Røða og kvøða á 100-ára hátíðarhaldinum fyri Erlendi Paturssyni í Norðurlandahúsinum 1. september 2013
Halt á somu leið várt starv...
Um nú nýggjar øldir líða,
halt á somu leið várt starv.
at vit ikki lata svíða
dugnaloysi til hin arv,
sum vit ervdu fedrum av,
tá skal lyftið, sum tú gav,
allan aldur Føroyum tryggja,
føroyingunum her at byggja.
Jóannes Patursson
So yrkir faðir Erlends Paturssonar.
Og øld er liðin og nýggj øld er komin. Tað er við stórari eyðmjúkd. Við virðing. Og við errinskapi, frøi og umhugsni, at vit kunnu savnast her í dag at heiðra Erlendi og hansara starvi. Og við honum øllum teimum kvinnum og monnum, ið hava gingið ta somu hugsjónar- og frælsisleiðina, sum hann gjørdist fremsti slóðarin fyri.
Hetta er samstundis høvi hjá okkum øllum at hugsa djúpt og framlítandi. At spyrja, hvussu vit kunnu umsita arvin, leggja afturat honum og skapa nýtt burtúrúr honum. Hvussu vit kunnu halda á somu leið starvið í nýggjari øld. Og um hvat virði og hvønn týdning hetta hevur í Føroyum nú og komandi. Hjá øllum fólkinum her at byggja í ókomnum árum.
Hetta skal eg venda aftur til.
Álvari, skemt, sjón og seiggj
Var so heppin sum smádrongur at fáa ein farra við av persóninum Erlendi og fleiri av hinum, sum vit heiðra her í dag. Hjá abba og ommu uppi á Hálsi her í Havn og síðani í Hoyvík. Har tey prátaðu um politikk – samfelagsmál, tjóðskaparmál, vinnu og búskap, mentamál og heimspolitikk. Og har tey vóru í vertskapi. Var eisini til onkrar politiskar fundir og minnist serliga væl EEC-stríðið og fundir í sambandi við útróðrarverkfallið í 1975. Og fundir at mótmæla hernaðardubbingini, og at avgerðir vórðu tiknar um okkara hermálsligu støðu sum tjóð ímóti einmæltum løgtingssamtyktum og uttan at fólkið varð eftirspurt. Minnist eisini álvaran, tá tey prátaðu um, at fiskimarkið skuldi fáast út á 200 fjórðingar – og teir møguleikar hetta fór at geva fólki og vinnu í landinum.
Har var álvari og skemt og vón. Og sjón og seiggj. Og eg hugsi dagliga um, hvussu tíðarbær – hvussu aktuell – tær hugsjónir, tey avrik og tey ítøkiligu málini, sum tey viðgjørdu og stríddust fyri, eru í dagsins samfelag og fyri okkara framtíð..
Tey fyrstu uppskotini á tingi
Í ár eru jú umframt 100-ára dag Erlends, eisini ein øld liðin síðani fyrstu tingmenn Tjóðveldisfloksins vórðu bornir í heim: D.P. Danielsen og Hanus við Høgadalsá, sum vórðu valdir á ting í 1950. Teir vóru í teirri serstøku støðu, at báðir høvdu pápar, sum høvdu sitið á tingi fyri Sambandsflokkin Og hjá D.P. Danielsen var tað so serligt, at pápi hansara, Sørin, eisini sat á tingi fyri Sambandsflokkin, meðan D.P. umboðaði Tjóðveldisflokkin í valskeiðnum 1950-1954.
Og hvørji vóru so tey fyrstu málini, ið Hanus við Høgadalsá og D.P. Danielsen løgdu fram á ting vegna Tjóðveldisflokkin í 1950-51? Tað vóru uppskot um Landsbanka. Um at stovna Húsalánsgrunn, so vanliga og meiniga fólkið kundi seta føtur undir egið borð. Og uppskot til alternativa fíggjarlóg við sjálvberandi búskapi, sosialum rættvísi og trygd – og við víðskygdum uppskotum til íløgur í útbúgving, gransking, mentan og at byggja landið saman við samferðslu og samskifti.
