Økismenning og einskiljingar

20 October 2011
Skrivað hevur
Sirið Stenberg

Hugsjónin um at menna økir í landinum nýtist ikki at vera meira høgt flugvandi enn at tryggja borgarunum gott ferðasamband, og fyri vinnuna nøktandi farmaflutning. Tað snýr seg í stóran mun um at tryggja, at grundleggjandi tænastur og javnrættindi røkka øllum borgarum.
At einskiljing ikki altíð gongur hond í hond við økismenning er einskiljingin av Farmaleiðum eitt gott dømi uppá. Tey privatu feløgini ið tóku flutningin yvir, frávaldu fleiri leiðir til tey smærru plássini, eins og tey frávaldu flutning av smærri nøgdum. Samstundis varð flutningurin millum Føroyar og útlandi allur lagdur umvegis Tórshavn. Hetta viðførdi, at smærri virkir runt um í útjaðaranum høvdu verri møguleika fyri at vera við í kappingini.


Tá ið Farmaleiðir hildu uppat komu útróðrarmenn í Suðuroynni í trupulleikar við at teir ikki sluppu av við fiskin av oynni. Sum fylgja av hesum fekk Strandferðslan flutningsskyldu at flyta fiskin frá uppboðssølum úr Suðuroynni til Smyril og síðani norður til Havnar. Tað sum tíverri bleiv gloymt í hesum var, at um ein vinnurekandi í Suðuroynni ynskir at keypa ráðvøru til Suðuroynna, so er sama flutningsskylda ikki galdandi. Við einskiljing av Farmaleiðum hevur Strandferðslan ikki flutningsmøguleikan av fiski frá uppboðssølum norðanfjørðs til Smyril sum síðani flytir fiskin til Suðuroynna.


Stransferðslan hevur sostatt skyldu at flyta fiskin norður til Havnar, og ikki suður til Suðuroynna. Ein avleiðing er at prísurin at flyta fiskin suður er upp í 3 ferðir hægri, enn at flyta fiskin úr oynni.

Hvussu kunnu tá virkir í Suðuroynni keypa fisk suður, og vera kappingarfør ??

Er hetta at javnstilla økir í landinum ??
Eigur tað ikki at vera ein sjálvfylgja at flutningsskyldan er galdandi bæði suður og norð ?

Eella er hetta aftur eitt dømi um, at tað er meira enn dupult so langt suður sum norður ?


Ferðasamband oyggjana millum er ein fortreyt fyri allari framgongd og menning. Ásannandi hetta, so eru vit, so at siga til hvørja sáttmálasamráðing hátt, ella rakt av verkfalli. Hvussu kann vinnan virka undir slíkum treytum ? hvussu kunnu vit upparbeiða ferðavinnu ? og hvussu kunnu vit arbeiða aðrastaðni enn í Suðuroynni. Fyri ikki at tosa um allar tær tænastur í miðstaðarøkinum okkum tørvar, t.d í heilsuverkinum.


Føroyar er eitt so lítið samfelag, og uppgávan hjá ti almenna má vera at tryggja okkum grundleggjandi rættindi til trygga og regluliga samferðslu. Haldi at tað er uppá hægstu tíð at tryggja at Smyril ongantíð verður lagdur, eins og arbeitt eigur at vera við at fáa Farmaleiðir endurreistar.
Hóast vit hava nýggjan Smyril og Hovstunnil eru suðringar eftirbátar á samferðsluøkinum. Eitt gott dømi afturat hesum er vegakervið har vit hava 3 tunnlar har ongin lykur nøkur nútíðar trygdarkrøv.


Onki telefonsamband, ongi ljós, ongin neyðútgerð. Onki nakað !
Her er sanniliga nakað at arbeiða við fyri tann, ið vil okkum væl. Tað vil eg !


Sirið Stenberg valevni Tjóðveldis