Meirilutin ræður !

2 June 2012
Skrivað hevur
Sirið Stenberg


Hóast orðini eru søgd fyri so langari tíð síðan, so eru tey runnin mær til hugs mangar ferðir seinasta hálva árið. Og hóast eg av innasta hjarta trúgvi uppá, og vil arbeiða fyri fólkaræðinum, so kann eg ikki lata vera við at hugsa, at Kierkegaard hevði rætt í sínum hugsanum um avmarkingarnar í fólkaræðinum- tíverri.

Úti í stóru verð síggja vit fólk, sum berjast fyri at fáa fólkaræði- og lata lív fyri at vinna sær hesi rættindi. Sjálvi eru vit heldur ikki komin til fólkaræði av ongum, men gjøgnum teir kampar okkara forfedrar hava vunnið okkum. Kampar sum hava kostað nógvum dyrt.

Okkara samfelag er grundað á fólkaræði. Vit hava øll rætt til at velja teir politikarar at umboða okkum, sum vit meta best kunnu umboða okkara sjónarmið. Hesum politikarum lata vit upp í hendur at umsita okkara atkvøðu, og at taka avgerðir, sum skulu vera fólkinum og samfelagnum at gagni. Tilgongdin til at taka avgerðirnar eru grundaðar á eitt sakligt orðaskifti har allar hugsanir hava fullan rætt at koma fram, og vera viðgjørdar, soleiðis at avgerðin kann takast á fullgóðum grundarlagi.

Men hvussu er tað vit umsita fólkaræði ?
Í viðgerðini av øllum teimum stóru málunum, t.d flatskattamálinum, skattingini av pensjónum og makrelmálinum, hevur andstøðan so at siga viðgjørt málini við seg sjálva. Samgongan hevur nærum kollektivt havt munnkurv ! Nógvir spurningar eru settir uttan, at vit so mikið sum hava fingið svar. Spurningar sum Føroya fólk hevur rætt til at fáa svaraðar. Hvussu kann ein samgonga nokta at luttaka í einum demokratiskum orðaskifti ? Er tað ikki tað hon er vald til, so hon kann taka skilagóðar avgerðir? Er hetta fólkaræði ?

Somuleiðis hevur samgongan tilvitað valt at leggja stórar samfelagsligar avgerðir upp í hendurnar á einstøkum persónum. Uttan skrivaðar sakligar reglur og mannagongdir kann t.d fiskimálaráðharrin lata makrelin út til tey sum hann vil.

Sokallaða makrelsamgongan fekk skotið í skógvarnar, at hon ikki megnaði at skapa vinnuni stabilitet og tryggar karmar. So má niðurstøðan vera at stabilitetur og tryggir karmar fyri vinnuna er at vera væl við landsstyrismannin, og at vóna at hann verður sitandi í allar ævir. Tí hugsa tær hvat hendir um onkur annar kemur í sessin, sum hevur aðrar hugsanir ?
Tja.... fólkaræði ella einaræði, tað er so spurningurin ? Ja, eg fari at ivast, tá ið tinglimir alment siga hvat teir meta vera rætt, og allíkavæl atkvøða ímóti hesum, tí onkur gevur teimum ordrar til hvat teir skulu gera.