Hvussu tíðarbært er tað ikki í dag? Og hóast tað tók áratíggju, áðrenn málini vórðu framd – og fleiri eru tað ikki enn – so sæst her týdningurin av teirra hugsjónum og víðsjónum í dagsins samfelag fyri okkum øll. Landsbankin hevur havt stóran týdning og kundi fingið en størri – men er nú avhøvdaður. Meðan Húsalánsgrunnurin hevur verið avgerandi fyri, at flestu fólk í Føroyum kundu sea búgv í nýggjai tíð. Síðani varð roynt at avhøvda hann eisini, men undir minnilutasamgonguni í 2011 eydnaðist við bit og slit Tjóðveldinum at endurnýggja hann. Og hann er nú undir nýggja navninum ustaðir farin undir aftur at fremja somu hugsjónirnar í verki í einum broyttum samfelag. Við leiguíbúðum, lestraríbúðum og fjølbroyttum býlismøguleikum kring landið.
Tíðarbært og “brandaktuelt”
Ella lat okkum hyggja at nøkrum av mest áleikandi og tíðarbæru málunumm í dag og seta tey í samband við verk Erlends og teirra, sum so íðin løgdu frælsis- og hugsjónarleiðina:
- Silda- og makrelstríðið við ES og Danmark:Hetta eru alt møguleikar og leiðir, sum vórðu løgd av Erlendi og øllum hansara liði. Var ikki stríðið fyri fiskimarkinum hildið á – hóast tað gingu so mong ár, áðrenn onnur tóku undir – so var onki virðið at stríðast fyri á okkara ríku havleiðum í dag. So var tilfeingið als ikki okkara.
- Og var ikki mótstøðan ímóti EEC so greið – tá flestu aðrir politikarar og flokkar bara lótu standa til ella høvdu onga støðu, so var tos um at gagnnýta og stjórna okkara egna tilfeingi bert søga og ikki framtíð. Og tað var tí ein breið fylking varð skipað, har fólk úr øllum samfelagsbólkum gjørdu sína støðu greiða og hoyrda, at vit í dag ikki eru eitt Hetland – ein útjaðari í einum ES-landi og í ES uttan nakað sjálvræði ella tjóðskaparligan samleika og uttan møguleikar at mynda og skapa okkara egnu framtíð.
- Og vit eiga støðugt at minna okkum á, hvussu nógv tað hevur kostað okkum, at so stór mótstøða hevur verið í okkara egna samfelag ímóti frælsishugsjónini og teimum málum, sum her vórðu sett. Tað hevur kostað okkum milliardir árliga búskaparliga og tað hevur kostað okkum í mistum sjálsvirði og burturspiltari orku og møguleikum. Tað sama er við undirgrundini. Har høvdu vit langtsíðani verið við heilt øðrum útbyggingum og møguleikum, um vit ikki høvdu stríðst bæði innanhýsis og við Danmark um hetta mál í so mong ár. Og tað sama verður við loftrúminum, tá vit skjótt taka ræðið át tí. Tástaðni verður tað greitt fyri øllum, hvat virði og hvør framtíðarmenning er í frælsis- og tjóðskaparhugsjónini.
- Okkara altjóða støða sum tjóð: Vit uppliva í dag aftur í makrel- og sildamálinum – og við blokkstuðulsbiddingini, hvussu nógv tað kostar okkum at spæla ein sjónleik um ein sonevndan “ríkisfelagsskap”, sum er leiktjald fyri veruleikanum og møguleikunum. At ein tjóð hevur ræði yvir aðrari, og at vit ikki taka ábyrgd av okkara viðurskiftum og samstarvi i heimssamfelagnum, er bert til bága fyri samstarvi og framtíðarmøguleikum hjá okkum. Og um hetta sigur Erlendur longu í 1945 í bóklinginum “Føroysk stjórnarmál” – altso, áðrenn fólkaatkvøðuna, heimastýrið og tað, sum síðani hendi:
- “Summir vilja finna einhvørja millumstøðu millum amt og frælst land, fáa okkum “heimasjálvstýri”. Hetta fer tó illa at bera til. (...) Útlendskt ræði, um tað so bert er á einum øki, kann hefta alt samfelagið. Og slíkt hálvt sjálvstýri fer ongantíð at geva okkum frælsar ræsur úteftir. Vit verða útistongdir frá altjóðasamráðingum og sleppa ikki upp í ta samvinnu og samskipan landanna millum sum er og fer at vera í komandi tíðum (t.d. Norðurlandasamvinnuna).
