Sosialir skeivleikar
Øll eru vit samd um at skattatrýsti er høgt, og til valið søgdu allir flokkar seg vera til reiðar at arbeiða fyri broytingum á skattaøkinum. Sambandsflokkurin var tann einasti sum meldaði greitt út at tíðinin ikki var til skattalættar. Nú hevur samgongsan so sett sær fyri at innføra flatskatt í Føroyum. Á útrokinigum sum hava verið frammi sæst at uml 70 % av føroyingum so at siga ongan skattalætta fáa, og 30 % fáa ein heilt stóran mánaðarliga lætta.
Tey sum lítlan og ongan skattlæatta fáa eru tey, ið forvinna upp til uml 25.000 kr um mánaðin. Tey sum fáa skattalættan eru tey ið forvinna frá 25.0000, og serliga hjá inntøkum yvir 30.000 um mánaðin . T.v.s at tey sum hava- tey fáa, og stóra fjøldin, ja hon kann so annahvørt gleðast um tað, ilskast, ella arbeiða meira. Tì tað skal loysa seg at arbeiða siga tey. Við hesum økist stattarmunurin í Føroyum, tað skulu vit bara vera greið yvir. ”Ein stórran til mín – ein lítlan til tín” eitur nú ”Ein STÓRAN til mín – ongan til tín”
Kommununar
Til at fíggja skattalættan ætlar samgongan at fara til Danmarkar eftir peningi og at skatta pensiónirnar við inngjald. Tað sær út til at samgongan hevur gloymt at kommununar eisini hava rætt at innkrevja skatt, og sjálvsagt eiga sín part um pensiónirnar vera skattaðar nú. Teir hava roknað sær alla puljuna. Og hvat fáa kommununar so afturfyri ?? Eldraøkið kanska??
Í uppskotinum um flatskatt er landsskatturin settur til 20 % og kommunuskatturin til 20 %. Hvat so vit teimum kommunum sum hava t.d 23 % í skatti ? Kommununar við høgum skattaprosenti eru tær fátæku kommununar, so hesar gerast so uppaftur minni attraktivar at búseta seg í við nýggju skattaskipanini, ella hvat ?
Skattalættin rakar økir í landinum ójavnt
Fyri at taka eitt dømi úr míni heimaoyggj, so kann eg vísa á, at vit eru millum kommununar við lægst miðalinntøku pr borgara. So nógv tann størsti parturin av okkara borgarum forvinnur undir 25.000 um mánaðin, so tað verður so ikki í Suðuroynni at skattalættin kemur at merkjast. Sama er galdandi fyri Sandoynna og og aðrir útjaðarar í Føroyum. So flatskatturin er asosialur bæði í mun til einstaka borgaran og ávís økir í landinum. Frammanundan vita vit,at somu økir eru rakt av arbeiðsloysi, so hetta kemur verðuliga at merkjast.
Curling Føroyar
Í námsfrøðini og í mun til barnauppaling hevur seinastu árini verið varpað ljós á curling foreldur. Foreldur sum so at siga sópa frammanfyri sínum børnum og beina allir vegir fyri tey. Hetta fremur líkasælu og ger at børnini fáa trupult við at standa á egnum beinum. Fyri at halda seg til terminologiina sum er so inn beint nú, har øll myndatala tekur støði í ítróttini, so eru vit við at blíva eitt curling land – tíverri !
Samgongan hevur mannað lið til curling dystin. A-liðið fekk liðformannin. Teir hava evnað kúluna til, sum nú verður send eftir glíðibreytini og okkara umboð á danatingi taka sær av at sópa so væl sum gjørligt so kúlan kemur í rætta stað. Og samgongan stendur framvið og heppar.
Nei, eg má endurgeva formannin í Tjóðveldi sum segði, at tá ið man dregur kaninir upp úr hattinum fáar dagar undan valium, so endar man við at standa eftir við hattinum í hondini.
