Høgni spyr um útreiðslukarm á fíggjarlógini 2009 og krabbameinsviðgerð í Kina

16 September 2009
Skrivað hevur
Høgni Hoydal

Munnligur fyrispurningur til løgmann viðvíkjandi útreiðslukarmi á fíggjarlógini 2009


1. Skal tann samtykti útreiðslukarmurin fyri rakstur og íløgur, ið samgongan samtykti í uppskoti í august, haldast?

2. Hvussu ætlar samgongan at halda hendan karmin?

Á Løgtingi, tann 15. september 2009

Høgni Hoydal


Munnligur fyrispurningur til Aksel V. Johannesen, landsstýrismann

Viðvíkjandi krabbameinsviðgerð í Kina

1. Eru fólk, ið hava fingið krabbameinsviðgerð í Kina, ið ikki hava fingið játtað viðgerðina goldna av tí almenna?

2. Eru kærur komnar um hetta?

3. Hvat ætar landsstýrismaðurin at gera til tess at tryggja, at øll fáa somu viðgerð?


Á Løgtingi, tann 15. september 2009

Høgni Hoydal