1. Hava landsstýriskvinnan og hennara fyristing góðtikið, at djúptøknar bygnaðarbroytingar verða framdar í løgregluni og ákæruvaldinum í Føroyum uttan at løgting, landsstýri, kommunur ella aðrir fólkavaldir myndugleikar eru við í arbeiðinum?
2. Heldur landsstýriskvinnan at tað er í samsvari við fólkaræðisligar grundreglur, at ein djúptøkin broyting fer fram í løgreglu og ákæruvaldi í einum landi, har avgerðirnar verða tiknar av embætisfólki og ráðharrum, ið ikki standa til svars fyri tí fólkinum, ið skal liva undir skipanini og avgerðunum?
3. Hvat hevur landsstýriskvinnan gjørt til tess at tryggja, at fólkavaldir føroyskir myndugleikar hava avgerðarætt um skipan og virkishátt løgreglunnar?
4. Hvønn politikk hevur landsstýrið viðvíkjandi løgregluni og ákæruvaldinum í Føroyum – t.e. hvussu heldur landsstýrið, at løgregla og ákæruvald eiga at skipast í Føroyum?
5. Hvussu leingi hevur verið arbeitt við bygnaðarbroytingum í løgregluni og ákæruvaldinum, hvør hevur sitið í nevndini, og hvør er arbeiðssetningurin hjá nevndini, ið sitið hevur?
6. Hvør er ætlanin við leiðslu løgreglunnar og ákæruvaldsins – harundir ætlanirnar við sýslumonnum?
7. Hvør er ætlanin við vaktarskipanum og møguleikunum hjá borgarum kring landið at koma í beinleiðis samband við løgregluna og fyri, at løgreglan kemur út, har tað krevst?
8. Hvussu er samsvarið millum ætlanirnar fyri bygnaðarbroytingum í løgregluni í Føroyum og broytingarnar, ið vórðu framdar í løgregluni í Danmark herfyri?
9. Hvørjar ætlanir eru fyri at leggja fleiri uppgávur sentralt og at minka um uppgávurnar í ymsu økjunum kring landið?
10. Hvussu samsvara hesar ætlanir við ætlanirnar fyri broytingum í kommunala bygnaðinum í Føroyum.
11. Hevur landsstýriskvinnan upplýst rætt fyri tinginum, tá hon hevur svarað, at ongar ætlanir eru um at niðurleggja sýslumansembæti í Føroyum?
12. Hvaðani hevur landssstýriskvinnan sínar upplýsingar um málið?
13. Nær ætlar landsstýriskvinnan, at løgregla og ákæruvald eru tikin undir føroyskt ræði?
Viðmerkingar
Í longri tíð hevur verið arbeitt við at gera djúptøknar broytingar í løgregluni og ákæruvaldinum í Føroyum.
Undirritaði hevur á Fólkatingi spurt fleiri ferðir um støðuna í hesum máli, og herfyri fekst loksins váttað frá danska løgmálaráðharranum, at stórar broytingar eru á veg, og at talan m.a. er um at leggja niður sýslumansembæti, broyta alt samskiftið millum borgarar og løgreglu, broyta vaktarskipanir o.s.fr.
Roknað varð nú við, at landsstýriskvinna á økinum fór at fylgja málinum upp og tryggja, at slíkar broytingar ikki verða framdar omanyvir høvdunum á fólkavaldum føroyskum myndugleikum.
Men landsstýriskvinnan hevur ístaðin sagt, at Fútin skal fáa frið at arbeiða, og at ongar ætlanir eru um at broyta eitt nú sýslumansembætini.
Her samsvarar als ikki millum upplýsingar frá landsstýriskvinnuni og frá danska ráðharranum, sum enn formliga hevur ábyrgd av løgregluni í Føroyum.
Løgregla og ákæruvald eru ein sera týdningarmikil partur av einum nútímans, fólkaræðisligum samfelag. Tað tykist margháttligt, at tað skal bera til í 2009 at góðkenna, at slíkar broytingar verða framdar uttanum fólkavald umboð, ið kunnu standa til svars mótvegis fólkinum, ið skal liva við broytingunum.
Tískil verður hesin fyrispurningur settur til tess at fáa allar upplýsingar fram og at fáa eina fólkaræðisliga viðgerð av hesum týdningarmikla máli.
Á Løgtingi 24. mars 2009
Høgni Hoydal
Løgtingsmaður