- Er hetta søga? – Nei, hetta er so tíðarbært sum nakað og “brandaktuelt”. Og D.P. sigur um okkara ríkisrættarligu støðu í eini heilsan til Erlends á sjeyti-ára degnum í 1983:
- “Men tey fyrstu sjeytiárini varð aftur ein varði laðaður. Eisini av teimum, sum ikki rapla. Eg hugsi um EEC málið og fiskimarksstríðið, sum hekk uppi í ti. Og aftur komu teir okkum í eina tvístøðu. Hetta liðið, sum gongur undir heitinum føroyskir politikarar. Tí hvat er ríkisrættarliga støða okkara í dag annaå enn ein tvístøða. Sum teir royna at tiga burtur so frægt sum gjørligt. Alt ímeðan fólkið sjálvt laðar teir varðarnar, sum ikki rapla.”
- Útbyggingin av okkara samfelag og vantandi fólkaræði: Tann niðurbræðingarstøðan, har nú aftur verður roynt at selja okkara land til útlendskar spekulantar fyri politiskan løtuvinning hjá einstaklingum, og har alt fólkaræði verður sett til viks, hevur Erlendur heilt frá byrjan viðgjørt og lagt heilt aðra leið fyri. Í sínum riti “Føroysk stjórnarmál” frá 1945 – sum er ein greið, ítøkilig og vælgrundað ætlan á øllum samfelagsøkjum fyri at skipa Føroyar frælsar – sigur Erlendur m.a. soleiðis:
- “Hvat er stjórnarskipan? Stjórnarskipan, stjórnarskrá, kalla vit tær reglur sum fólkið setur fyri landsins stjórn. Fólkið setur reglur fyri, hvussu landið skal stýrast. Og teir menn, sum landinum stýra, skulu tæna fólkinum. Teir eru til fyri fólkið og skulu í seinasta enda standa tí til svars fyri gerðir sínar. Tá stjórnarskipanin er soleiðis, kunnu vit siga, at fólkaræði ríkir í landinum. Okkara stjórnarskipan – amtsskipanin hevur ikki hesi eyðkenni. Fólkið hevur ikki sett hesa stjórnarskipan.” Er hetta søga? Nei, hetta er nútíð og framtíð hjá okkum øllum.
Alt tað sum er okkum dýrmætast...
Og soleiðis kunnu vit í veruleikanum taka øll mál, sum eru okkara grundarlag í dag og framtíðarvirði komandi. Tað, sum er okkum dýrmætast. Tað, sum hevur savnað okkum. Og tað, sum leggur tær gongdu leiðirnar fyri alt fólkið í landinum og kann gera okkum til ein javnsettan part í heiminum – til eina av blómunum í heimsins margfelda urtagarði. Tað eru málini og hugsjónirnar, sum hesi fólk hava stríðst fyri. Bæði tey, sum eru framd og tey, sum tað nú liggur á okkum øllum at fremja:
Listin er nærum óendaligur av málum, ið hava verið í skjøldrinum hjá tjóðveldisrørsluni, og sum hava eins stóran týdning í dag: Lat meg bara nevna: Mótstøða móti hernaðardubbing og vantandi fólkaræði í heiminum. Fólkaræði og rættartrygd. Støðugt at menna mál og mentan og egnan samleika í heiminum. Stovnsrøkt og vinnupolitikkur, har øll hava somu rættindi og møguleikar. Sosial trygd og samhaldsfesti. Fróðskaparsetur, lærdur háskúli og vísindi. Føroyskt sjónvarp og útvarp. Eftirlit við bankum og fíggjarheimi. Umhvørvismál. Økismenning kring alt landið. Mentanargrunnur og sømdir til listafólk. Útbygging av øllum landinum. Og mong, mong onnur mál.
