Misskilta nationalisman í Føroyum

16 June 2010
Skrivað hevur
Høgni Hoydal

Men í veruleikanum umboða Edmund Joensen, Kaj Leo Johannesen og onnur, ið føra slíkt fram, eina misskilta og avoldaða danska nasjonalismu í Føroyum.

Í sambandi við stjórnarskipanarmálið og hvalaveiðimálið hava vit enna einaferð upplivað, at ein evarska lítil minniluti í Føroyum, gongur beint ímóti rættindum hjá føroyska fólkinum og semjum í føroyska samfelagnum. At fólkaflokkurin og javnaðarflokkurin lata tað um seg ganga, hóast teir látast at vera ónøgdir, er eisini bert ein endurtøka av søguni. Danska stjórnin stuðlar so hesum evarska lítla minnilutanum í Føroyum – og tað hava vit sæð so oftani.

Tað er beint ímóti fólkaræðisligum mannagongdum og er reinur valdspolitikkur – fjaldur sum løgfrøði.

Tað løgna er kortini, at Edmund Joensen, Kaj Leo Johannesen og onnur ikki fíra fyri at skíra føroyska sjálvstýrisstríðið fyri ”misskilta nasjonalismu”.

Men nasjonalisma í tí negativa týdninginum, hon hevur havt í heimssøguni, snýr seg um, at ein tjóð, ein mentan, eitt fólk heldur seg vera hevjað yvir onnur og kann gera av lagnuna hjá øðrum fólkum.
At fólk ikki eru javnsett, men at summi eri betri enn onnur og hava onkran søguligan ella himingivnan rætt at siga øðrum, hvat tey kunnu og skulu ímóti teirra vilja.

Nú er so spurningurin: Hvar hevur nøkur føroysk nasjonalisma verið galdandi nú ella í søguni?


- Ætla vit at siga Danmark og danska fólkinum, hvørji rættindi tey skulu hava?


- Nokta vit fyri, at danska fólkið hevur evsta valdið í Danmark?


- Halda vit at føroyska málið skal hava framíhjárætt í Danmark, soleiðis at danir skulu læra heimin at kenna á føroyskum og at danskt er eitt verri mál enn føroyskt?


- Er føroyskt mál, og at tað er tjóðarmál í Føroyum ein hóttan móti, at danska málið kann mennast í heiminum?


- Hava vit noktað dønum rættindi teirra?


- Hava vit sagt, at danir kunnu ikki gera sína egnu stjórnarskipan ella gera avtalur við onnur lond?


- Standa vit við einari lóg, sum danir ongantíð hava samtykt og krevja, at teir skulu halda seg til hana, tá teir velja sína framtíðarleið?

Høvdu vit gjørt tað, so kundu vit av sonnum verið rópt "nasjonalistar" í negativari merking.

Men eg kenni í veruleikanum onkra skipan, sum uppførir seg júst soleiðis nasjonalistiskt mótvegis eini aðrari tjóð. Og eg kenni nógv fólk sum stu Onkur spunasmiðjur hjá Edmundi Joensen hevur upp í saman skírt føroyskt sjálvstýrisfólk at vera fongd við ”misskiltari natsjonalismu”. ðla hesum og ikki fíra fyri at rópa tey, sum bara krevja at verða javnsett við onnur, fyri "nasjonalistar".