Herfyri setti eg løgmanni ein fyrispurning um atgerðir og støðu landsstýrisins til stríðið millum Russland og Ukreina og avleiðingarnar fyri fólkið har og fyri Evropa og heimspolitikkin.
Harímillum varð spurt, hvørjar avleiðingarnar eru fyri Føroyar, sum orsakað av ES-boykottinum, hava verið noyddar at útflyta stóran part av makrel og sild til júst Russlands og Ukreina.
Og spurt varð, hvussu nógvar fundir og hvat samskifti landsstýrið hevur havt við donsku stjórnina, soleiðis sum undirskirivaðar avtalur áseta, tá mál hava stóran uttanríkispolitiskan týdning.
Hartil varð spurt, hvat trýst er lagt á donsku stjórnina og ES til tess at fáa handilstongsulin burturbeindan beinanvegin - ikki minst at vísa á, at titøkini mótvegis Føroyum eru nógv ógvusligari enn tey tiltøk, ið ES ætlar at seta mótvegis Russlandi. Og at tey nú kunnu raka upp aftur harðari, tá kreppan millum Russland, Ukreina og ES leikar.
Og landsstýrið blundar og krógvar seg...
Nú er svarið komið frá løgmanni. Og tað er syndarligt: Landsstýrið hevur onki gjørt. Ger onki. Hevur onga meining um málið. Og letur avgerðirnar um okkara støðu treytaleyst upp í hendurnar á donsku stjórnini, sum í løtuni boykoyttar ein triðing av okkara útflutningi.
Tí má sláast fast:
1. Landsstýrið og løgmaður leggja seg undir heimastýrisins skjúrtufald, har vit onga ábyrgd og ávirkan hava - og har vit lata onnur taka avgerðirnar fyri okkum.
2. Svarið staðfestir, at landsstýrið hevur onki samskifti havt við donsku stjórnina um eitt so týdningarmikið uttanríkismál fyri Føroyar. Harvið er enn einaferð prógvað, at sonevnda uttanríkispolitiska heimildarlógin og sonevnda Fámjins-skjalið var bert bluff, sum setti okkum mong ár aftur í tíðina. (Hetta var eisini orsøkin til, at Tjóðveldi gjørdi alt fyri at forða hesum lógum og løgdu misálit á landsstýrið, tá tær vóru samtyktar í 2005).
3. Svarið staðfestir, at løgmaður og landsstýrið hava ikki skilt, at tiltøk hjá ES- londum og øðrum mótvegis Russlandi, eru ikki eitt handilspolitiskt mál, men uttanríkispolitiskt mál, sum eisini raka og fevna um Føroyar, uttan at vit hava nakra ávirkan. Danmark tekur avgerðirnar og Føroyar eru enn ikki spurdar.
4. Tað er bæði neyðugt og eitt gylt høvi hjá landsstýrinum at gera alt fyri at varpa ljós á handilstiltøkini hjá ES ímóti Føroyum, sum eru í vavi nógv ógvusligari, enn tey tiltøk, ið nú vetða sett í verk ella fyrireikað ímóti Russlandi. Og tá ið nú uttanríkispolitisk og diplomatisk tiltøk verða sett í verk mótvegis teimum londum, ið vit hava verið noydd at útflyta til orsakað av handilsstongslinum hjá ES, so átti landsstýrið at kravt, at handilstiltøkini hjá ES verða sett úr gildi umgangandi.
Vónandi vakna føroyingar og krevja, at vit taka ábyrgd í heiminum og breiða heimastýrisins skjúrtufald burturav okkum og ganga út í heimsins vindar.
Høgni Hoydal