Tað hevur so mangan verið sagt og trúttað í royndunum at forða fyri og seta spjaldur á hetta starvið, at tjóðveldispolitikkurin hevur verið bara at “rópa loysing á einum trappusteini”. Og at tá loysingin er veruleiki, so er starvið liðugt. Men sum vit kunnu staðfesta, so er hetta helst størsta viðvending av tjóðveldishugsjónini og tjóðveldisstarvinum, sum hugsast kann. Talan er um eina altíð tíðarbæra og í veruleikanum tíðarleysa hugsjónin. Hendan hugsjónin er áhaldandi at byggja á og stríðast fyri málum og virðum, sum ongantíð verða liðug ella fastfryst. Men sum altíð mugu setast og endurskapast undir nýggjum umstøðum og av nýggjum ættarliðum, um vit skulu skapa tjóð, samfelag, fólkaræði, rættvísi og framburð.
Ein tíðarleys stevna
Hyggja vit at stevnu Tjóðveldisfloksins frá 1948, so gongur hendan altíð tíðarbæra og tíðarleysa hugsjónin aftur í níggju einføldum málum og greinum. Og vit kunnu lættliga seta øll tey málini og tey samfelagsviðurskiftini, sum vit standa við í dag, í samsvar við stevnuna og okkara støðutakan:
Stevna Tjóðveldisfloksins:
1. Føroyska tjóðveldið verður stovnsett við fólkaræði í politiska, vinnuliga, sosiala og mentanarliga lívi landsins.
Einki útlendskt vald eigur nakran rætt til ræði og ognir í landinum. Føroyar verða loystar úr øllum útlendskum bondum, soleiðis sum føroyska tjóðin avgjørdi á fólkaatkvøðuni 14. september 1946.
Heldur ikki eigur nakar einstaklingur ella nøkur serstøk stætt framíhjárætt til vald landsins og ognir. Føroyingar allir eiga somu samfelagsrættindi og hava somu samfelagsskyldur.
2. Politiska lív landsins verður grundað á satt fólkaræði. Valdið er fólksins, og teir, sum røkja størv í umboði fólksins, skulu í øllum lutum standa fólkinum til svars fyri gerðir sínar í hesum størvum. Tað verður at menna fólkið og vekja ans tess og áhuga fyri landsviðurskiftum og landsmálum.
3. Til tess at tryggja og økja inntøkur fólksins sum heild, verður at leggja ætlan fyri uppbygging framleiðsluútbúnaðarins og uppdyrking landsins, at samskipa vinnulívsstarv einstaklinga og hins almenna, at bøta um og fremja yrkiskunnleika og vinnulívssermentan, at nýta bestu og fullkomnastu amboð og framleiðsluhættir, og at troyta vinnulívsmøguleikar, sum enn liggja á láni í fiskiskapi, landbúnaði, ídnaði, fossamegi og sigling.
Uttanlandshandilin allur, innflutningur og útflutningur, eins og peningamál, bankamál og gjaldoyrismál, verða heilt at koma undir eftirlit og umsjón samfelagsins.
4. Fólkið, sum starvar í framleiðsluni, jarðarmenn, fiskimenn og verkamenn eins og tænastufólk, eiga rættvísa løn fyri starv sítt.
5. Í skattamálum - beinleiðis og óbeinleiðis - verður hitt almenna at leggja rættvísan skatt á samfelagslimirnar. Tað almenna stendur til svars fyri, at skattauppgávan verður bein.
6. Øllum teimum, sum av sjúku, elli, óhappi ella vinnuloysi eru ikki før fyri at bjarga sær og sínum, verður veitt fullkomin hjálp og stuðul. Eingin eigur at koma í neyð ella undir vánalig kor av hesum orsøkum.
7. Grundarlagið undir mentan fólksins er bøttur barnaskúli. Øll børn hava rætt og skyldu til ókeypis framhaldslærdóm, annaðhvørt almennan lærdóm ella serstakan yrkislærdóm. Hægri skúlar, studentaskúli og lærdur háskúli, søvn og aðrir mentanarstovnar, kostað av samfelagnum, bera hægri mentan landsins og vísindi. Fátækt og fjarbýli eiga ikki at forða evnaligum ungfólki lærdóm og mentan. Mentamonnum, vísindamonnum og listamonnum tjóðarinnar verða tryggjað sømilig kor og líkindi at røkja størv síni.
