Í Dimmu varð yvirskrivtin um ein landstýrismann og møguligar trupulleikar á almennum døgurða uttanlands, sum eisini fylti tíðindini í øðrum miðlum. Men í Sosialinum var yvirskrivtin á matarlepanum, at “Tobbi roykti hassj!”
Nú kendi eg fleiri ára gomlu søguna um, at Tobbi roykti hassj óvart, tí hann hevði tikið skeivan ballpakka á eini kafé. Og í sjálvari greinini í blaðnum verður eisni greitt frá, at hetta er ein skemtilig søga, ið Torbjørn Jacobsen sjálvur hevði sagt frá á Rás2 hjá Miðlahúsinum.
Men soleiðis stóð søgan ikki fram á matarlepunum í sølubúðunum.
Tískil kann eg ikki koma til aðra niðurstøðu enn, at her er talan um onkra heilt serliga útgávu av annars týdningarmikla journalistiska hugtakinum “javnvág í tíðindaflutninginum”.
Høgni Hoydal
