Sjálvur kýtti eg meg fyri at vera so diplomatiskur sum gjørligt í míni orðing um ta fullkomnu fløkju og tað rættarloysi, sum tók seg upp meðan Jógvan við Keldu var landsstýrismaður á økinum.
Tó skal eg vátta, at Jógvan við Keldu átti ikki einsamallur ábyrgdina av skilinum. Honum varð álagt av táverandi løgmanni og landsstýri at umsita hesi mál á ein hátt, har munur skuldi gerast á fólki og har rættartrygg umsiting mátti lúta fyri politiskum kannustoyparíi í ABC-samgonguni. Avleiðingarnar av hesum liva vit við enn í dag.
Jógvan man eisini minnast skeivt, tá hann heldur uppá, at Fútin skal hava verið í sambandi við hann um umsitingina av útlendingamálum, og at hann skal hava sett á stovn eina serliga skrivstovu til at taka sær av at rudda upp í útlendingmálum eftir undanfarna landsstýrismann – eitt nú í sambandi við tey teilendsku fólkini, ið vórðu illa viðfarin og undirlønt.
Tvørturímóti var støðan hon, at arbeiðsloyvi vórðu fram til seint í 2003 umsitin hjá Vinnumálaráðnum, har partamaður Jógvans, Bjarni Djurholm, ráddi fyri borgum. Fútin setti seg í samband við meg, sum umsat uppihaldsloyvi, til tess at fáa skil á økið. Og tá vórðu arbeiðsloyvini flutt frá Vinnumálaráðnum til Løgmálaráðið, og m.a. málið við teilendingunum greitt.
Eisini var arbeiðið at taka útlendingamál á føroyskar hendur liðugt í desember 2003 og avtalur klárar við danskar myndugleikar um skilagóðar skipanir.
Alt hetta varð støðgað undir fyrru ABC-samgonguni.
Og restin er hurlivasi....