8. Sum tjóð í frælsum landi taka føroyingar lut í altjóðasamstarvi um slík mál, sum týdning hava fyri tjóðina.
9. Tað verður at fara undir dyggiligt endurreisingarstarv og uppbyggingarstarv á øllum økjum samfelagsins, so at fólkið alt, sum her veksur upp, fær líkindi at liva við sømd í føðilandi sínum.
Eitt søguligt glopp
Tað er fyri mær ongin ivi um, at støðan, tá Erlendur, Hanus, D.P. og øll hini fóru undir sítt lívslanga starv fyri hesi stevnu, er lík støðuni í føroyskum stjórnarmálum í dag. Tey høvdu stríðst fyri at fáa eitt ja á fólkaatkvøðuni í 1946 við at ferðast kring landið og geva frælsinum eitt veruligt innihald. Og tað eydnaðist. Og Harrin havi lov fyri tí. Um danska uppskotið til heimastýri hevði verið samtykt á fólkaatkvøðuni, so hevði Føroya fólk givið tjóðarrættin frá sær og limað seg inn í danska ríkið. So tað er ein tann dýrabærasti arvur, vit hava fingið, at vit enn eiga full rættindi at skipa fólkaræði í Føroyum – hóast nógvar royndir hava verið gjørdar til sleppa hesum rætti.
Tá var fólkaræðið sett til viks, men fólkið samtykti ikki órættin. Og er tað ikki tað sama, vit uppliva í dag? Tá var stríðið fyri at leggja eina nýggja grund undir at troyta okkara náttúruríkidømið – og er tað ikki tað sama í dag? Tá var stríðið fyri at byggja mentanarstovnar, Fróðskaparsetur, føroyskt kringvarp, rættvísa og samhaldsfasta pensjónsskipan, sterkan búskap og vinna orku burturúr náttúrukreftunum. Og er tað ikki tað sama í dag? Tá var spurningurin um at sleppa uppí altjóða samstarv her á Norðurslóðum – og er tað ikki tað sama í dag?
Vit standa altso í einum av teimum søguligu gloppunum. Har broytingar bæði uttanífrá og inneftir krevja av okkum at velja leiðir og broyta okkara framtíðarmøguleikar. I hesum søguligu gloppum kunnu vit antin reisa okkum taka við ábyrgdini og útinna hugsjónir í verki – og tað kann skapa stór frambrot og nýggjar møguleikar. Ella vit kunnu leggja okkum niður at krúpa, bakka undan og lata onnur taka avgerðirnar fyri okkum. Ella billa okkum inn, at tey somu amboð, sum hava skapt okkum trupulleikar og afturstig, skulu loysa somu trupulleikar. Tað er hetta vit tildømis síggja við skatta-, vinnu, og búskaparpolitikkinium. Og í fiskivinnupolitikkinum. Og í sjónleikinum um, at Danmark skal hjálpa okkum í stongsilsmálinum móti ES.
Tær avgerðir, vit taka nú, fara at leggja leiðirnar fyri komandi ættarlið. Í løtuni kann nógv benda á, at tær grundir og teir brimgarðar, sum hava verið laðað, verða miðvíst brotin niður. Men tað ber væl til at broyta tað.
Tann hugsjónarliga vágskálin
Og til tess skulu vit gera hugsjónirnar og virðini, sum Erlendur og øll hini hava bygt, ítøkilig og tíðarbær. Tað kunnu vit tildømis gera við støðugt at viga okkara mál og politisku avgerðir á eini hugsjónarligari virðisvekt, sum júst byggir á ta stevnu, sum tey, ið stovnaðu Tjóðveldisflokkin løgdu.
Fyri hvørt mál, vit seta okkum. Og fyri hvørt ítøkiligt politiskt mál, vit viðgera, eiga vit bara at fremja tey, um tey kunnu javnviga á eini vágskál við í hvussu so er seks virðisloddum.
