Nú skipa vit fólkaræði í Føroyum

5 January 2008
Skrivað hevur
Høgni Hoydal

Góðu føroyingar – heima sum úti.

Nýggjárið er høvi hjá okkum øllum at skoða. At skoða aftur. At skoða fram. Og at endurskoða – at seta okkum nýggj mál og kveikja nýggjar vónir.

Vit kunnu øll skoða aftur á eitt ár við bæði gleði og sorg hjá hvørjum einstøkum okkara, og hjá teimum, vit eru góð við og bera kenslur fyri. Vit hava øll havt okkara vónir og ríku løtur. Og vit sjálv – ella fólk, ið standa okkum nær – hava upplivað vónbrot og tungar løtur.

Hetta er tað, sum skapar okkara lív og gevur tí meining og innihald. Og hetta er tað, sum knýtir okkum saman sum menniskju í ein mentanarligan og sosialan felagsskap.

---

Men hvussu skoða vit so tann felagsskapin, ið vit eru partur av? Hvussu skoða vit okkara lut í lokalsamfelagnum, í tjóðini og í heimssamfelagnum?

Velja vit at skoða, taka støðu og stríðast fyri at gera okkara áskoðan galdandi?

Ella velja vit at gerast áskoðarar í samfelagnum og lata avgerðirnar, sum ávirka okkum øll, upp í hendurnar á øðrum?

Velja vit áskoðaraleiklutin og líkasæluna – ella velja vit ávirkan og virknan lut í at skapa eina felags framtíð?

Tað er tann avgerandi spurningurin, vit eiga at seta okkum, nú vit stíga inn í 2008.

Tað snýr seg um fólkaræði, sjálvsvirðing, samleika, frælsi og ábyrgd mótvegis hvørjum øðrum.
---

Størsta trotvøran í heiminum er ikki materielt ríkidømi. Størstu trotvørurnar eru veruligt fólkaræði, javnbjóðis rættindi, útbúgving og ávirkan á egið lív, sosialt rættvísi, samleiki og eitt reint umhvørvi – og eitt umhvørvi, ið ikki ger av við okkara lívsgrundarlag.

Vit kunnu bara hyggja at heiminum í dag.

Ongantíð hevur materiella ríkidømið verið størri – men ongantíð hevur tað verið ójavnari býtt.

Ongantíð eru so stórar upphæddir brúktar til kríggj – og vit eru partur av tí.

Ongantíð hevur umhvørvið og heimsins vistfrøðiskipan verið so hótt.

Hava vit áskoðanir um tað – ella velja vit at vera áskoðarar og at vera líkasæl?

---
Og hvussu er støðan her heima hjá okkum?

Hava vit skipað okkum sum fólkaræði – og harvið tikið ábyrgd av okkara felagsskapi og av okkara luti í heiminum?

Svarið er sjálvsagt nei.

Alt ov leingi hava vit latið onnur tikið avgerðirnar okkara vegna.

Tey týdningarmestu amboðini og málini til tess at menna okkum sum fólk og samfelag eru ikki undir okkara ræði og ábyrgd. Dyrnar út í heim eru læstar fyri okkum sum tjóð – og bert við at skifta ham og lata okkum í annan samleika fáa vit atgongd til heimin undir øðrum navni.

Bert eina ferð eru vit spurd sum fólk, um vit vilja hava fólkaræði, og hvørjar skipanir og virðir skulu galda. Okkara avgerð varð sett til viks – onnur tóku avgerðirnar, og í staðin fingu vit eina skipan, ið vit sum fólk ongantíð hava samtykt.

Og hava vit ikki í størstan mun verið áskoðarar síðani?

Hava vit gjørt sum Homer Simpson, tá dóttirin, Lisa, í amerikonsku teknirøðini, spyr um hansara politisku áskoðan og hugsanir um umhvørvi og rættvísi.

Hann svarar: Eg havi valt politikarar at hugsa fyri meg, so spyr ikki meg um hatta.

---
Alt ov leingi hava vit latið politisku flokkarnar keglast um okkara framtíðarstøðu og um teir stóru spurningarnar í samfelagnum handan stongdar dyr. Úrslitið er, at ongar veruligar avgerðir verða tiknar, ongin kós sett – og ongin stendur til svars.

Politiska valdsspælið læsir atgerðirnar fastar, og tað kennist sum at koyra í eini rundkoyring, har ongantíð slepst út á alfaraveg.

Ja, hesi seinastu árini hevur tað verið sum ein bretsk rundkoyring, har bara verður koyrt til høgru.

Men heimurin broytist og setur okkum heilt nýggj krøv og avbjóðingar. Føroyska vinnulívið. Skapandi mentanin í Føroyum. Fólk innan útbúgving, gransking, almannaverk og heilsuverk. Ungdómurin. Feløg, fyritøkur og stovnar. Ja, føroyingar flestir vilja nýskapan, taka ábyrgd og stíga út í heim við góðum úrsliti.

Kortini stendur okkara politiska skipan í stað. Vit renna undan avbjóðingunum og endurtaka somu mistøkini. Líkasæla og ábyrgdarloysi spjaðir seg í samfelagnum, og hvør fer bert at berjast fyri sær og sínum.

Men nóg mikið er nóg mikið.

Nú mugu vit savnast um at byggja land og tjóð og velja leiðina frameftir.

Nú skulu vit skipa fólkaræði í Føroyum.
----
Og er tað ikki ein ótrúligur framíhjárættur, at vit nú kunnu fara at samtykkja okkara egnu grundlóg, okkara rættindi og skyldur mótvegis hvørjum øðrum – og móti umheiminum.

Og er tað ikki ein ótrúligur framíhjarættur, at vit kunnu taka avgerðir um týdningarmestu málini fyri okkum øll og gera tey øðrvísi og betri, enn tá tey hava ligið uttan fyri okkara ábyrgd og ávirkan.

Hugsið tykkum ta avbjóðingina, sum okkara mongu landsmenn og landskvinnur, ið hava valt at búseta seg og virka uttan fyri Føroyar, uttan iva vilja taka á seg – at byggja upp eitt sjálvstøðugt uttanríkisráð, rættarskipan, løgreglu, umhvørvispolitikk, eitt kappingarført vinnulív, sosialar skipanir og ríka mentan.

Og hvønn týdning hevur tað ikki, at vit kunnu virka úr Føroyum – beinleiðis um allan heim – errin og við sterkum samleika?

At vit ikki síggja Føroyar sum ein útjaðara og eina endastøð, men okkara pláss, sum eisini liggur mitt í heiminum?

Hugsið tykkum, hvat virði og hvør menning liggur í at taka fult fólkaræði?

----

Góðu føroyingar – úti sum heima

Christian Matras yrkir:

... ein óskrivað søga,
ein orðaleys røða,
um fólkið her livdi,
skapaði tjóð.

Lat okkum byrja hetta árið við at fara undir at skriva tær óskrivaðu søgurnar og at halda tær orðaleysu røðurnar.

Gott nýggjár, øll somul.

Høgni Hoydal