Hvør selur seg í politikki?

9 November 2007
Skrivað hevur
Høgni Hoydal

Enntá tosar Løgtingsformaðurin um “politiska prostitusjón”.

Nokk so skemtiligt, at hoyra slíkar ákærur frá júst teimum flokkum, sum seinastu 70 árini hava prógvað, at teir eru longu keyptir inn í danskar flokkar. Og sum aftur til hetta valið boða frá, at teir uppá forhond hava selt sínar atkvøður til ávísar flokkar í Danmark.

Men eisini nokk so álvarsligar ákærur, sum krevja eitt aftursvar.

Sambandsflokkurin, sum annars atkvøddi ímóti Irak-krígnum og hernaðarlógunum í Føroyum, vil altso fegin leggja atkvøður til ta stjórn, sum framdi hetta.

Fólkaflokkurin sigur seg eisini frammanundan stuðla eini danskari stjórn, hóast hon gongur beint ímóti samdum løgtingi.

Og javnaðarflokkurin hevur frammanundan selt sín loyalitet til donsku socialdemokratarnar.

Tað, sum vit hava sagt í Tjóðveldinum, er, at vit ikki selja okkum til nakran flokk.

Men vit siga, at gerst okkara atkvøða avgerandi og ger munin (uttan mun til um vit siga ja, nei ella hvørki), so hava vit nøkur heilt greið krøv, sum hava við rættindini hjá føroyska fólkinum at gera:

- At okkara rættindi sum tjóð verða fráboðað Sameindu Tjóðum, so viðurskiftini millum Danmark og Føroyar verða skipað eftir altjóða reglum og sáttmálum.

- At rættindi okkara at samtykkja egna grundlóg, verða vird.

- At vit hava rætt til javnar samráðingar eftir altjóða reglum um okkara framtíðarstøðu.

Hetta eru krøv, sum allir flokkar og øll í Føroyum áttu at kunna tikið undir við.

Hetta hevði lagt fólkaræðisligu mannagongdirnar greiðar Og við hesum verða avgerðirnar ikki tiknar í Keypmannhavn eftir donksum krøvum, men í Føroyum eftir altjóða demokratiskum reglum.

Vit eiga sjálvsagt at brúka ein slíkan møguleiki, har vit júst ikki selja okkum, men hinvegin hava greið krøv.

Samstundis hava vit gjørt greitt, at vit hava sjálvsagt eisini politisk og hugsjónarlig mørk fyri at nýta okkara atkvøðu. Og markið gongur sjálvsagt júst har, ið vit gera okkum inn á grundleggjandi rættindi hjá øðrum fólkum – um tað er í altjóða høpi ella í Danmark.