Dagliga hoyra vit frá tingsins røðarapalli at ríkisveitingin tryggjar vælferðina í Føroym, og at tað er tí samgongan hevur verið í samráðingum við danir um hækkaða ríkisveiting. Væti tó at flestu føroyingar hava fingið eitt “wake-upp call” nú vit síggja hvussu raðfestingarnar hjá samgonguni eru.
Málið var 200 milliónir, úrsliti var 8,6 milliónir. Danir vóru meira at sær komnir enn meirlutin á Løgtingið.
Men hvat hevur henda samgongan so gjørt fyri vælferðina hjá okkum. Jú tey byrjaði við at avtaka ætlaðu hækkingina í alamnnaveitingunum, soleiðis at t.d fólkapensiónin og viðbøtur til stakar uppihaldarar blivu fastfrystar. Hesi fingu ikki tær fáu krónurnar tey sambært lóg skuldu fáa í hækkan 1 januar í ár.
Eisini høvdu fólkapensionistarnir fingið lovað, at frá 1 januar skuldi ikki mótroknast í pensiónini, um annan hjúnarfelagin arbeiddi. Hetta var nakað av tí síðsta seinasta samgonga lovaði, og samtykti við lóg, og var somuleiðis ein av fyrstu lógunum samgongan tók burtur aftur í hesi tingsetu. Tey sum høvdu sæð fram til at kunna forvinna sær eina upphædd uttan at hjúnarfelagin bleiv mótroknaður í pensiónini, ja, tey fingið ikki tað teimum var lovað.
Soleiðis kann eg halda áfram, Heilsutrygdargjaldið er fari upp, stuðulin sum fólk kunnu fáa til heilivág úr Heilsutrygd er minkaður. Lestrarstuðulin sum skuldi hækka bleiv fastfrystur, eins og fólkapensiónirnar. Egingjald uppá 2000 krónur pr hoyritól er samtykt. Útbyggingin á Landssjúkrahúsinum er flutt fram í tíðina fyri at spara nakrar milliónir o.s.fr
Hinvegin er ein skattalætti framdur fyri 265 milliónir. Sami skattalætti er latin teimum høgu inntøkunum. Tá ið nú danir ikki vildu fíggja henda skattalætta, ja so fór samgongan eftir pensiónunum hjá løntakarunum í Føroyum, og valdi at skatta hesar við inngjald. Sostatt er pensiónin hjá fólki farin út sum skattalætti, til tey sum frammanundan høvdu ríkiligt. Og hetta var tað, sum samgongan hevði ætlað at brúka 200 millonir í hækkaðar ríkisveiting til, ikki til vælferð. Tey sum í veruleikanum tørvaðu skattalættan, ja tey fingu at vita, at tey bara kundu arbeiða meira, so skuldi tað nokk loysa seg hjá teimum eisini. Vælferðin anno 2012 !
So tey sum halda at ríkisveitingin skal tryggja vælferðina, ja tey eiga at hava nakað at hugsa um í hesum døgum.
Afturat øllum hesum so hevur samgongan flutt nakað av ábyrgdini av vælferðini yvir á fagfeløgini. Tað hevur verið víst á í tingsalinum, og orða í viðmerkingum til lógaruppskot, at lestrarstuðulin og almannaveitingarnar skulu hækka samsvarandi teimum sáttmálum sum fagfeløgini samráða seg fram til. Fagfeløgini fáa sostatt álagt ábyrgdina fyri um t.d fólkapensiónin skal hækka. Altso eg spyrji bara, hvar eru vit stødd ?? Er hetta ikki uppgávan hja Løgtinginum ??
Og eg sum fór uppí politik við arbeiðnum fyri livikorum hjá fólki sum eina av fremstu raðfestingum. Ja, skal eg nú spyrja meg sjálva um tað var í fagfelagsarbeiði eg átti at verið ?? Nei her er brúk fyri at navigera aftur á beint. Hvørki fagfeløgini, danir ella nakar annar hevur ábyrgd av vælferðini. Ábyrgdina eigur Løgtingið. Og vælferð snyr seg í stóran mun um hvussu man velur at brúka peningin. Okkara samgonga hevur fingið, ella tikið sær, eina meirinntøku uppá yvir 200 milliónir, og hygg hvat teir valdu at brúka tað uppá - skattalætta heldur enn vælferð, tíverri.
Sirið Stenberg
løgtingskvinna
