Høgni spyr løgmann løgmann og fíggjarmálaráðharran

4 November 2009
Skrivað hevur
Høgni Hoydal


Ætlar løgmaður, at fíggjarligt svans í fyrisitingini skal hava avleiðingar?

Løgmaður skal í tinginum mikudagin svara fyrisrpurningi um, hvørjar avleiðingarnar verða av, at Landsgrannskoðanin nú afturhevur staðfest fíggjarligt svans við eitt nú autistaheiminum í Klaksvík og í játtanini til KT-skipan hjá Almannastovuni.

Fyrispurningurin er soljóðandi:

Munnligur fyrispurningur til

Kaj Leo Johannesen, løgmann, um avleiðingar av fíggjarligum svansi í fyrisitingini

1. Hvørjar avleiðingar heldur løgmaður at tað skal hava, at Landsgrannskoðanin hevur staðfest fíggjarligt svans í sambandi við keypið av heiminum fyri autistar í Klaksvík?

2. Hvørjar avleiðingar heldur løgmaður at tað skal hava, at Almanna- og heilsuráðið ólógliga hevur nýtt pening til eina KT-verkætlan til Almannastovuna?

Viðmerkingar

Landsgrannskoðanin hevur júst staðfest fleiri sera grov føri av fíggjarligum svansi í fyrisitingini.

Løgmaður, ið hevur eftirlit við fyritisingini eigur nú beinanvegin at greiða frá, hvørjar avleiðingar hetta fer at fáa.

Á Løgtingi 03. nov 2009

Høgni Hoydal

-----

Hvar ætlar Jóannes Eidesgaard at spara 25 mió. kr. í pensjónum?

Á tingfundinum mikudagin, skal Jóannes Eidesgaard svara fyrispurningi um, havr hann ætlar at spara tær 25 mió. krónurnar í pensjónum, sum hann hevur roknað inn í sonevnda ólavsøkupakkan og í fíggjarlógaruppskotið fyri 2010.

Fyrispurningurin er soljóðandi:

Munnligur fyrispurningur til

Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann, um pensjónssparingar á 25 mió. krónur í 2010

Hvar skulu tær 25 mió. krónurnar sparast á pensjónsøkinum, sum landsstýrismaðurin hevur innroknað í ólavsøkupakkan og fíggjarlógaruppskotið fyri 2010?

Á Løgtingi 03. nov 2009

Høgni Hoydal

----------------

Góðtekur løgmaður, at landsstýrisfólk reka valstríð við almennum stovnum og starvsfólkum?

Mikudagin skal løgmaður svara fyrispurningi um, hvørt hann stuðlar, at einstøk landsstýrisfólk reka valstríð við at fráboða flytingar av almennum stovnum og starvsfólki, og hann skal greiða tinginum frá, hvør yvirskipaða ætlanin er hjá landsstýrinum á hesum øki.

Fyrispurningurin er soljóðandi:

Munnligur fyrispurningur til

Kaj Leo Johannesen, løgmann, um at landsstýrisfólk reka egið valstríð við stovnsflytingum

Hvussu hevur løgmaður samskipað landsstýrisins politikk, tá ræður um at flyta almennar stovnar og starvsfólk kring landið?

Hevur hvørt landsstýrisfólk fríar ræsur at reka valstríð við at flyta stovnar og starvsfólk undir sínum málsøki til ávís øki í landinum, har landsstýrisfólkið ella flokkur tess heldur seg hava tørv á atkvøðum?

Kann løgmaður greiða frá, hvørjir stovnar og hvørji starvsfólk verða flutt í hesum valskeiði hjá hvørjum landsstýrisfólki – og kann løgmaður greina hesar flytingar í mun til hvaðani landsstýrisfólkini hava tilknýti?

Hvønn leiklut heldur løgmaður, at Løgtingið eigur í sambandi við fráboðanir landstýrisins um at flyta stovnar og starvsfólk?

Viðmerkingar

Ongin ivi er um, at flestu føroyingar taka undir við, at alment virksemi og starvsfólk við fyrimuni og hepni kunnu virka kring landið – og harvið eisini verða partur í at menna økir og lívskor kring landið.

Men tann gongdin, vit hava sæð seinastu árini, har einstøk landsstýrisfólk nýta sín landsstýrissess at reka egið valstríð við at flyta stovnar og starvsfólk uttan nakað yvirskipað mál ella fólkaræðisliga viðgerð, kann ikki góðtakast í einum fólkaræði.

Løgmaður hevur ábyrgdina av, at landsstýrisfólk fyrisita á fullgóðan hátt og at samskipa starv landsstýrisins. Og tí verður hann biðin et greiða frá, hvør samskipan og hvørjar ætlanir eru hesum viðvíkjandi.

Á Løgtingi 03. nov 2009

Høgni Hoydal