Húsalánsgrunnurin hevur fingið drúgva viðgerð

27 September 2011
Skrivað hevur
Høgni Hoydal

Málini um broytingar í Húsalánsgrunninum hava fingið nógv gjølligari viðgerð á tingi, enn flestu onnur mál, ið eru samtykt. Tá talan er um stórar broytingar, ið gagna tí breiðu fjøldini, so verður alt gjørt til rok. Meðan tað er kvirt tá mál, ið eru trýst fram frá bankum og sterkum bólkum, verða skrumblað ígjøgnum á miðjari nátt

Málið um Húsalánsgrunnin er eitt hjartamál hjá Tjóðveldi og fleiri á tingi og í samfelagnum. Í 7 ár hava vit bíðað eftir tí sonevnda” bústaðarpakkanum”, og onki er hent. Tí hava vit sett nógv á fyri endiliga at fáa eitt gjøgnumbrot.

Hetta málið hevur ovurstóran týdning fyri alt samfelagið og ta breiðu fjøldina. Tað kann gera tað bíligari og liviligari hjá øllum í Føroyum. Fíggingarkostnaður er ein tann størsti luturin, sum tyngir húsarhald og vinnur, og hetta skapar vantandi íløguhug og sosialan ójavna.

Tað er ikki rætt, tá bankar, tingfólk og fjølmiðlar gera málið um Húsalánsgrunnin til eitt dømi um, at mál verða skrumblað gjøgnum tingið og ikki fáa neyðuga viðgerð. Ítøkilig andstøðuuppskot um broytingar í Húsalánsgrunninum og uppskot um at skipa føroyskan realkreditt hava verið til drúgva viðgerð tríggjar ferðir seinastu tvey árini. Og síðani á ólavsøku eru tvey ítøkilig uppskot viðgjørd um at víðka heimildirnar hjá Húsalánsgrunninum til at veita fígging til sethús, leiguíbúður, lutaíbúðir og fólk við serligum tørvi. Eitt frá landsstýrinum og eitt frá Miðflokkinum.

Eftir nógva viðgerð, hoyringar og viðmerkingar í fíggjarnevndini kundi staðfestast, at tað bar ikki til at sameina uppskotini og fáa málið um møguleikar fyri bíligari sethúsafígging inn sum eitt broytingaruppskot í uppskotið hja landsstýrinum. Tí valdi landsstýrið av tekniskum ávum at seta málið fram av nýggjum.

Hetta er sjálvandi harmiligt, tí tíðartrýstið veksur. Og tað er eisini í lagi at finnast at tí. Men málini hava sanniliga fingið nógva og drúgva viðgerð.

Tað margháttliga er, at vit seinastu árini hava havt nogv dømir um, at mál eru skrumblað ígjøgnum uppá fáar dagar ella eina nátt, sum als onga veruliga viðgerð hava fingið a tingi. Og tá hava neyðugar atfinningarnar ikki fingið rúmd.

- Fleiri bankapakkar og knappligar broytingar eru eitt feskt dømi.
- Smyril-Line málið í 2008 eitt annað.
- Uttanríkispolitiskar heimildarlógir vórðu skumblaðar ígjøgnum.
- Fíggjarlógarbroytingar og eykajáttanir eitt annað, har stórar upphæddir verða fluttar knappliga.
- Í seinastu viku aftur mál um Smyril-Line og annað.

Tað tykist tí sum, at jú sterkari peningaliga áhugamál standa aftanfyri, jú færri eru atfinningarnar, tá mál koma dettandi knappliga og verða skrumblað ígjøgnum. Men í einum máli, sum gagnar tí breiðu fjøldini og sum hevur verið verið til drúgv orðaskifti og viðgerð bæði á tingi og í almenninginum, verður alt gjørt til rok. Tað er ikki rímiligt.

Høgni Hoydal