Loysing og frælsi skulu hava eitt veruligt innihald

12 September 2007
Skrivað hevur
Høgni Hoydal

Og tað er væl skilligt, tá hetta kom so kollut út í miðlarnar, við ongum grundgevingum og frágreiðingum. Og rættiliga illa avstaðfarið av okkum, at alt kom til at snúgva seg um eina navnabroyting.

Men grundgevingarnar fyri tí politiska átaki, ið nú er lagt fram, eru fleiri:

Okkum tørvar nýskapan og endurnýggjan í føroyskum politikki. Hugsjónirnar og framtíðarmálini eru fastlæst í gomlum bindingum millum politisku flokkarnar. Tað er eins og flokkarnir neyðhalda hvørjum øðrum í einum ævigum talvi, har tað ræður um at skáka hvønn annan, uttan at veruligar avgerðir verða tiknar í teimum stóru málunum. Fólkaræðið verður oftast parkerað eftir hvørt løgtingsval, meðan flokkarnir telva seg fram til sonevndar “semjur” handan stongdar dyr. Og orðaskiftið snýr seg mest um, hvør segði hvat og gjørdi hetta ella hatta í fortíðini.

Tað var ongantíð ætlanin hjá teimum, ið stovnaðu Tjóðveldisflokkin. At skeldast við aðrar flokkar um at umsita avmarkaða politikkin í heimastýrinum. Tvørturímóti var hugsjónin at stovnseta føroyska tjóðveldið við fólkaræði í øllum samfelagsins lutum, har vit taka ábyrgd og støðu til øll politisk mál í einum altjóða høpi.

Men hví koma soleiðis fram við einum broyttum navni, einum nýggjum búmerki og nýggjum hjartamálum?

Tí tað liggur á okkum tjóðveldisfólki at bróta upp úr nýggjum. Vit skulu hava fólkaræði, hugsjónir og framtíðarmál fremst á breddan.

Og vit skulu sjálvandi byrja hjá okkum sjálvum.

Vit hoyra so javnan og kenna eftirhondini øll tey spjaldrini, ið hava verið sett á tjóðveldið og okkum tjóðveldisfólk:

“Tit vilja bara loysing og so onki meira!”

“Tit standa bara og rópa á einum trappusteini!”

“Tit eru bara ímóti Danmark og vilja læsa tykkum inni í Norðuratlantshavi.”

“Tit eru rabiat og vilja ikki hava semjur!”

“Hava tit ongi boð uppá, hvussu vit røkka loysingini?”

“Og hava tit ongi boð uppá, hvør politikkur skal rekast í einum sjálvstøðugum Føroyum?”

Hesi spjaldur og teir mongu fordómarnir eru kanska ein tann størsta forðingin fyri at vinna enn størri undirtøku fyri tjóðveldishugsjónini, loysingini og fyri okkara samstarvi við aðrar flokkar.

Vit berjast hvønn dag við tær myndir, ið aðrir flokkar og onnur hava gjørt av okkum - og enda ofta við at fara í verjustøðu. Heldur enn at berjast við at fremja tjóðveldishugsjónina og tey mál og uppskot, ið vit veruliga hava.

Tað er ein trupulleiki, ið vit noyðast at taka í álvara og at gera nakað við. Og tað er bert ein vegur: Støðugt at viðgera, endurskoða og leggja fram okkara mál og mið. At endurnýggja okkum og hava nútíðar boð uppá nútíðar spurningar.

Vit halda fast um røturnar, virðini og hugsjónirnar, men skulu altíð seta tey í beinleiðis samband við royndirnar og avbjóðingarnar í dagsins samfelag. Amboðini at røkka okkara málum og politisku málini í samfelagnum, eru ikki tey somu í 2007 sum í 1948, 1966 ella 1992. Tjóðveldishugsjónin skal støðugt hvessast í samskifti við fólk og við tær broytingar, ið henda kring okkum.

Tí skulu vit lýsa okkara hugsjón, mál og virðir og seta okkara hjartamál greitt fram í nútíðini.. Vit skulu eggja fólki at taka lut, taka undir og finnast at – heldur enn at bjóða flokkin fram sum ein pakka ella ein bás, tú verður settur í. Vit skulu lýsa okkum sum ein flokk, ið leggur dent á tað fjølbroytta, litríka og margfalda og leggja dent á, at vit fevna um allar tættir í samfelagnum.

Og tí skulu vit finna nýggjar hættir at samskifta við fólk.

Vit skulu rætt og slætt geva frælsinum og loysingini eitt veruligt innihald. Við at taka støði í dagsins royndum hjá nútíðar og nútímans føroyinginum. Við ítøkiligum og greiðum uppskotum, sum øll kunnu taka støðu til. Við orðaskifti, atfinningum, hugskotum og við opinleika.

Hetta átakið er byrjanin til at røkka hesum setningi.