Aðalfundur hjá Norðoya Tjóðveldisfelag - tann 24. februar 2021

17 February 2021
Skrivað hevur
Norðoya Tjóðveldisfelag

Árligi aðalfundurin hjá Norðoya Tjóðveldisfelag er mikudagin 24. februar kl. 19 í Miðstovuni í Klaksvík.
Á skránni eru frágreiðing um virksemi felagsins seinasta árið, roknskapur, val av nevndarlimum, og so koma lokalu, fólkavaldu umboðini, Annika og Beinta, so møguleiki verður fyri at fáa eitt gott prát um politisku støðuna.
Høvið verður at tekna seg sum lim og gjalda á staðnum. Eisini kann limagjald flytast á konto í Norðoya Sparikassa: 9865-0001002680. Lesandi og eftirlønarfólk: 100 kr. / øll onnur: 200 kr.
Á fundinum verður møguleiki at vinna góðar vinningar, tá ið lutaseðlar verða seldir. Og so hava vit sjálvandi eisini eitt sindur tónleik.
Vit taka sjálvandi atlit til tilmælini um korona.

Meira um sama evni

No items found.