Munnligir fyrispurningar til løgtingsfundin mikudagin 10. februar 2010

9 February 2010
Skrivað hevur
Høgni Hoydal


1. Til Kaj Leo Johannesen, løgmann um at taka útlendingamál á føroyskar hendur:

- Hvussu gongur arbeiðið at taka útlendingamál á føroyskar hendur, og nær verður lóg løgd fyri tingið?

- Eru nakrar seinkingar ella trupulleikar í samskiftinum við danskar myndugleikar?

- Er samgongan til reiðar at lóggeva um at taka málið undir føroyskt ræði, hóast ikki full semja er við danskar myndugleikar?

Viðmerkingar:
Í desember 2003 vóru samráðingarnar millum danskar og føroyskar myndugleikar lidnar um at taka útlendingamál á føroyskar hendur og eitt drúgt álit liðugt. Síðani lá málið stilt undir fyrru ABC-samgonguni, varð sett í verk afur undir CHE-samgonguni, og sitandi landsstýrið hevur boðað frá, at útlendingamál skulu á føroyskar hendur á nýggjárinum komandi.

Síðani er frætt um samráðingar við danskar myndugleikar, men ilt er at skilja, at nøkur samráðing ella teknisk forðing skal seinka málinum, tí alt er lýst út í smálutir. Tískil verður spurt, hvørt nakrir trupulleikar eru, og um samgongan er tilreiðar at fremja málið, hóast trekleikar ella tekniskar forðingar frá donskum myndugleikum.

2. Til Kaj Leo Johannesen, løgmann um politiska høvuðsmál landsstýrisins:

- Hvat er politiska høvuðsmálið hjá landsstýrinum?

- Hvussu gongur at røkka tí?

- Er nakað politiskt mál, ið kann fáa landsstýrið at leggja frá sær - t.e. sum verður mett so týdningarmikið, at løgmaður er tilreiðar at leggja frá sær, um tað ikki verður framt?

Viðmerkingar:
Sóknast verður eftir, um løgmaður og landsstýrið hava nakað politisk høvuðsmál, sum mett verður at hava avgerandi týdning.


3. Til Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann, um politisku tiltøk landsstýrisins nú peningastovnarnir ætla at flyta allar sínar elektronisku skipanir av landinum

- Hvørji tiltøk umhugsar landsstýrið at seta í verk, nú tað er váttað, at peningastovnarnir flyta allar sínar elektronisku skipanir av landinum og at hetta fer at hava stóran kostnað við sær fyri landið og tað almenna?

Viðmerkingar:
Landsstýrismaðurin hevur váttað í svari til skrivligan fyrispurning frá undirritaða, at peningastovnarnir fara at flyta allar sína elektronisku skipanir til kontur og gjaldsmiðling av landinum.

Umframt, at hetta uttan iva fer at kosta arbeiðspláss, serfrøði innan KT, førleikatap og vantandi løgræði á einum so týdningarmikum øki sum peninga- og gjaldsmiðlan hjá øllum føroyingum, so hevur landsstýrismaðurin eisini staðfest, at tað fer at kosta landskassanum og tí almenna ókendar upphæddir at reka og røkja elektronisku skipanirnar hjá tí almenna, nú peningastovnarnir taka seg úr tí samstarvi, ið verið hevur á økinum.

Tí verður spurt, hvørji tiltøk landsstýrið umhugsar at fremja í hesum máli.