Til Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann, um Húsalánsgrunnin:
- Ætlar landsstýrismaðurin at standa við síni orð í fjølmiðlunum um, at Húsalánsgrunnurin skal kunna kappast við bankarnar um at fíggja sethús og harvið fáa rentuna niður?
- Ætlar landsstýrismaðurin at taka aftur ella at broyta uppskotið, sum hann hevur lagt fyri tingið, ið tekur hendan møguleikan frá Húsálánsgrunninum?
2. Til Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann, um hoyringsskriv ið ikki er sent tinginum viðvíkjandi lógini um Húsalánsgrunnin:´
- Kann landsstýrismaðurin vátta, at tá hann legði lógaruppskot um at broyta Húsalánsgrunnin fyri tingið, legði hann ikki hoyringsskriv við frá nevnd og leiðslu í grunninum, sum staðiliga mælti frá uppskotinum og vísti á stór og grundleggjandi lýti?
- Heldur landsstýrismaðurin, at hann harvið hevur afturhildið týðandi upplýsingar fyri tinginum?
Vinarliga
Høgni hoydal
Munnligir fyrispurningar til mikudagin 03. feb. 2010
2 February 2010
