Leggið frá tykkum – ella set flokkarnar frælsar

9 October 2009
Skrivað hevur
Høgni Hoydal

Støðan í føroyskum politikki í dag er onki annað enn eitt alment fíggjað valstríð hjá samgonguflokkunum og teirra leiðarum. Løgmaður, landsstýrisfólk, nevndarformenn hjá samgonguni og einstaklingar í samgonguni sleppa at nýta sínar sessir at koma sær framat í fjølmiðlunum til politiskt spinnarí og markeringar mótvegis hvørjum øðrum – og standa ikki til svars fyri nakran politikk.

Tá valstríð er (og soleiðis átti tað sjálvandi eisini at verið í dagligum politiskum orðaskifti), verður vanliga skipað so fyri, at allir flokkar og sjónarmið sleppa framat í miðlunum. Men í hesum samgonguvalstríði setir landsins stjórn einsamøll dagsskránna og er nógv meira andstøða enn stjórn:

Landsstýrisflokkarnir senda nærum dagliga tíðindaskriv móti hvørjum øðrum. Eru í beinleiðis kjaki mótvegis hvørjum øðrum. Senda ófíggjaðar, óviðgjørdar og tómar valballónir upp móti hvørjum øðrum, sum síðani verða skotnar niður av øðrum landsstýrisfólkum ella enntá floksfeløgum Geva øðrum ábyrgdina fyri egnar skeivar avgerðir. Skelda í fjølmiðlunum inn á avgerðir, teir sjálvir hava tikið. Og seta samfelagsbólkar upp móti hvørjum øðrum.

Dagligt spinnarí uttan nakað endamál

Í løtuni er javnaðarflokkurin á odda í spinnarínum. Javnaðarflokkurin, sum alla CHE-samgonguna bardist fyri tunlum, sum forkomu tí samgonguni og so seint sum fyri 4 mánaðum síðani, atkvøddi fyri bæði verklagslógunum um tunnil Norður um Fjall og Sandoyartunnil – velur nú at siga tað, sum andstøðan hevur ført fram síðani valið: At nú má raðfestast øðrvísi. Men hvat er broytt hesa tíðina? Onki uttan veljarakanningarnar. Og hvat er broytt í íløgunum? Ja, aftur eru settar íløgur á, sum verða tær samtyktar, útloysa 600 milliónir næsta ár, sum ikki peningur er funnin til. Hetta politiska spinnið fjalir so eisini allar teir niðurskurðir hjá veikastu bólkunum, sum teir samtyktu – langt áðrenn teir fóru eftir fakfeløgunum, sum nú fáa skyldina fyri hesar niðurskurðir.

Síðani vil løgmaður eisini sleppa at markera seg og spæla harður mótvegis fakfeløgunum. Nú hava tey skyldina fyri niðurskurðirnar hjá Kaj Leo. Men hann meinti tað so ikki allíkavæl – og næstformaðurin í sambandsflokkinum og vinnumálaráðharrin sleppur so eisini framat at markera seg móti útsagnum løgmans.

Fólkaflokkurin fer so nú at gera síni politisku “stunt” fyri at yvirhála løgmann mótvegis fakfeløgunum. Bjarni Djurholm sleppur so eisini framat at ganga ímóti Anfinni Kallsberg við tunlum. Meðan Annika Olsen sigur, at tað er sera skilagott fyri búskapin og arbeiðsskapandi at gera eina heilt aðra tunnilsætlan, hóast hon sigur, at hinar tunnilsætlanir ikki eru arbeiðsskapandi og góðar fyri búskapin.

Hetta spinnaríið hevur ikki til endamáls at fremja nakran politikk, men skal bara royna at seta einstøku flokkarnar í bjartari ljós mótvegis hvørjum øðrum.

Støðan kann ikki halda fram
Tað stendur øllum greitt, at landsins stjórn er ikki samd um nakran politikk á nøkrum øki – og ongin leiðsla er yvirhøvur. Samstundis standa vit við stórstu fíggjarliga og búskaparligu avbjóðingum í nýggjari tíð. Samgongan – var hon at sær komin – átti tí sjálvsagt at lagt frá sær, so vit fingu eitt reelt valstríð, har álvarin í støðuni og flokkana boð sluppu framat og kundu verið endavend..

Vit í Tjóðveldinum hava lagt fram okkara greiðu ætlanir til at vinna á búskaparligu støðuni og at gera neyðugu broytingarnar og átøkini.

Stórur meiriluti er fyri broytingum
Ongin ivi er um, at breið semja kann finnast millum okkum og stóran part av Løgtinginum um flestu stórmálini. Men hesar semjur bera ikki til, tí hóast samgongan ikki er samd og ikki er til, so er hon til allíkavæl, tá tað snýr seg um at minnilutar í samgonguni blokera fyri málum, ið kunnu venda gongdini.

Hyggja vit at politisku samansetingini í tinginum, so er ongin ivi um, at helst tveir triðingar av tinginum kunnu finna saman um hesi mál:

- At seta fullveldisgongdina í verk aftur beinanvegin.
- At gera langtíðarætlanir fyri íløgur og at avrigga serskipanir eftir føstum áramáli.
- Ein fiskivinnureform, ið kann tryggja, at ábendingarnar um góðan gróður, yngulkanningar og møguleikan at stovnarnir koma fyri seg aftur kunnu gagnnýtast búskaparliga og ikki elva til nýggja ovfisking.
- Ein nýggjan kommunubygnað, ið kann bøta munandi um ábyrgdir, tænastur og búskaparstýring.
- At satsa miðvíst uppá hægri útbúgving, gransking og mentan.
- At tryggja veikastu bólkarnar mótvegis niðurskurðum.
- Eina nýggja pensjónsskipan, ið kann lyfta lægstu pensjónistarnar og fíggja framtíðar pensjónir hjá øllum.
- At broyta stirvnar vinnubygnaðir og eggja til íverksetan.
- At leggja um til varðandi orku og seta okkum høg umhvørvis- og orkumál.
- At styrkja alt okkara altjóða infrakervi og vinna okkum atgongd til altjóða samstarv.

Setið flokkarnar frælsar
Eg kundi nevnt fleiri mál, har breið semja er í tinginum og í fólkinum um átøk og broytingar. Og tað eru sjálvandi ikki altíð somu meirilutar í øllum málum.

Men hesir meirilutar fáast ikki at virka, tí lítlir minnilutar og siðvenjurnar í samgongum forða fyri, at fólk kunnu taka undir við góðum uppskotum frá andstøðu ella øðrum.

Tí er mín áheitan til samgonguna og løgmann. Leggið frá tykkum og útskrivið nýval.

Um tit ikki gera tað, setið so í minsta lagi flokkarnar á tingi frælsar til at finna saman um tey stóru og átroðkandi málini – hóast samgongan ikki kann semjast.

Hetta hundalívið kann ikki halda fram, uttan at tað fær enn djúptøknari avleiðingar fyri okkara búskap og framtíð – og ikki minst fyri alt álitið á okkum sjálvi og eitt føroyskt fólkaræði.