1. Skapar tað sjálvræði, fólkaræði, ábyrgd og fjølbroyttar møguleikar hjá fólkinum?
2. Skapar tað samhaldsfesti og somu møguleikar, rættindi og skyldur hjá øllum fólkinum í Føroyum?
3. Mennir tað føroyskar førleikar og skapar økt virði í landinum?
4. Skapar tað rættartrygd og heldur tað teimum til svars, sum taka avgerðir vegna fólkið?
5. Skapar tað betri møguleikar hjá okkara eftirkomarum at taka avgerðir og ábyrgd?
6. Byggir tað á royndir frá teimum, sum undan hava gingið?
Vit kunnu til dømis leggja okkara ríkisrættarligu støðu á hesa vektina. Vit kunnu leggja málið um at skipa hægri útbúgving og eitt sterkt Fróðskaparsetur á hesa vektina. Vit kunnu leggja málið um ein nýggjan fiskivinnupolitikk, stovnsrøktarpolitikk og vinnupolitikk á hesa vágskálina. Og vit kunnu eisini leggja skattapolitikkin, pensjónsskipanina, skipanina á eldraøkinum, privatisering av tunlum, blokkstuðul, uttanríkispolitisku heimildarlógirnar og verandi fiskivinnupolitik á hesa vágskálina.
Og svarið verður beinanvegin greitt um hvørja leið, vit skulu leggja, og um hvørja leið og hvørji uppskot, vit skulu vraka.
Tá skal lyftið, sum tú gav...
Og hetta má vera tað lyftið, vit eiga og mugu geva teimum, sum undan hava gingið, okkum sjálvum og teimum, sum eftir okkum koma: Vit skulu ongantíð sum flokkur og fylking lova at geva ávísar fyrimunir til úrvaldar bólkar ella billa fólki inn, at vit eru eitt slag av jólamonnum, ið geva ávísar materiellar hentleikar. Vit skulu ikki lova, at frælsið verður vunnið við at sleppa undan nøkrum ella at sleppa frá at taka støðu og ábyrgd.
Vit skulu bara geva tað lyftið, at frælsið verður vunnið við at ganga undan og taka ábyrgd av øllum, ið vit gera. Og at alt okkara starv og allar okkara avgerðir byggja á hesar hugsjónir og kunnu vigast á hesari virðisvektini – og at vit kunnu haldast til svars fyri tað.
8 ítøkilig frælsismál
Vit standa sum nevnt í einum av søguligu gloppunum – og vit eiga at vera væl útborin til at leggja aðrar leiðir. So at hetta søguliga gloppið verður til framburð og sóma – og ikki til afturstig á gamlar ófrælsisgøtur.
Fari tí at loyva mær at seta 8 mál og leiðir upp, sum ítøkiliga í dagsins samfelag og í dagsins heimi bæði kunnu og eiga at fremjast:
Sama rætt og frælsi til at velja, virka og virðast
1. Frælsi er sjálvsvirðing og samleiki í heiminum: Føroyingar skulu hava sama rætt til at virka í heiminum sum onnur fólk. Vit skulu samstarva við hvønn vit vilja, gera avtalur við hvønn vit vilja og taka somu ábyrgd í heiminum sum onnur. Okkara mál, mentan og samleiki skal virðast og mennast á jøvnum føti við onnur. Soleiðis fáa vit sjálvsvirðing, soleiðis virða vit onnur og soleiðis skapa vit eitt eitt nútímans og fjølbroytt samfelag, ið ikki goymir seg fyri umheiminum.
2. Tú hevur sama rætt til frælsi: Hvør einstakur skal hava sama rætt og frælsi til at velja, virka og virðast, um vit taka við somu skyldum og ikki gera okkum inn á frælsi hjá øðrum. Ongin samfelagsbólkur ella einstaklingur skal hava framíhjárættindi í samfelagnum. Uttan mun til um vit eru kvinnur ella menn. Ung ella eldri. Um vit eru fødd rík ella fátøk. Um vit bera brek ella sjúku. Um vit búgva ymsastaðni í landinum. Um vit hava ymsan húðarlit, trúgv, uppruna ella kærleikslív.
