Hvat hendir við brúkarum og starvsfólki á Rókini og Slóðini?

4 November 2009
Skrivað hevur
Høgni Hoydal

Lítið hevur verið at hoyrt um hesar stovnar í seinastuni, sum eftir øllum at døma eru lagdir saman – og okkurt hevur verið at hoyrt um, at teir skulu flyta niðan í Mjørkadal at hýsast.

Alt bendir á, at nógv starvsfólk hava sagt upp og ilt er at síggja, hvussu tey børn, ið stovnarnir vóru ætlaðir til, nú kunnu fáa tey tilboð, ið teimum tørva.

Tí verður landsstýriskvinnan biðin at greiða frá støðuni og ætlanunum frameftir.

Fyrispurningurin er soljóðandi:

Munnligur fyrispurningur til

Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu, um støðuna hjá brúkarum og starvsfólki á Rókini og Slóðini

Hvørjar eru ætlanirnar við stovnunum Rókini og Slóðini og brúkarum og starvsfólki teirra?

Heldur landsstýriskvinnan at hesi fólk hava fingið og fáa eina virðiliga viðferð og ávirkan á síni viðurskifti í sambandi við tær broytingar, ið eru og fara fram?

Hvat fer landsstýriskvinnan at gera til tess at greiða viðurskiftini?

Viðmerkingar

Í rúma tíð hava viðurskiftini kring stovnarnar Rókina og Slóðina hingið í leysum lofti. Ongin tykist at vita, hvat gongur fyri seg og hvør lagnan er hjá brúkarum og starvfólki.

Landsstýriskvinnan verður tí biðin at greiða Løgtinginum frá støðuni og ætlanunum.

Á Løgtingi 03. nov 2009

Høgni Hoydal