Ósamdir um ein milliard?

16 October 2007
Skrivað hevur
Høgni Hoydal

Løgmaður sendir opin brøv til sín egna floksfelaga, Heðin Mortensen, og vónar at hann sum borgarstjóri kann fáa eitt sindur av skili á búskapinum í landinum. Landsstýrið hevur í hvussu er kastað frá sær, staðfestir løgmaður.

Harafturat eru øll týdningarmikil mál vavd so saman í vantandi tilrættislegging og vantandi langtíðarhugsan, at ongin kann vita út ella inn: Fíggjarlóg, Kyoto, sandoyartunnil, granskingarpark, bústaðarpakkar o.s.fr.

Og so er løgmaður – ja trúgvi tí ella ikki – farin at skriva tíðindaskriv ímóti landsbankastjóranum um teir kassarnar, ABC-samgongan hevur tømt.

Landsbankastjórin vísti herfyri alment á, at um peningurin fyri einskiljing av Føroya Banka ikki varð settur í Landsbankan, so vantar nógvur peningur í at fylgja lógini um minstainnlán.

Løgmaður hevur, sum eitt heilt óvanligt stig, sent eitt tíðindaskriv út, sum skal rætta landsbankastjóran.

(Veit ikki, hvat hevði verið gjørt í øðrum londum, um tildømis svenski nationalbankastjórin og statsministarin høvdu hvør sína útlegging av svenska búskapinum. Vit tosa jú um eina upphædd, teir eru ósamdir um, sum er ein triðingur av fíggjarlógini. Tað svarar til, at mann í Svøríki var ósamdur millum statsministara og nationalbankastjóra um eina upphædd uppá 300 milliardir svenskar krónur. Tað hevði verið ein gøla í stórum vavi).

Tí má greiða fáast á, hvat er rætt og skeivt í hesum máli.

Landsstýrið er bundið av eini løgtingssamtykt um, at peningurin fyri einskiljingina av Føroya Banka skal antin setast í búskapargrunn ella nýtast at gjalda skuld niður við.

Tá tann samtyktin er fylgd, vantar ein milliard í Landsbankanum til tess at fylgja lógarásettu krøvunum. Og hvussu ætlar landsstýrið at loysa tað? Við at fara út at lána pengar?

Tí havi eg sett løgmanni ein skrivligan fyrispurning um hetta álvarsmálið, sum verður endurgivin her niðanfyri.

Skrivligur fyrispurningur tilløgmann

um minstainnlán í Landsbanka Føroya, skuld, einskiljing og búskapargrunn

Hvussu nógvir peningur stendur í Landsbanka Føroya, um vit ikki taka tær 1,2 mia. krónurnar við fyri einskiljingina av Føroya Banka?

Hvussu lýkur Landsbanki Føroya lógarkrøvini um minstainnlán, um tær 1,2 mia. krónurnar fyri Føroya Banka verða tiknar úr og settar í Búskapargrunn ella nýttar at niðurgjalda skuld?

Ætlar løgmaður at halda løgtingssamtyktina um, at peningurin fyri einskiljingina av Føroya Banka skal setast í Búskapargrunn ella nýtast at gjalda skuld niður?

Ætlar løgmaður at taka upp lán fyri tá at lúka minstukrøvini um innlán í Landsbanka Føroya?

Hvussu nógv av skuld landskassans hevur sitandi landsstýri niðurgoldið, tá vit ikki rokna tær 600 mió. kr. við, sum vórðu niðurkapitaliseraðar úr Føroya Banka áðrenn einskiljingina?

Heldur løgmaður sjálvur, at tað er búskparpolitiskt skil í eini tíð, tá øll samfelagshjólini mala skjótt og onki arbeiðsloysi er, at onki verður lagt til síðis hjá landinum, men at dúvað verður uppá at selja ognir ella taka upp lán til tess at lúka lógarkrøvini um minstainnlán í Landsbankanum?

Er løgmaður til reiðar at bróta eina greiða løgtingssamtykt um búskapargrunn og skuldarniðurgjalding til tess at fjala út yvir skilaleysa búskaparpolitikkin hjá sittandi samgongu?

Viðmerkingar

Landsbankastjórin hevur alment sagt, at um einskiljingarpengarnir frá Føroya Banka verða tiknir úr Landsbankanum, so lýkur hann ikki lógarásettu minstukrøvini um innlán.

Harvið er staðfest, at hetta landsstýrið hevur váttað ringastu spádómarnar um vantandi búskaparligt skil, vantandi ætlanir og langtíðarplanlegging. At samgongan fór at selja størstu aktivini og brúka peningin á vanliga rakstrinum.

Kassin er tómur, og bert við at selja aktivini hjá landinum, kann fjalast, hvussu illa er arbeitt. Skattalættarnir skulu fíggjast, og onki verður hugsað um, at tá onki verður lagt til viks í uppgangstíðum, verður øll rokningin og alt upptakið, tá vøksturin í búskapinum er minni. Tá kann tað skjótt skjótt gerast ein øvug ringrás.

Kortini hevur løgmaður sent út tíðindaskriv vegna samgonguna, har hann roynir at afturvísa útsagnunum hjá landsbankastjóranum.

Tað er ein sera álvarslig atgerð frá løgmanni. Tí sambært øllum tølum og fakta, hevur landsbankastjórin ikki sagt eitt skeivt orð.

Eisini er tað ómetaliga undrunnarvert, at løgmaður og ikki fíggjarmálaráðharrin senda út tíðindaskriv um búskapar- og fíggjarstøðuna.

Her ruggar ikki rætt.

Ein greið løgtingssamtykt sigur, at peningurin fyri einskiljing av Føroya Banka skal setast í búskapargrunn ella nýtast at gjalda skuld niður.

Tá tað er gjørt, er vantar nógvur peningur í Landsbankanum. Og hvat ætlar samgongan at gera við tað? Antin kann hon bróta løgtingssamtyktina, ella má hon taka upp lán.

Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Á løgtingi, 16. oktober 2007

Høgni Hoydal

løgtingsmaður