Klaksvíkar Kommuna fyri øll

25 October 2012
Skrivað hevur
Norðoya Tjóðveldisfelag

Í tíðindaskrivi í verður sagt, at felagið stillaði upp 8 valevni, men tað rætta talið er 9, við tað at eitt valevni aftrat kom uppá í síðstu løtu.

Sostatt eru hesi stillað upp hjá Norðoya Tjóðveldisfelag:

Steinbjørn O. Jacobsen, býráðslimur, Klaksvík


Óluva Klettskarð, býráðslimur, Klaksvík


Eyðun Jacobsen, Svínoy


Karl Marius Poulsen, Klaksvík


Jóhann Lützen, Klaksvík


Ella Norðberg Heinesen, Klaksvík


Jóan Pauli Jacobsen, Klaksvík


Erland Sivertsen, Klaksvík


Vit vilja virka fyri samanhaldi og samarbeiði innan alt arbeiði í kommununi, so borgarin í øllum lutum veit, at í Klaksvíkar kommunu byggja vit brýr millum øll áhugamál, sum stinga seg upp í samfelagnum.


Við tí fáa vit eisini tær bestu loysnirnar innan vinnu, umhvørvi, mentan og tann sosiala tørvin, ið allir borgarar hava fyri neyðini.

Norðoya Tjóðveldisfelag