Helgi Abrahamsen ræðist ætlanina við 50 metra svimjihylinum í Vági

27 February 2011
Skrivað hevur
Sirið Stenberg

Her suðuri eru vit nógv sum ræðast hugburðin móti nógvum av tí sum hevur við suðuroynna at gera.

Tað er nú ótrúligt at vit suðringar ferð eftir ferð skulu uppliva at verkætlanir og tiltøk í suðuroynni skulu so at siga jarðast áðrenn tær fáa fótafesti !

Nú alt er eitt valdømi skuldi man freistast til at hildi at politikarar vóru valdir at umboða øll øki í landinum, og at tað var teirra fremsta uppgáva at javnseta økir í landinum soleiðis at vøkstur og trivnaður fáa bestu umstøður, líka mikið hvar tú hevur sett búgv.

Vit fáa alla tíðina at vita, at suðringar sjálvir skulu koma við initiativum til verkætlanir, men tá ið hesar so koma, ja so er tað ongantíð gott nokk allíkavæl. Minnir ikki sørt um suðuroyargrunnin á sinni, fyrst manglaði ítøkiligheit, so viðtøkur og hvat teir nú kundi finna uppá, og so hvørt sum krøvini blivu eftirlúkaði her suðuri frá, ja so komu nýggj krøv, og endin var at málið fall í løgtinginum.

Allarhelst var ongantíð politiskur vilji til at vit skuldu hava nakran suðuroyargrunn ? Man tað vera tað sama við svimjihylinum ? Vóni ta ikki, har hava fleiri løgtingslimir hóast alt melda út, at teir eru jaligir í mun til ætlanina, so tað mugu vit taka fyri fult, um vit skulu hava nakað álit eftir á politiska myndugleikanum.

Um ein suðringur dittar sær at taka eitthvørt upp um umstøður her suðri, sum t.d Sumbiar, Hvalbiar og Sandvíkstunlarnar, túratal við Smyrli, ella okkurt líknandi, so fáa vit bara at vita hvussu vit grenja. Vit kunnu eisini bara flyta siga tey. Og so skulu vit líka minnast til hvussu nógv Smyril og Hovstunnilin kostaði.

Ótakknemmilig eru vit ! Hvat er hetta fyri nakað? Hvar er tolsemi móti verðini uttanfyri miðstaðarøkið blivið av ? Vit eru eisini borgarir í Føroyum, vit gjalda okkara skatt og hava somu rættindi og skildur sum øll onnur
Er Føroyar ein býður ella eitt land ??

Eg spyrji bara