Løgmaður fer heilt víst ikki at nevna við einum orði í ólavsøkurøðu síni, hvør veruleikin er handan gerðirnar hjá hansara samgongu. Ístaðin fer hann at tosa uttanum. Lesa okkurt upp, sum embætisfólk og spunasmiðir hava skrivað. Og landsstýrið fer at vilja látast at gera alt tað øvuta av tí, sum tey veruliga gera.
Veruleikin er, at hendan samgongan er farin lúkst aftur í amtstíðina tjóðskaparliga, og hevur bitið høvdið av allari skomm við blokkbidding og undirgraving av føroyskari tjóðarbygging. Vinnuliga er samgongan farin fulla ferð aftur í feudaltíðina, har úrvaldir bólkar fáa útlutað politisk vinnurættindi frá landsstýrismonnum. Og sosialt er samgongan spolað fulla ferð aftur í gamla stættasamfelagið, har grammleiki og egingirnd hjá nøkrum fáum stýrir politiska valdinum. Og har ognarleys, verkafólk og fakfeløg ongi rættindi skulu hava.
Tann øvuti Robin Hood
Við skattabroytingunum og pensjónsskattingini hjá hesi samgongu, hava tey í fyrsta lagi skapt ta grovastu umfordeiling millum láglønt og hægri lønt, sum er sædd í nøkrum vesturheimskum samfelag:
- Minst 265 mió. kr. verða árliga fluttar til serliga okkum, sum vinna omanfyri 350.000 um árið, í beinleiðis skattalætta.
- Tey, ið tjena undir 300.000 um árið, sum lítlan og ongan skattalætta fáa, gjalda gildið við at teirra pensjónsinngjaldingar verða brandskattaðar beinanvegin.
Brúka bæði úr posa og sekki
Men tað er bara annar parturin av grova vitloysinum. Hin parturin er, at tá landsstýrið skrumblaði ígjøgnum at skatta pensjónir við inngjald, so varð skeringspunktið sett til 1. januar 2012.
Tað merkir, at allir teir pengar, sum vórðu goldnir inn til pensjónir, áðrenn 1. januar 2012, teir verða framvegis skattaðir við útgjald. Hvørt ár frameftir, næstu 20-30 árini, fær landskassin nógvar pengar inn frá gomlu skipanini, tá tær pensjónirnar verða goldnar ÚT.
Og samstundis so fær landskassin pengarnar inn beinanvegin fyri alt tað, sum verður goldið INN, eftir 1. januar 2012. Og tey brúka pengarnar beinanvegin til skattalættar til okkum hægri løntu.
Tey komandi 20-30 árini, og inntil ongin livir eftir, ið hevur goldið inn í gomlu skipanina, brúka vit altso skattingina av BÆÐI útgjaldi og inngjaldi. Frá báðum skipanum í senn.
Futta fortíð, nútíð og framtíð av
Vit brenna altso í løtuni ljósið í báðum endum – og futta allar pengarnar av beinanvegin til okkara egnu nýtslu.
Verður hetta ikki broytt, so fer okkara ættarlið at brúka trífaldar pengar í mun til onnur. Vit brúka bæði pengarnar frá uppsparingini hjá foreldrunum. Vit brúka uppsparingina hjá okkum sjálvum beinvegin. Og vit brúka uppsaringina hjá børnum og barnabørnum okkara.
Jørgin, Jenis, Kári og Kaj Leo vóna sjálvandi, at ongin gjøgnumskoðar hetta. Og onkur teirra hevur uttan iva heldur ikki skilt tað. Tí avleiðingarnar síggjast ikki veruliga fyrr enn uppsparingin hjá foreldrunum (og ommunum og abbunum) er uppi.
Vit skulu krevja aðra leið
Tað er lætt at halda ball nú fyri ta minnu helvtina av okkum, sum eru boðin við, tí onnur skulu gjalda gildið. Og uppvaskið verður ikki tespiligt um nøkur ár.
Veit ikki, um egingirndarormurin longu hevur etið seg langt inn í renslið hjá mongum okkara. Trúgvi onki uppá tað – hóast Fólkaflokkurin satsar alt fyri, at tað skal henda. Men alt ov fá tala at hesum grova ráni millum ættarlið.
Vita skulu tit kortini í samgonguni: At vit í Tjóðveldi og í andstøðuni sum heild fara ikki at lata hetta grovasta ábyrgdarloysið um okkum ganga. Og vit eru sannførd um, at eisini mong onnur í samfelagnum fara at gera vart við seg og krevja heilt aðra leið fyri okkara elskaða land í komandi tíðum.
Tað ber jú væl til at fáa tjóðarbygging, ábyrgd, visjónir, rættvísi og samhaldsfesti at gerast ýtini fyri einum frælsum og skapandi Føroyum.
Góða ólavsøku.
