Skulu vit gráta ella flenna?
Meðan fólk í Danmark verða søgd upp í hópatali – bæði í tí almenna og tí privata – koma ein løgmaður og ein fíggjarmálaráðharri úr Føroyum til Danmarkar. Teir hava júst játtað sær sjálvum millum 4000 og 5000 krónur eyka - um mánaðin (!) Uttan at hava arbeitt ein tíma eyka. Tað vanliga verkafólkið í Føroyum, og komandi ættarlið í Føroyum, skal rinda fyri hendan skattalættan við eini ógvusligari skattahækking og minking í síni uppsparing til ellisárini. Tey einastu, ið ikki skulu gjalda fyri skattalættan, eru júst somu politikarar, ið ikki gjalda til egna pensjón.
Og so skal sambært hesum hetjum, eisini Danmark rinda til teirra politiska prosjekt fyri egingirndini. Teir biða um millum 150 og 200 milliónir meira árliga í blokkstuðli. Teir gera tað skrivliga í brøvum. Og sita á fundi við danska fígjarmálaráðharran og krevja hendan pening.
Men tað gongur striltið. Teir fáa boðið 8-9 mió. fyri at selja sjálvsræðið og sjálsvirðingina. Teir eru ikki nøgdir. Og síðani fer løgmaður á fund við danska forsætisráðharran at royna aftur. Men úrslitið verður tað sama. Knappar 9 mió. krónur.
Og løgmaður tekur av. Sendir síðani eitt tíðindaskriv út um makrel (!) – har soltna kraddingin verður fjald millum reglurnar. Hálovar eisini í skrivinum hesum sonevnda ríkisfelagsskapinum. Altso tað, at føroyingar ikki eru sjálvstøðug tjóð. Og lovar meira pening næsta ár (!).
Hetta minnir ikki sørt um, tá Esau seldi frumburðarrættin fyri eina skál av greyti. Men hann hevði neyvan játtað sær sjálvum stórar upphæddir frammanundan.
Tað stóra bluffið
Vit fullveldisfólk kunnu á ein hátt fegnast um, at blokkstuðulin ikki hækkar meira enn 9 milliónir. Men politiskt og moralskt, er støðan hin sama uttan mun til upphæddina. Ja, hon er á mangan hátt verri, og átti at fingið avleiðingar fyri landsstýrisflokkarnar.
Løgmaður og Fólkaflokkurin eru komin aftur við bæði skommini av at selja føroyskt sjálvræði og føroyska sjálvsirðing – og fyri ein so bíligan penga.
Løgmaður er harafturat komin aftur við eini avdúking um, at hann í valstríðnum hevur selt sín politikk uppá ein vert, ið ikki vil gjalda rokningina. Hann hevur bluffað veljararan, so tað stendur eftir!
Og tað skal ikki undra, um hann fer at vera so nasadjarvur at geva øðrum skyldina og annars tosa um, at hetta fer at ganga út yvir tey veikastu – sum hann hann júst hevur tikið pening frá til skattalættarnar.
Fólkafloksins (og Miðfloksins og Sjálvstýrisfloksins) skomm er eins stór. Og bluffið líka grovt. Teir hava biðið um 150-200 mió. krónur úr Danmark og selt fullveldishugsjónina. Beint øvut av tí, ið teir lovaðu í valstríðnum. Jú, víst hevur Fólkaflokkurin fingið í posa og sekk við skattalætta og grovari umfordeiling av virðum frá teimum mongu til tey fáu. Men skommin er eins stór, um tú selur teg bíliga ella dýrt.
Og hesir flokkar fara heilt víst at vera so nasadjarvir, at teir vóna, at veljarin gloymir hetta. Og teir fara at bera í bøtuflaka og siga, at nú gjørdist upphæddin ikki so stór, sum biðið varð um. Og teir satsa uppá, at veljarin gloymir, hvat teir hava skrivað undir uppá, og at hesir flokkar eru grundarlagið undir einum løgmanni, sum hálovar vantandi sjálvstøðu Føroya og lovar meira danskan pening næsta ár.
Ongin er sum kunnugt fullspottaður, fyrr enn hann spottar seg sjálvan.
Ímeðan er føroyska landshúsarhaldið á álvarsligari vandakós, og veruligur framtíðarpolitikkur er parkeraður til frama fyri løtuvinning og vanligar rossahandlar og gerðabýti millum samgonguflokkarnar.
Neyvan mundi Jóannes Patursson hava ímyndað sær hesa støðu – og enntá hjá tí fólkaflokki, sum hann stovnaði – tá hann yrkti:
Men sáran hoyrast hvinini í homrum hvølt og ørt.
Á, neyðara landsmenn, hvat hava tit nú gjørt?
- Tit dripið hava føroyingin í Føroyum!