3. Frælsi er rættartrygd, ábyrgd og avleiðingar: Rætturin hjá øllum til at velja, virka og virðast skal tryggjast í grundlóg og einum vælvirkandi fólkaræði og rættarsamfelag, har øll, ið taka avgerðir standa til svars, og har brot á lógir, reglur og rættindi fáa avleiðingar.
4. Frælst vinnulív uttan serrættindi: Frælsi hjá øllum at velja, virka og virðast skal grundast á eitt veruliga frælst vinnulív, óheft av politiskum serrættindum til úrvaldar einstaklingar, bólkar og úrvaldar vinnur. Har dugnaskapur, førleiki og virðing fyri avtalum, lógarkørmum, umhvørvi og trivnaði eru avgerandi fyri møguleikan at dríva vinnu innan fjølbroytt økir og kasta av sær til samfelagið.
5. Frælsi er óheftur búskapur: Frælsi hjá øllum at velja, virka og virðast skal kjølfestast í ein sjálvberandi búskap, ið er óheftur av studningi uttaneftir, men bygdur á samhaldsfastar og rætvvísar skatta- og avgjaldsskipanir, langtíðarjavnvág og ábyrgd fyri komandi ættarliðum.
6. Frælsi er sosialt rættvísi og vælferð: Frælsi hjá øllum at velja, virka og virðast skal styrkjast í sosialt rættvísum vælferðar- og heilsuskipanum, ið øll fíggja í felag eftir evnum, men fáa gagn av eftir tørvi.
7. Fræls mentan, útbúgving og gransking: Frælsi hjá øllum at velja, virka og virðast skal taðast og alast við stórum íløgum í mentanararbeiði og mentanartilboð í breiðastu merking: Nútímans og fjølbroyttir dagstovnar, skúlar, útbúgvingar, granskingarstovnar, frítíðartilboð, mentanarstovnar og skapandi list á altjóða støði.
8. Frælsi hjá okkara eftirkomarum: Frælsi hjá øllum at velja, virka og virðast skal tryggjast við framsóknum umhvørvis-, orku og náttúrupolitikki bæði heima og í altjóða samstarvi, sum kann broyta sjálvsøknu ovurnýtsluni av jarðarinnar tilfeingi hjá okkara ættarliði og okkara heimsparti til ein møguleika hjá nýggju ættarliðunum at byrja á øðrum grundarlagi.
Tjóðfundarleiðin
Vit liggja í miðjum Norðuratlantshavi. Ikki sum ein útjaðari, men sum ein miðdepil. Og vit hava allar møguleikar.
Og hvussu kunnu vit so fremja hesi mál ítøkiliga? Hvat er fremsta stigið? Ja, eg haldi, at leiðin við einum tjóðfundi, sum bæði Erlendur og D.P. Danielsen hava skrivað um og lýst ítøkiliga í skrivt og talu, er besta boðið.
Við teimum royndum, vit hava beint nú, og við teimum mongu uppskotum til føroyska grundlóg og stjórnarskipan, er stundin komin til, at tað verður fólkið í landinum, ið setur treytirnar og málini.
Við einum tjóðfundi, sum hevur til uppgávu at gera uppskot til føroyska stjórnarskipan at leggja til fólkaatkvøðu, kunnu vit gera tað møguligt hjá okkum øllum at fara undir “endurreisingarstarv og uppbyggingarstarv á øllum økjum samfelagsins, so at fólkið alt, sum her veksur upp, fær líkindi at liva við sømd í føðilandi sínum.”, sum stevna floksins sigur.
Steinbjørn B. Jacobsen, sáli, skrivaði á forsíðuni á Fjúrtanda, tá Erlendur doyði 16.06. 1986.
“Í einum skógarleysum landi er eitt stórt og vakurt træ fallið”.
Men tær røtur, tann vøkstur og tey fræ, sum hann og øll hini, sum vit heiðra her í dag, hava sátt, hava allar møguleikar at liva og um allan aldur tryggja øllum her at byggja.
Høgni Hoydal
