Rokningin og upptakið verða øgilig – og komandi ættarlið skulu svíða fyri fáfongdina og sjálvsøknið hjá einstøku flokkunum og politikarunum
Tað er ilt at finna orð fyri tí, ið hevur gingið fyri seg á tingi seinastu vikurnar, áðrenn tingið fór til hús. Hugsi neyvan, at nakar er greiður um tað. Tí í bløðum og fjølmiðlum sæst onki um, hvat gongur fyri seg, hóast Útvarpið hevur roynt at lýst summi mál. Ístaðin hoyra vit Edmund Joensen, sum í seinastu viku saman við samgonguni atkvøddi fyri at víkja frá øllum tíðarfreistum, so at tingið skuldi skrumbla alt ígjøgnum og fara til hús, biðja tingið koma saman aftur (!). Soleiðis endurtaka samgongufólk støðugt andstøðunnar mótmæli, men standa ikki við tey, tá atkvøðast skal.
Støðan í føroyskum stjórnmálum kann lýsast soleiðis:
Onki átak frá landsstýrinum
Ein landsstýrissamgonga, sum undanfarnu 4 árini slepti allari búskaparligari stýring og politiskari kós, hevur nú í 9 mánaðir ikki tikið eitt einasta stig til tess at ásanna sína ábyrgd og at leggja á annan bógv.
Fíggjarlógarhallið verður nú mett til 720 milliónir krónur. Fyrsta mánaðin CHE-samgongan sat, framdi hon eina røð av broytingum soleiðis, at partar av skattalættunum vórðu tiknir burtur aftur og avgjøld vórðu hækkað, sum minkaðu hallið hjá landskassanum 100 milliónir.
Fíggjarnevndin og Løgtingið minkaðu aðrar 100 milliónir av hallinum í desember í fjør. Vórðu hesi átøk ikki gjørd, var hallið komið upp á knappa milliard – og landsstýrið hevur enn ikki gjørt eitt einasta uppskot ella tikið nakað stig búskaparliga og fíggjarliga.
Kortini hevur landsstýrið lagt stóran dent á at øll uppskot frá andstøðuflokkunum um fíggjarlig og búskaparlig átøk skulu fellast – og tey hava ikki skortað. Seinasta dagin varð enntá uppskotið hjá andstøðuni um at gera eina 10-ára íløguætlan, felt.
Kaj Leo Johannesen, kravdi í desember 2007 , at val varð útskrivað, tí Sambandsflokkurin kundi ikki liva við teimum risaíløgum, sum spolaðu upp í einum valrúsi. Hetta var áðrenn altjóða fíggjar- og búskaparkreppan yvirhøvur var byrjað. Nú er hann løgmaður í eini samgongu, sum hevur samtykt uppaftur størri íløgur enn tær, sum vóru á borðinum í 2007.
Bert tey veikastu skulu gjalda
Tær einastu fíggjarligu broytingarnar, hetta landsstýrið hevur lagt fram, leggja eftir teimum allarveikastu samfelagsbólkunum við smáum upphæddum, ið onki muna á landskassaroknskapinum, men raka samfelagsbólkarnar meint:
- Pensjónistar ið bert hava fólkapensjón.
- Einkjur og einkjubørn.
- Familjur hjá børnum, ið bera brek.
- Lesandi.
- Tímalønt.
Teir samfelagsbólkar, ið sjálvandi mugu bera eina størri byrðu nú og sum fingu mestu skattalættarnar, hava higartil onki goldið – og ríkasti bólkur hevur enntá fingið ein eyka skattalætta gjøgnum ALS-gjaldið.
Brot á allar mannagongdir
Men hvat hevur so tingið havt á borðinum hesar vikur, har alt skuldi skundast ígjøgnum uttanfyri allar tíðarfreistir?
Ja, millum annað eru 23 uppskot løgd fram frá landsstýrinum, 6 vikur aftaná seinastu tíðarfreist. Tað er ongantíð hent áður í føroyskari tingsøgu. Harímillum eru stórar og avgerandi broytingar gjørdar í lógini um vinnuligan fiskiskap, í alilógini og í matrikullógini, sum eftir mínum tykki fara at flyta stóra virðir frá felags ogn til einstakar bólkar – og uppskotini hava onga líkinda viðgerð fingið.
Í onkrum av hesum málum, vórðu avgerandi broytingar gjørdar í uppskotunum náttina fyri, at tey skuldu samtykkjast við 3. viðgerð. Og í einum máli, mælti tann myndugleikin, sum skal umsita lógina og hevur allan serkunnleikan, staðiliga frá at samtykkja lógina.
Danska revsilógin varð sett í gildi fyri Føroyar við øllum teimum høgravendu og populistisku broytingunum, sum Dansk Folkeparti hevur kravt í Danmark, men sum tey flestu eru samd um, hava verið til ógagns fyri rættartrygdina og fyri at fyribyrgja brotsverk og harðskap. Einasta, sum samgongan samdist um at taka burtur, vóru mannarættindaverjur fyri fólk við ymsum kynsligum tilhalli. Ikki bert viðvíkjandi happing, háðan og spotti, sum 266b ásetur. Samgongan tók eisini burturúr revsilógini fleiri aðrar greinar ið áseta, at um harðskapur verður framdur orsakað av kynsligum tilhalli, so skal tað revsast hart. Ófatiligt, at Javnaðarflokkurin kann liva við tí.
Harafturat kom fram seinastu dagarnar í tinginum, at landsstýrið hevur borið 52 mál í tingið, sum ikki eru løgfrøðisliga eftirkannað. Hetta er ongantíð komið fyri áður, hóast okkurt landsstýrisfólk hevur sagt tað í fjølmiðlunum. Áður hevur tað verið so, at eitt mál sleppur als ikki í tingið uttan at tað er løgfrøðisliga eftirkannað á lógardeildini í Tinganesi.
Og í øllum hesum ruðulleika og ábyrgdarloysi, varð seinasta dagin í tinginum enn einaferð uppskot felt frá andstøðuni um at játta eina millión afturat til Fróðskaparsetrið, so næmingar kunnu takast inn á søgu- og samfelagsdeildina.
Skapa tað mistreystið, ið teir skulu liva av
Alt er bert eitt tilvildarligt valdsspæl millum flokkar og einstakar politikarar, har tann sterkasti og tann frekasti vinnur. Og tingið kundi fyri tað, als ikki verið til.
Enn sum áður, er úrslitið av hesum ábyrgdarloysi, at rokningin og upptakið verða send til onnur og til komandi ættarlið – og at álitið á okkum sjálvi sum fólk og á fólkaræðið verður miðvíst máað burtur.
Tíverri tykist tað, sum teir flokkar, ið standa fyri hesum, rokna við at fáa gagn burturúr tí mistreysti, teir sjálvir skapa. Tí, um vit ikki hava álit á okkum sjálvum og ikki megna at stýra okkara búskapi og gera tryggar sosialar skipanir, so hava sambandsflokkarnir prógvað sín boðskap. Og tað er fyri mær ongin ivi um, at ongin kann virka so ábyrgdarleyst, sum sitandi samgonguflokkar gera, uttan so at teir eru vísir í, at Danmark nokk skal bjarga teimum burturúr sínum egnu gerðum, tá teir aftur hava blakað alt fyri borð.
Ímeðan fara vit nú inn í eitt summar, har tað ikki fer at skorta við tíðindaskrivum frá landsstýrisfólkum, har tey fara at royna at profilera seg á ymsan hátt við leysum ætlanum, og sum tey rokna við fara at verða lisin ókritiskt upp í fjølmiðlunum
