altjóða samfelagið at greiða frá okkara støðu. Og vit skulu stríðast fyri, at altjóðarættur og vísindaliga grundaðar avtalur millum strandalond eru grundarlagið fyri umsiting av ferðandi fiskatstovnum. Ikki einfaldir búskaparligir og marknaðarligir vøddar – sum ES nú nýtir sum grundarlag. Her hava vit eisini samáhugamál við nógv lond – ikki minst við Norðurlond, sum altíð hava sagt seg styðja altjóðarætt mótvegis búskaparligum valdi.

Glantrileikurin í tí sonevnda ”ríkisfelagsskapinum”
Men tíverri verður politiska orkan í Føroyum blakað burtur til at spæla tann vanliga glantrileikin í tí sonevnda ”ríkisfelagsskapinum”. Tann leikurin snýr seg ikki um at reisa okkum og vinna egin rættindi og møguleikar til Føroya. Hesin leikur snýr seg hinvegin um at snáka og pussa ta uppfunnu myndina av tí sonevnda ”ríkisfelagsskapinum” – til tess at fasthalda hjálandastøðuna og lívsgrundarlagið hjá sambandsflokkunum í Føroyum

Her verður trúttað niður í fólk, at løgmaður og fólkatingsmenn nokk skulu fáa Danmark at “hjálpa okkum stakkals føroyingunum” í silda- og makrelmálinum. Danmark skal ikki viðgerast sum eitt vanligt land við áhugamálum. Men sum onkur serlig vera, ið er sett í hendan heimin til tess at hjálpa føroyingum og grønlendingum ímóti tí stóru og óndu verðini, sum vit ómøguliga mugu gerast ein javnsettur partur av.

Vit mugu gerast vaksin sum tjóð og skilja, at onki løgið er í, at Danmark hevur síni áhugamál at røkja. Tað einasta løgna er, at hetta ikki verður viðgjørt opið og erligt. Og tí missa vit ovurstór virði og møguleikar.

Holgar danski er vaknaður
Ein donsk myta sigur, at tá Danmarkar ríki er í vanda, so fer Holgar danski at vakna, har hann hevur sitið og sovið í katakombunum undir borgini á Kronborg.

Og hendan leiklutin sum Holgar danski, spælir ongin so væl sum Edmund Joensen. Pressuskrivini rapla út yvir føroyska almenningin við einum og sama boðskapi: Danska eindarríkið er í vanda! Men nú skulu Edmund og Sambandsflokkurin fáa donsku stjórnina at hjálpa Føroyum, so at danska ríkið kann liva lukkuliga áfram við sínum hjálondum – uttan nakra broyting. Føroyingar sleppa undan at taka ábyrgd, tí hetta skal Danmark nokk orðna og bjarga okkum burturúr.

Men vit minnast øll, hvussu tað gekst, tá ið Edmund Joensen seinast skuldi “fáa Danmark at lyfta eitt mál uppá hægsta politiska stig” og helt uppá, at tann sonevndi "ríkisfelagsskapurin" skuldi hjálpa Føroyum í sildabýtinum.

Sannleikin um sildabýtið
Í 1995 -1996 savnaðust strandalondini at samráðast um Norðhavssildina. Tey vóru Noreg, Ísland, Føroyar og Russland. Fiskifrøðingar høvdu lagt fram eitt vísindaligt grundarlag fyri einum býti.

Tað politiska býtið, sum lá á borðinum í 1995, var, at Føroyar áttu 6,5%. ES var ikki strandaland, tí Norðhavssildin er nærum ikki í ES sjógvi. Tó hildu strandalondini, at ES átti at fáa 1%.

Hetta býtið var ov lítið fyri Føroyar sambært søguligum tølum. Edmund Joensen var løgmaður, og hann vildi nú hava Danmark at hjálpa og vildi "lyfta samráðingarnar upp á eitt hægri politiskt stig". Tað er jú Danmark, sum umboðar Føroyar í uttanríkismálum. Og hvat var úrslitið?

Jú, Edmund vildi hava Danmark við inn til samráðingarborðið. Danmark segði sjálvandi takk fyri tilboðið. Danmark kravdi, at ES skuldi gerast strandaland.

Og endin varð í 1997, at ES nú fekk 8% av sildini, hóast tey als ikki vóru strandaland! Føroyar mistu 1,5% av tí, sum hevði ligið á borðinum, og endaðu við at fáa 5%. So væl royndist ”ríkisfelagsskapurin” hjá Edmundi.

Burturúr hesum partinum av Norðhavssildini, sum ES og Danmark als ongan rætt høvdu til, hevur danska pelagiska vinnan fingið stóran vinning alt síðani 1996 – í heili 17 ár.

