Ósannindini hjá Henriki Old

29 October 2011
Skrivað hevur
Høgni Hoydal

Vit hava gjørt eitt uppskot, sum hevur til endamáls at taka spekulasjónina burtur í fiskivinnuni, so at fiskiloyvi og fiskidagar ikki verða seldir millum skip, men heldur umvegis landið. Bólkur 5 er ikki uppi í uppskotinum.

Hetta hevði gjørt tað so nógv lættari at verið fiskimaður og útróðrarmaður enn tað er í dag.

Hinvegin hava fiskimenn og útróðrarmenn, meðan Hendrik Old hevur verið í velmaktini, muga goldið í dýrum dómum til spekulantar fyri at keypa fiskidagar og fiskiloyvi, bara fyri at sleppa til arbeiðis. Verður hetta ikki steðgað, so endar allin flotin á útlendskum hondum - og hann er væl á veg.

Høgni Hoydal