Veruleikin um revsitiltøkini
Danmark og ES dugdu altso sera væl at gagnnýta støðuna og Edmund í 1997. Og hetta áttu vit sjálvandi at lært av. Men nú skulu vit aftur dagliga hoyra um, at Danmark skal royna at "avmarka boykott" og so framvegis. Og tað fer at koma meiri enn. Vit fara at hoyra um fólkatingsmenn, sum siga, at teir trýsta donsku stjórnina, men "at Danmark fær onki gjørt og hevur als onga veruliga ávirkan á málið. Men at danska stjórnin kann trýstast til at atkvøða "blankt" ella ímóti, tí tað er frægasta loysnin, ið kann fáast". Hóast tað bert er spæl fyri gallarínum.

Veruleikin er tann, at Danmark kundi sjálvsagt havt steðgað revisheimildunum hjá ES í fjør. Tey atkvøddu blankt millum ráðharrarnar og donsku limirnir í ES-parlamentinum atkvøddu flestu fyri.

Danmark kann eisini steðga revistiltøkum móti Føroyum nú, um tey veruliga leggja nakað í tað. Hugsið tykkum, um ES ætlaði at boykotta Niðurlendsku Antillurnar, tær fronsku koloniirnar ella tey eftirverandi bretsku hjálondini. Halda vit, at tað nakrantíð hevði komið hartil í ES? Tað hevði langt síðani verðið steðgað í føðingini.

Danmark kundi eisini sagt týðiliga: Tað var ein heilt skeiv gongd og eitt skeivt býti, tá ES gjørdist strandaland í Norðhavssildini – og enntá fekk meira enn strandalandið Føroyar. Tí eigur ES sjálvandi at geva hendan órætta partin frá sær. Tá hevði skjótt kunnað fingist semja millum øll strandalondini, tí bæði Ísland og Russland eru púra samd við okkum um, at ES átti ongantíð henda partin.

Men Danmark velur ikki at gera hetta, tí tey viga onnur og egin áhugamal hægri. Tess fyrr, vit ásanna hetta, tess betri verða okkara møguleikar – og tess betri kunnu vit samskifta við Danmark og onnur sum vaksin og javnbjóðis fólk.

Ein vitjan til pussingar
Tíverri tykist endamálið við komandi vitjanini hjá danska forsætisráðharranum í Føroyum ikki at vera at fáa nakran veruleika á borðið. Heldur er endamálið eittans: At halda uppi hesi mytuni um ”ríkisfelagsskapin”, sum skal bjarga og hjálpa okkum, so at vit ikki skulu finna uppá at taka ábyrgd av egnum landi og gerast ein sjálvstøðug tjóð. Og hetta fer at verða messað aftur og aftur í sambandi við vitjanina: ”Danmark førsøger at tage hensyn til Rigsfællesskabet og hjælpe Færeørene med at begrænse sanktioner. Men må også tage hensyn til bæredygtigt fiskeri”. Og so fremeftirni.

Kostnaðurin av at vera hjáland
Henda støðan vísir enn einaferð, at vit missa ovurstór virðir og møguleikar, tí at vit ikki handlað frælst í altjóða samfelagnum. Og hetta hevur verið læran av allari okkara søgu. Øll tey rættindi, sum í dag eru lívsgrundarlagið undir okkara samfelag, eru vunnin tá vit hava tikið ábyrgd sjálv, hava reist okkum og hava virkað sum ein sjálvstøðug tjóð. Og í øllum hesum førum hava vit í langsámiliga tíð spilt orku og møguleikar burtur, tí afturhaldið hevur tvíhildið um, at onkur annar skuldi ”hjálpa” okkum og ”geva” okkum okkurt framíhjá í teirri ófrælsu støðuni sum hjáland.

Lat meg bert nevna trý dømi:

- Í 20 ár stríddist Tjóðveldi fyri at fáa egið fiskimark. Seinni tóku fleiri undir. Men Danmark kundi ikki arbeiða fyri hesum, tí tey høvdu góðar handilsavtalur um at flyta smør, egg og bacon til Bretlands. Tí sluppu bretar at trola inn í klettin heilt fram til 1964. Tað hevur kostað Føroyum milliardir í peningi og mistum møguleikum og menning.

- Í 30 ár stríddist Tjóðveldi fyri at fáa ræðið á undirgrundini. Seinni tóku fleiri undir, og vit samráddust í 17 ár við Danmark. Tey vildu ikki sleppa hesum, tí tey mettu tað sum ein stóran fyrimun fyri danskt vinnulív og altjóða støðu, at hava hetta aktiv. Hvat hevur tað ikki kostað okkum í vantandi menning av oljuleiting undir Føroyum? Ikki fyrr enn vit sjálv tóku ábyrgdina, hendi nakað og møguleikarnir lótu seg upp.

- Í 30 ár hava vit stríðst fyri at fáa ræðið á okkara egna loftrúmi. Hvat hevur tað ikki kostað okkum í vantandi inntøkum menningarmøguleikum? Eins á øllum øðrum økjum fer tað at skapa arbeiðspláss, inntøkur og møguleikar, tá vit taka ábyrgdina sjálv.

Og so fer eisini at verða við okkara altjóða samráðingunum um ferðandi fiskastovnar.